mikudagur 17. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 201 - 17. oktober 2007
(Men gloymt at boða
tinginum og Føroya
fólki frá?)
Hava verið til arbeiðis
í tinginum seinastu
dagarnar, og sami
ruðuleiki sum hevur
verið í landsins leiðslu
seinastu knapt fýra
árini, kemur nú eisini
týðuliga til sjóndar í
arbeiðinum á Føroya
Løgtingi.
Tilvildin er tann sum
ræður, og tað gerst sjón
ligari og sjónligari fyri
hvønn dag sum gongur,
at her hvørki er ella vil
vera nakar sum traðkar
fram og vil taka ábyrgd
og seta út í kortið
hvagar leiðin hjá
føroyska samfelagnum
skal ganga.
Búskapurin siglir sín
egna sjógv, vantandi
langtíðarplanlegging á
øllum økjum, alt koyrir
uppá besta beskubb. Eitt
nú hvørjar íløgur skulu
raðfestast innan
gransking,
granskingarpark ella
gransking? Hvørjar
íløgur skulu raðfestast
innan samferðslukervi,
flogvøllur ella
Sandoyartunnil? Hvørjar
íløgur skulu raðfestast
innan heilsuverki, at skrá
seta mistøk hjá hvørjum
øðrum ella at góðsku
menna sjúklingaviðgerð
irnar? Hvørjar íløgur skulu
raðfestast innan útbúgving,
uttanatslæra ella eftirút
búgving av lærarum?
Hvørjar íløgur innan
mentan skulu raðfestast
yvirhøvur?
Hetta er sera ringt at fáa
eyga á nú fíggjarlógin er
løgd fram og hvør lands
stýrismaður roynir at yvir
bjóða hvønn annan við
einum stórfingnum projecti
fyri og øðrum eftir. Flog
vøllur, undirsjóvartunnil,
trygdarmiðstøð, granskara
park, fyritíðarpensjónir í
næsta valskeiðið, skatta
lættar í næsta valskeiðið,
og you name it, her eru
ongi mørk fyri hvussu
valstríð kann rekast við
almennum pengum úr
landskassanum.
Og ikki nokk við tí, til
viðgerðirnar av týðandi
málum í tinginum, hvørki
hoyrist ella sæst landsstýr
ið. Hava júst viðgjørt mál
um at veita fyritíðarpens
ionistum við lægstu fyri
tíðarpensjón betri kor, ein
roynd sum hevur verið
gjørd á hvørjum árið í hes
um valskeiðinum, men
ongin áhugi frá samgong
uni, landsstýrismaðurin
hvørki hoyrdist ella sást í
tinginum.
Uppskot um at gera
munandi náttúrufriðing
arátøk í føroysku náttúruni,
at skipa tjóðarlundir í Før
oyum, men ongin áhugi frá
samgonguni, landsstýris
maðurin hvørki hoyrdist
ella sást í tinginum.
Viðgerð av umsókn um
EFTA limaskap hjá
Føroyum, eitt sera týðandi
mál fyri framtíðar føroysk
handilsviðurskifti, men
sama søga endurtók seg,
Føroya løgmaður, sum var
ar av málinum, hvørki hoyr
dist ella sást í tinginum.
Alt hetta sjálvt um tað er
skylda hjá landsstýrismann
inum at vera til staðar tá
løgtingið hevur fund.
So, álvaratos, hevur løg
maður lagt frá sær, men
gloymt at boða Tinginum
og Føroya fólki frá?
Hevur løgmaður lagt frá sær?
Heidi
Petersen
Herfyri var bíblian álopin
fyri tað, sum hon sigur
frá um teir ræðuligu
dómar, sum bíða hesi
jørð. Nú eru aftur álop,
hesaferð um tær sexsøgur,
sum bíblian umtalar, at
tær eru óhóskandi fyri
børn at lesa.
Bíblian er ein sonn bók,
innblást av Gudi, sostatt er
hon orð Guds til okkara.
Hetta ber ikki til at
reingja. Tú kanst ikki taka
tað góða, hugnaliga burtur
úr bíbliuni og trúgva tí,
meðan tú forkastar tað,
sum tú ikki hevur hug at
góðtaka. Antin er bíblian
tað, sum hon sigur seg at
vera, orð Guds til okkara,
ella er hon ein stór lygn
øll, sum hon er. Men Gud
havi lov, hon er sonn,
dikterað av honum, sum
sigur: ”Eg eri sannleikin”.
Hetta at har standa
óhugnaligar søgur, um
hvussu menniskju hava
tíggjað sær gjøgnum
farnar tíðir, er so, tí
bíblian fjalir einki, men
sigur sannleikan. Fyri tað
er ikki neyðugt at lesa
hetta fyri smábørnum, vit
standa vanliga ikki fram
heldur og lesa hesar søgur
út í æsir í stórum mann
fjøldum. Tað eru tíðir, har
man skal tala, men eisini
tíðir har tú skalt tiga.
Eg vaks upp í einum
heimi, har bíblian var sett
í hásætið. Fyri tað blivu
slík skriftstøð, sum
umtala sex, ikki lisin upp.
Slík evni eru so intim, at
tey heldur ikki vóru lisin
upp á møtum vanliga.
Er tað ikki bert av
illvilja móti bíbliuni, at
fólk leypa á hana um
slíkt? Nú í hesum tíðum
har menniskja sjálvt er
farið út um øll mørk við
hesum intima evni, sum
hoyrir hjúnalagnum til.
Menniskja sjálvt er tað,
sum sendir alt rátt
ósømiligt út í luftina, og
ógjørligt er at forða fyri
at børn sita og hyggja
eftir slíkum, sum skaðar
tey sálarliga.
Nei bíblian haraftur
ímóti sigur bert frá veru
leikanum, at menniskja er
ein fallin skapningur og
verður dømt, um tað ikki
vendir við.
Tá ið eg, sum barn sat í
stovuni heima, saman við
foreldrum og systkjum til
stuttar andaktir, og vit
lósu gjøgnum opinbering
Jóhannesar t.d., sum er
ræðuligur lesnaður um
dóm, tók eg ongan skaða
av tí, tí vit vórðu
samstundis lærd um tann
góða Gud, sum gjøgnum
Kristus hevði loyst
okkum frá dóminum.
Hetta varð prentað inn í
okkum við orðum og
góðum fyridømi.
Tí eru júst tær
stundirnar nakað av tí
friðsamasta, eg kann
minnast aftur á.
Bíblian sum barnalestur
ricHard
danielsen
....men at lóggeva sær
undan ábyrgd fær vanliga
syrgiligar avleiðingar í
seinna enda
Seinasta fríggjadag fekk upp
skotið “løgtingslóg um barna
umboðsmann” fyrstu viðgerð.
Tjóðveldi átti uppskotið.
Ætlanin við uppskotinum
er, at stovnsettur verður ein
umboðsstovnur,”..... ið tænir
børnum, bøtir um barnakor og
tekur sær av teimum rættind
um og tí tørvi, ið børn hava
sambært hesari lóggávu,...”
Her hjá okkum við 48tús
und íbúgvum, er familjan
hornasteinurin undir einum
mennandi samfelagi. Tann
dýrgripur børnini eru, verður
ongantíð ov væl farin um.
Brúka ábyrgdir til fulnar
Okkara børn og uppvaksandi
ættarlið eiga nógvar tættir,
sum hava ábyrgd, sum forða
fyri, at børnini falla niður
ímillum.
Fyrsti tátturin er foreldrini,
sum eiga at síggja álvarsemið
í at geva barninum eitt so
gott lív, sum gjørligt. Við at
fáa eitt barn, hava foreldrini
samstundis átikið sær eina
nýggja og ofta ókenda
ábyrgd, sum gevur serstaka
gleði, tá rætt er atborið.
Aðrir tættir eru familjan,
námsfrøðingar, lærarar,
læknar og aðrir stovnar.
Tá námsfrøðingar, lærarar
og læknar taka eina útbúgv
ing, átaka tey sær samstund
is eina meiri ella minni upp
alandi ábyrgd, ið skal takast
í álvara. Umráðandi er, tá vit
hava so nógvar ymiskligar
tættir, at hesir verða til
fulnar brúktir.
Tá so onkur kemur út í
trupulleikar, tað er altíð eitt
fátal, sum tó taka tíð, skulu
barnaverndir og Barnavern
darstovan taka við beinan
vegin, soleiðis at luturin hjá
løgreglumyndugleikanum
gerst so lítil sum gjørligt.
Leist eftir egnum
fortreytum
Tað tykist sum um Tjóðveldi
støðugt vil innflyta danskar
og útlendskar stovnar til
Føroya, og billa fólki inn, at
so eru vit við í altjóða
gerðini, heldur enn at hava
leist eftir egnum fortreytum.
Her er høvið at mina á, at
skal okkum eydnast at verða
frammarlaga í altjóðagerðini,
og liggja í fremstu røð í 2015,
er neyðugt fyrst og fremst at
hava okkara egnu bein at
standa á, ikki bara politiskt
sjálvræðisliga, men eitt sam
felag sum er bygt upp prak
tiskt fólksliga, mentanarliga,
vinnuliga, eftir egnum leisti.
Fólkaflokkurin hevur sum
skjaldramerki, at familjan er
hornasteinurin við ábyrgd, at
vit ikki bara lóggeva okkum
undan ábyrgd og trúgva, at
so eru trupulleikanir loystir.
Okkara stovnar skulu virka
til fulnar (optimalt), áðrenn
lagdar verða nýggjar og
óneyðugar rakstrarútreiðslur
á okkara fólk, sum gera, at
ábyrgdin køvist “út í sandin”.
Lóggevast skal
tingmaður
Fólkafloksins
Jógvan við
Keldu
Hans Kárason Mikkelsen
(HKM) skrivar í einum tei
gi í Dimmalætting 24. sept.
um Hólman á Eiði, og har
sigur hann, at tvær dunnur
hava forkomið einum
ætlaðum stadionøki.
Ein og hvør, sum lesur
hatta, hugsar við sjálvum
sær, at tað kann ikki vera
rætt – og tað er tað sjálv
sagt heldur ikki. Greinin er
tikin úr leysari luft og vísir
einans, hvussu lítið HKM
kennir til viðurskiftini.
Hólmin
Hólmin er blotin mitt á
Eiði, sum fyri einum manna
minni síðan var vatn. Eiðis
menn veittu vatnið burtur,
og síðan kom hesin serstaki
blotin ístaðin. HKM skrivar,
at Hólmin er „eitt díki, sum
tykist vera friðað.“ Men her
fer hann skeivur, tí Hólmin
ikki bara tykist vera frið
aður – hann er friðaður. Í
Náttúruverndarlógini stend
ur, at innangarðs eigur ikki
at verða bygt nærri enn 300
m frá vøtnum uttan loyvi
frá Friðingarnevndini. Fyri
fleiri mánaðum síðan gjørd
ust limir í Fuglafrøðifelag
num varir við, at eitt økið
niðri á Hólmanum var upp
grivið. Fuglafrøðifelagið
spurdi seg fyri hjá Friðingar
nevndini fyri Eysturoyar
sýslu og Yvirfriðingarnevnd
ini, og tað gjørdist greitt, at
eingin umsókn um loyvi til
hesa bygging var komin
inn. Seinni varð planerað,
og ein barnagarður stendur
nú í gerð. Í julimánaði stóð
at lesa á heimasíðuni hjá
Eiðis Kommunu, at nú skul
di stadion byggjast mitt í
Hólmanum. Fuglafrøðifelag
num gjørdist greitt, at her
ruggaði neyvan rætt. Síðst í
juli heitti Fuglafrøðifelagið
tí í skrivi á Friðingarnevnd
ina í Eysturoy um at taka
hesi bæði málini upp:
Planeringina til barnagarðin
og ætlaða stadionøkið.
Áheitan
Tað eru tvær orsakir til, at
Fuglafrøðifelagið heitti á
Friðingarnevndina um at
taka hetta mál upp. Onnur
orsøkin er, at vit vilja, at
tær lógir, sum eru gjørdar
til at verja okkara náttúru,
verða hildnar. Hin er, at vit
meina, at Hólmin eigur at
verjast. Í sjálvum Hólman
um hava vit sæð fleiri
áhugaverd fuglasløg, eitt nú
teymentir, krikkentir og
jarðarkonur. Men eisini
meina vit, at Hólmin stuð
lar tí sera ríka fuglalívi,
sum sæst á sjálvum Vatni
num og eisini uttanum. Vatn
ið og økið eru sera áhuga
verd. Har kunnu m.a. síggj
ast gjørir, svanir, súgentir,
kolentir, tannentir, tangspóg
var, reyðspógvar, svartháls
ur, lítlar mýrisnípur og
nógv onnur fuglasløg. Tí
skil meinar Fuglafrøðifelag
ið heilt greitt, at HKM fer
skeivur í sínari lýsing, sum
er, at „fuglalív er lítið og
einki at síggja til“.
Lógin er brotin
Støðan nú er tann, at Frið
ingarnevndin í Eysturoy
hevur heitt á Eiðis Komm
unu um at steðga arbeiði
num, tí neyðug loyvi eru
ikki tøk. Tað tykist neyðugt
at lýsa hetta út í æsir enn
eina ferð, tí fleiri viðmerk
ingar hava staðið í bløðu
num, sum greitt vísa, at
fólk hava misskilt støðuna.
Tað er ikki, sum Sverre
Kruse skrivar í Dimmalætt
ing 28. sept., at „so kom
Náttúrufriðingarnevndin
uppí og segði stopp. Hon
vildi friða hetta runudíkið.“
Veruleikin er, at Eiðis
kommuna breyt lógina, og
Náttúrufriðingarnevndin
hevur kravt, at lógin skal
haldast. Fuglafrøðifelagið
hevur tað greiðu støðu, at
tann oyðing av friðaðum
lendi, sum longu er farin
fram – lógarbrotið – eigur
at fáa fylgjur fyri tey seku.
Nógv ólóglig bygging?
Tíverri steðgar søgan ikki
her, tí nakað rættiliga ørk
ymlandi er komið fram í
fjølmiðlunum. Í einari sam
røðu í Dimmalætting stend
ur at lesa 20. sept. „Tó
heldur Anfinn Kruse, at
tað er løgið so nógv onnur
byggimál á Eiði fáa frið,
sum eisini liggja innan fyri
300 metrar markið“, og
HKM vísir somuleiðis til,
at nógv hevur verið gjørt
innan fyri 300 metrar frá
Vatninum – „Ein barna
garður“, „Korndalsbýlið“,
„garasju“ og „útbyggja
húsini“. Her rør sjálvur
varaborgarstjórin upp und
ir, at her tróta loyvir í nógv
um øðrum førum. Á Eiði
er sostatt nógv ólóglig
bygging farin fram í frið
aðum lendi, og hetta er
lendi, sum hevur stóran
týdning fyri fuglalívið.
Fuglafrøðifelagið vil
hervið heita á avvarðandi
myndugleikar um at taka
hetta, sum Anfinn Kruse
og Hans Kárason
Mikkelsen nevna, upp til
viðgerðar.
Hólmin á Eiði er friðaður