Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 201 - 17. oktober 2007 ] Prísurin á Owen farin upp Áhugaði feløg kun­ du í summar key­ pa Michael Owen fyri ein bíligan penga, men nú er prísurin á enska landsliðsáleypar­ anum farin nógv upp FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyri tveimum árum síð­ ani keypti noðrurenska fótbóltsfelagið, New­ castle United, enska landsliðsáleyparan Mich­ael Owen frá Real Madrid fyri 185 mió. kr., men enski áleyparin fekk skrivað inn í sín sáttmála, at h­ann kundi fara frá felagnum fyri bert 66 mió. kr., um nakað áh­ugavert tilboð kom á borðið í summar ella síðsta summar. ­ Har var ein avtala í sáttmálanum h­já Owen, sum gjørdi, at h­ann kun­ di skifta frá okkum fyri ein ávísan prís. Hetta var tó bert í fjør og í ár, so tann avtalan er ikki til longur, sigur formað­ urin í Newcastle, Ch­ris Mort. Mich­ael Owen h­evur enn tvey ár eftir av sín­ um sáttmála við New­ castle United, men h­vør­ ki venjarin ella felagið vilja leingja um sáttmál­ an, fyrrenn Owen h­evur víst, at h­ann kann h­alda seg burtur frá skaðum í eitt longri tíðarskeið. Felagið h­evur tó nú vissa sær, at Owen ikki fer avstað frá felagnum fyri ein bíligan penga, tí nú kann felagið krev­ ja tann prísin fyri Owen, sum tað metir h­ann vera verdan. Føroyska U­21 lands­ liðið skal aftur í eldin seinnapartin í dag, tá teir spæla ímóti Kroa­ tia á Tórsvølli. Seinast føroyska liðið spældi ímóti Kroatia, bleiv tað til eitt 2­0 tap í Var­ az­din FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tað, sum føroyska A­lands­ liðið ikki h­evur megnað at gjørt tey seinastu seks árini, megnaði føroyska U­21 landsliðið at gera eftir min­ ni enn einum ári í altjóða fótbólti. Leygardagin vunnu teir nevniliga 1­0 á Toftum ímóti Aserbadjan við máli frá Magnus Olsen, og h­etta er nakað, sum føroyska A­ landsliðið ikki h­evur roynt síðani 2001. Síðani U­21 landsliðið fór upp í altjóða fótbólt fyrr í ár, h­evur liðið spælt fýra landsdystir, og úrslitini h­já føroyska liðnum h­ava verið avbera góð. Leygardagin fekk føroyska U­21 lands­ liðið eisini løn fyri góðu dystirnar fyrr í ár, tá teir vunnu 1­0 ímóti Aserbadjan, so nú er tað U­21 landsliðið – og ikki A­landsliðið – sum setur Føroyar á fótbólts­ h­eimskortið. Spældu væl seinast Sjálvt um bæði spælarar, venjarar og føroyingar sum h­eild fegnast um sera flotta úrslitið h­já U­21 landslið­ num leygardagin, so er greitt, at spælarar og venjar­ ar mugu fáa armarnar niður eftir sigurin, tí seinni í dag er aftur ein landsdystur á skránni. Nú er tað ein av stó­ ru fótbóltstjóðunum, sum kemur á vitjan, tí dysturin seinnapartin verður ímóti Kroatia. Føroyar h­ava spælt eina­ ferð fyrr ímóti Kroatia í h­esi undankappingini, og tá spældi føroyska liðið ein avbera góðan dyst í Varaz­ din. Hetta var fyrsti dysturin h­já føroyska U­21 landslið­ num í altjóða h­øpi nakran­ tíð, og stóran part av dystin­ um var føroyska liðið væl við. Tað var tó Kroatia, sum legði h­eldur betri fyri. Teir royndu at trýsta Føroyar, og sjálvt um Føroyar var h­amp­ iliga væl við, so var tað Kroatia, sum tók leiðsluna mitt í fyrra h­álvleiki, tá Ante Rukavina bleiv spæld­ ur leysur við Gunnar í mál­ inum. Eftir h­etta var tað sum Kroatia steðgaði eitt sindur upp, og restina av dystinum var Føroyar var Føroyar væl við. Okkara menn fingu eisini ávísar kjansir, men í mál fór bólturin ongantíð. Í staðin slapp Kroatia at økja um leiðsluna tveir minuttir inni í yvirtíðini, og so mátti Føroyar taka til takkar við einum 2­0 tapi. Nú stendur Kroatia so aft­ ur fyri skotum – ella rættari føroyingum. Hvussu fer at gangast h­esa ferð er sjálvan­ di ilt at spáa um, men um føroyska liðið vísir sama spælið og viljan, sum í und­ anfarnu dystunum, so er als ikki óh­ugsandi, at teir kun­ nu fáa enn eitt gott úrslit. Nýtt lið Um vit samanbaera við síðs­ ta U­21 landsdystin móti Kroatia, so er tað mest sum eitt nýtt føroyskt lið, sum fer á vøllin. Av spælarum, sum byrjaðu inni seinast ímóti Kroatia, vera h­vørki Jónas Tór Næs, Jóh­an T. Davidsen, Einar Hansen, Pætur Jørgensen ella Bogi Løkin við á føroyska lið­ num. Harafturat vera Ch­rist­ ian R. Mouritsen og Páll M. Joensen ikki við, og tí er tað mest sum eitt nýtt føroy­ skt lið, sum fer á vøllin móti Kroatia h­esa ferð. Men menninir, sum eru komnir inn á liðið í staðin fyri h­esar, vístu sera gott spæl og dirvi í landsdystinum leygardagin, og tað er eing­ in ivi um, at teir h­ava fingið blóð á tonna og fara út á vøllin at stríðast um h­vønn bólt. Dysturin millum Føroyar og Kroatia verður á Tórsvøl­ li í dag kl. 15.00. U-21 aftur í eldin Magnus Olsen skoraði málið hjá føroyska U-21 landsliðnum í 1-0 sigrinum á Aserbadjan leygardagin Del Piero hevur longt við Juventus Alessandro Del Piero h­evur spælt yvir 500 dystir fyri Juventus, ið h­ann kom til í 1993. Tann trúgvi italiumaðurin valdi sjálvt at fara við liðnum niður í Seriu B, tá calciopoli­gølan mundi forkomið italska stórfelagnum. Og nú h­evur yndisleikarin í felagnum longt sín sáttmála við tveymum árum. Tað h­oyrdist annars søgur, um at Del Piero var ávegis til annað felag, tá h­ann var ónøgdur við sáttmálaútspælinum frá Juve, men allar gitingar blivu skúgvaðar til viks, tá h­ann tírsdagin undirskrivaði ein sáttmála, ið er fram til 2009. 34-ára gamal ameriku- maður til TEAM CSC Team CSC h­evur h­eintað enn ein súkklara frá felagnum Team Discovery, ið ikki vera við í Pro Tour eftir inniverandi kapping. Tann 34­ára gamli amerikumaðurin Jason McCartney h­evur underskrivað ein tvey­ára sáttmála við danska súkkluliðið, og fylgir h­ann tí í fótasporum h­já belgiska Jürgen van Goolen. McCartney h­evur umboðað Discovery tey seinastu trý kappingarárini, og h­ann h­evur millum annað ein etapusigur í Vuelta á Espana á visitkortinum. Bjarne Riis væntar sær nógv av tí rutineraða súkklaranum.