mikudagur 17. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 17. oktober 2007
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tað er við stórari gleði og
takksemi, at vit í felag taka
penn í hond og ynskja
Grethu Joensen hjartaliga
tillukku við 75 ára degnum.
Vit hava nógv at takka fyri,
tá ið vit minnist aftur á tær
mongu góðu løturnar, sum
vit hava upplivað saman við
tær, tey síðstu 25 árini, tú
og maður tín, Levi, hava
rikið Malta í Hirtshals.
Tær hava verið óteljandi
góðar løtur, har Gretha hev
ur hugnað um okkum før
oyingar, ið hava siglt út frá
Hirtshals. Ikki kann sigast
annað enn, at Gretha ofta er
komin í móður stað. Hon
hevur altíð verið klár at
geva okkum eina hjálpandi
hond. Líkamikið um tað var
bobb, fótbóltur, matur ella
buksur, ið skuldu leggjast
upp. Nógv góð minni eru
eisini frá kolunihavanum,
har nógvir føroyskir sjó
menn hava sligið gras, hent
að jarðber, rabarbur o.s.fr.
Tá ið sólin bakkaði niður
hevur hesin garður eisini
verið deiligur at beistast í
ella bara slappa av í. Eisini
hevur knalertin mangan ver
ið kærkomin.
Malta, og alt tað megnar
arbeiði, ið hjúnini Joensen
har hava staðið fyri, hevur
mangan tænt okkum før
oyskum sjómonnum í Hirts
hals væl. Áðrenn fartelefon
in kom, var tað lætt at fara
niðan á Malta at ringja, lesa
bløðini ella bara at frætta
tíðindi heiman í frá. Eisini
er tað eitt hugnaligt stað at
møta øðrum føroyingum,
og at sleppa at hoyra evan
geliið á móðurmálinum. Og
aftaná møtini, er Gretha
altíð klár við einum góðum
kaffimunni. Slíkar løtur eru
ikki lættar at gloyma.
Vegna hetta vilja vit takka
tær fyri alt tað, tú hevur ver
ið fyri okkum, tey mongu
góðu minnini og alt tú hev
ur gjørt fyri okkum. Enn
eina ferð ynskja tær hjarta
liga tillukku á 75 ára deg
num. Harrin signi framtíð
tygara.
Kærar heilsanir
Nakrir vælnøgdir
føroyskir sjómenn í
Hirtshals
Gretha Joensen – ein megnar kvinna – 75 ár
16. oktober 2007
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og langomma
Karolina Betty Frederikka Berg
vanliga nevnd Linnebett
andaðist og fór heim til Harran
Tøkk til starvsfólk og búfólk á sambýlinum
í Skálavík.
Tøkk til sangkórið í Ebenezer.
Tøkk til tykkum, sum við vitjanum, uppringingum
og heilsanum hava troystað.
Tøkk til tykkum, sum komu til jarðarferðina
Tøkk til tykkum øll, sum við blómum, kransum
og á ymiskan hátt mintust Karolinu
Familjunnar vegna
Johannes
Ann-Mari, Rúni, Maj-Britt og Magnus
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá elskaði sonur og bróðir okkara
Bjarni Berg
andaðist og fór heim til Harran.
Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til tykkum, sum við vitjanum, uppringingum
og heilsanum annars hava troystað.
Tøkk til tykkum, sum komu til jarðarferðina.
Tøkk til tykkum øll, sum við blómum, kransum
og á ymiskan hátt mintust Bjarna
Familjunnar vegna
Johannes
Ann-Mari, Rúni, Maj-Britt og Magnus
Sosialurin – altíð við tí nýggjasta
Vilt tú hava feskastu tíðindini?
– so er besta loysnin at keypa Sosialin
Her fæst
Sosialurin fæst í leysasølu
kring alt landið. Bara í
Suðuroynni eru 11 handlar,
har tú kanst keypa Sosialin.
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Verð við!
Les Sosialin!
Sølustøð í Suðuroy...
J.D.Hammer Tvøroyri
Tangabúðin Tvøroyri
Bakarí Gaard Tvøroyri
Statoilstøðin Tvøroyri
FK Trongisvágur
Bakkhús Hvalba
Statoil støðin Vágur
D.J.Vilhelm Vágur
Shell Støðin Vágur
Í Toftum Vágur
Signar Olsen Porkeri