Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 17. oktober 2007 13 viðmerkingar Danska umsitingin av løg­ manni gongur nú á triðju viku. Fyri triðju ferð er hann nú trýstur niðan í Løg­ tingið fyri at vita, hvat hann skal meina í Kyoto – málnum. ­ Í einum umfari fyri at leggja Kyoto ­ málið fyri tingið, í øðrum umfari fyri at sóknast eftir, hvussu hansara egna uppskot skal skiljast, og í triðja umfari at sóknast eftir sjálvari trygdini, sum Connie Hedegaard krevur. Í sambandi við viðgerð­ ina og samtyktina av Kyotosáttmálanum vístu vit á, at landsstýrið var sett undir umsiting av danska umhvørvis­ málaráðnum. Og so var Ráðharrin boðar nú løgmanni frá, at: “før den danske regering kan bede FN om at ophæve det territoriale forbehold for Færøerne, må Færøerne derfor indenfor de frister, FN har fastsat, tilkendegive at ville påtage sig en reduk­ tionsforpligtigelse på 8 % i 2008­2012 i forhold til 1990 samt påtage sig ansvaret for at indfri denne forpligtigelse. En sådan tilkendegivelse foreligger endnu ikke.” Sjálvandi undraðust vit yvir, at løgmaður ikki hevði skilt boðskapin, og ikki tyktist hava neyðuga førleikan til at bera boðskapin víðari til røttu viðkomandi. Í álitinum vístu vit á, at einki ítøkiligt varð nevnt um, hvørjar útlátsskyldur Føroyar skuldu átaka sær, og at danska Umhvørvis­ málaráðið, sum var inni í sjálvari løgtingsviðgerð­ ini, segði tað sama. Umhvørvismálaráð­ harrin vísti á, at hon í skrivi frá 16. august 2007 hevði boðað landsstýri­ num frá, at ein avtøka av fyrivarninum merkti, at Føroyar bundu seg til at skerja útlátið við 8%. Umhvørvismálaráðið segði eisini, at ein sam­ tykt av málinum vildi vera treytað av eini greiðari samtykt, har vit boðaðu frá, at vit bundu okkum til at minka útlátið við 8%. At enda slóð ráðharrin fast, at føroyingar í longri tíð høvdu verið vitandi um, at 24. september 2007 var í allar seinastu løtu til at boða frá loyvdu útlátsmongdini, Í álitinum í løgtinsmáli­ num vísttu vit á, at eingin ivi var um, at við samtykt­ ini av hesum máli bundu vit okkum til ein niður­ skurð upp á 8%. Eisini vístu vit á, at eingin orka var sett av til at kanna, hvørji tiltøk vóru neyðug fyri, at Føroyar kundu minka sítt CO2 útlát, at tað var rætti­ liga avmarkað, hvørja orku landsstýrið hevði brúkt til hetta mál í heila tikið, og at eingin samlað meting var gjørd av kostn­ aðinum í hesum máli. Í uppskotum okkara, sum fyrr eru løgd fyri tingið í fleiri umførum, varð mælt til, at lands­ stýrið tók upp samráð­ ingar á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleið­ is mótvegis altjóða stovn­ um samsvarandi okkara búsetingarmynstri, vinnu­ strukturi, møguligari oljuvinnu, livihátti v.m. Víst var á, at bráðneyð­ ugt var at samtykkja í hesum máli, bæði tí vit áttu at taka ábyrgd av umhvørvisøkinum, og tí at treytirnar annars bara herdust, um vit hildu okkum uttanfyri. Tað er at harmast um, at vit ikki fyri rúmari tíð síðan hava avgreitt hesi viðurskifti eftir egnum fortreytum, so sum vit fleiri ferðir hava skotið upp á tingi. Sum einasta land í heiminum noyðast vit nú undir ein niðurskurð, sum er roknaður eftir fortreyt­ unum og strukturunum í einum øðrum landi. Danska umsitingin er, so sum vit hava sagt frá, framvegis virkin í málinum, og enn eina ferð er sjálvur løgmaður bukaður niðan í løgtingið fyriat fáa eina meining um, hvat hann skal halda um hetta mál. Á fíggjarlógini 2007 er eingin játtan, og á fíggjar­ lógaruppskotinum 2008 er ikki ein króna sett av til hetta mál. Týsdagin, 16. okt. verður so aftur fundur í Uttanlandsnevndini um donsku krøvini til Kyoto – málið., har løgmaður nú loksins sigur seg vilja sleppa undan fleiri mis­ skiljingum millum Løg­ tingið og landsstýrið í hesum fyri samfelagið sera týdningarmikla máli, og at hann tí fer at ráðføra seg við uttanlandsnevnd­ ina samsvarandi § 54 í stýrisskipanarlógini, áðrenn víðari verður farið við málinum. Eg meini tað. Ein løgmaður undir umsiting Hergeir NielseN Altjóða dagur móti deyða­ revsing er 10. oktober. Amnesty International heitir í hesum sambandi á heimsins tjóðir, um at atkvøða fyri einum upp­ skoti um eitt altjóða steðgi­ bann í sambandi við deyð­ arevsing. Uppskotið verður lagt fram á aðalfundinum hjá ST. “Tað er eitt týðuligt rák mótvegis avtøku av deyð­ arevsing í løtuni”, segði Irene Khan, aðalskrivarin hjá Amnesty International. “133 ST­limalond hava avtikið nýtslu av deyða­ revsing antin í praksis ella umvegis lóggávu. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006 og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harí­ millum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harí­ millum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk. Avrættingar verða mettar at vera ríkis­ loyndarmál í Kina og tí eru veruligu tølini nógv hægri, umleið 8000 avrættingar árliga. Sambært kanningum hjá Amnesty fall talið av avrættingum við 25 prosentum í 2006 í mun til árið áðrenn. Hvítarussland er einasta land í Evropa, sum fram­ haldandi nýtur deyðarevs­ ing. Í Miðasia er rákið somuleiðis við at venda og alt fleiri lond avtaka deyða­ revsing. Í juni 2007 avtók Kyrgyzstan deyðarevsing fyri vanlig brotsverk og í Kazakhstan hevur deyða­ revsing ikki verið nýtt síðani 2003. Í Afrika vóru seks avrættingar í 2006. USA er einasta landi á amerikanska meginland­ inum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Hóast hetta eru glottar at hóma kortini. Tær 53 av­ rættingarnar, ið vórðu framdar í 2006 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990­unum. Á Filipsoyggjunum varð deyðarevsing avtikin í 2006 og tað eru somuleiðis onnur framstig at hóma í Asia. Kina, ið hevur heims­ met í deyðarevsing, hevur tikið deyðarevsing upp til kjak og væntað verður, at talið av avrættingum fer at minka við 20 – 30 % í Kina komandi árini. Í Marokko, Algeria og Tunesia økist kjakið somuleiðis um nýtslu av deyðarevsing. Í Marokko hevur ein “Sannleika­ nevnd”, ið byrjaði sítt arbeiði í 2005, mælt til at deyðarevsing verður avtikið í landinum. “Heimsins stjórnir mugu stuðla uppskotinum, sum verður lagd fram á ST­ fundinum og harvið taka eitt avgerandi stig móti einum heimi uttan deyða­ revsing”, segði Irene Khan í sambandi við altjóða dagin móti deyðarevsing Amnesty International er limur í samtakinum “World Coalition Against the Death Penalty” (WCADP), ið skipar fyri árliga deg­ num móti deyðarevsing. Í ár heitir samtakið á fólk, um at stuðla uppskotinum um eitt altjóða steðgibann í sambandi við deyða­ revsing. Til ber at skriva undir áheitanina til ST á heimasíðuni hjá Amnesty International Føroya deild www.amnesty.fo Amnesty International Føroya deild Steðgið deyðarevsing – heimsins tjóðir avgera Dimmalætting hevur lanserað Punktum.fo. Tað er altíð spennandi at byrja okkurt nýtt. Í Føroyum hava vit harðliga brúk fyri óheftum kritiskum journalistikki, so Vælkomin! Punktum.fo hevur eisini áhugaverdar greinar eftir heimskendum skribentum, sum geva innlit, úr øðrum vinklum, í heimin uttanum okkum. Um vikuskifti er ein grein við eini ungari stakari kvinnu, sum droymir um at klára seg sjálva við børnunum. Hon býr hjá foreldrunum við tveimum børnum og er lesandi. Hon hevur umugsað at flyta av landinum fyri at fáa betri sømdir at liva undir. Hon hevur fingið hjálp frá onkrum, sum hevur borið mat heim til hana osv. Tað er mannminkandi at liva soleiðis. Hendan kvinnan skal sleppa at fáa sína útbúgving sjálvt um hon er einsamøll við tveimum børnum. Ongin skal happa hana og rópa hana og onnur í serligum støðum fyri nassarar. Útbúgving er okkara møguleiki at moderniserast, so her skal ikki sparast, men investerast. Aðrastaðni skrivar John William Joensen at nýggju tunnlarnir skulu javnmetast við skúla­ og heilsuverkið. Hann sigur víðari, at skúla­ og heilsuverkið standa fyri størsta partinum av fíggjarlógini og meira peningur til hesi øki ikki garantera fyri, at vit sum borgarar í landinum fáa betri tænastu. ­ Hesum eri eg als ikki samdur í! Skúlin hevur brúk fyri nógv meir enn játtað varð hesuferð. Ein stórur trupulleiki hjá skúlunum er, at lærarar fáa ikki uppdaterað sína vitan og útbúgving. Bara hesin partur kostar einar 20 mió um árið. Vit eru farin yvir til at undirvísa okkara børnum í byngjum. 7% av lærarunum hava ikki útbúgving. Vit dumpaðu í PISA. Eitt annað, sum eg eisini haldi er eitt problem, er at læraralønin sum heild er alt ov lág. Hon er eitt gott barometur fyri hvussu lágt vit virðismeta útbúgving í Føroyum. Í heilsuverkinum er tað eftir míni sannføring ikki serliga smart at hava trý stór sjúkrahús. Eg haldi vit skulu hava eitt sterkt sjúkrahús mitt í landinum, sum kann vera eitt áhugavert og modernað arbeiðspláss hja læknum og øðrum starvsfólki. Hini bæði sjúkrahúsini kunnu so avmarkast til at vera góðar og vælútgjørdar skaðastovur. Á henda hátt høvdu vit møguliga fingið eitt meira effektift heilsuverk, har trivnaðurin hjá starvsfólkunum gjørdist betur. Herman Oskarsson hevur, sum altíð, eina góða grein. Hann nevnir okkara pínligu ”byngjuskúlar”, og eg eri eisini samdur við honum í, at Havnin manglar nógv ting. Okkara gomlu búgva ikki rætt, okkara ungu sleppa als ikki at seta búgv og nógv onnur anlegg mangla. Eg haldi vit skulu hava ein sterkan høvuðsstað. Havnin má gera íløgur í skúlabygging, eldrabýli, útstykking av grundstykkum og onnur anlegg, tí fólk fara altíð at vilja flyta til høvuðsstaðin, bæði av bygd og serstakliga okkara lesandi og arbeismegi úr øðrum londum. So eg sigi eisini: ”Way to go, Tórshavn!” Tað er ikki ábyrgdarleyst og landsskaðiligt virksemi at styrkja høvuðsstaðin. Felags fyri hesar greinarnar er at vit í Føroyum mangla hagtøl. Hvussu nógvir stakir uppihaldarar eru? ­ Hvat er eitt minstamark fyri at yvirliva í Føroyum? ­ Hvussu hevur búskapurin tað veruliga? ­ Hvussu nógv vilja búgva í Havn? Osv., har eru óendaliga nógvir sera umráðandi spurningar, sum vit mangla svar uppá. Hagtøl eru av alstórum týdningi fyri at vit kunnu stýra landinum ein ella annan veg. Viðmerkingar til ymiskar blaðgreinar úr vikuskiftis Dimmalætting og Sosialinum HD/U róaldur JákupssoN