mikudagur 17. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 201 - 17. oktober 2007 ]
Gravesen spjaðir
gleði í Everton
Thomas Gravesens er vendur aftur til sítt gamla felag
Everton, eftir at hann hevur verið og roynt seg í Real
Madrid og Celtic, og hetta hevur økt um liðandan hjá
liðfeløgum hansara. - Hann hevur lyft okkum øll, síðan
hann kom aftur. Hann er fantastiskur. Eg var errin av
honum, tá hann spældi í Real Madrid, men nú er hann
aftur her, hann er superprofessionellur. Ein maður við
umsorg, og hann gevur sær stundir til øll, sigur
fysioterapeuturin Mick Rathbone við Everton TV.
Søguligur sigur til
donsku U-17 genturnar
Sigurin hjá danska U-17 gentulandsliðiðnum móti Armenia var
søguligur á meira enn ein hátt.
Á fyrsta sinni spældi eitt danskt U-17 gentulið í EM, og úrslitið
gjørdist eisini til metstóran sigur til danir. Heili 24-0 varð
endaliga støðan, og má sigast, at hetta er vorðið sum byrjan hjá
teimum reyðu og hvítu.
Johan Troest David
sen er klárur til sín
fyrsta landsdyst
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Í grundini
hevur hann framvegis aldur
at spæla á U21-landsliðnum.
Hann kundi verið við í
sigrinum móti Aserbajan,
men sat í staðin smáskaddur
á síðulinjuni og eygleiddi
nýggju liðfelagar sínar, sum
vóru eyðmýktir av fronskum
heimsstjørnum. Nú bilar
skaðin ikki meiri. Johan
Troest
Davidsen
kann
spæla, og Johan Troest
Davidsen skal spæla, tá før-
oyska liðið fer á vøllin í
kvøld.
– Eg eri altíð klárur at
umboða land mítt, sigur
hann avgjørdur.
Johan Troest Davidsen er
verjuleikari,
sum
kann
spæla á øllum plássum á aft-
astu ketuni. Jógvan Martin
Olsen ynskir at brúka hann
í høgra borði.
– Hetta verður mín fyrsti
A-landsdystur, men á ung-
dómslandsliðunum havi eg
ongantíð spælt síðubakkur.
Tað havi eg tó roynt í feløg-
unum, eg havi spælt í og at
royna tað á landsliðnum
verður
spennandi,
sigur
maðurin, sum hóast sín
unga aldur hevur spælt í
NSÍ, Everton og Skála.
– Í míni tíð í Everton var
eg á White Hart Lane hjá
Tottenham og Goodison
Park hjá Everton. Tey rúma
eini 40.000 áskoðarum, so
hetta er tað størsta stadion,
eg havi verið á.
Spurdur um, hvussu hann
roknar við at dysturin í
kvøld fer at taka seg út,
svarar Johan Troest David-
sen, at hann persónliga ætl-
ar at gera alt hann er ment-
ur.
– So fáa vit at síggja
hvussu langt tað røkkur,
men tá hetta er fyrsti lands-
dysturin hjá mær, er tað ilt
at meta um, hvussu tað fer
at ganga hjá okkum. Vit
skulu tó sjálvandi inn og
gera tað betri enn móti Frak-
landi, sigur altso Johan
Troest Davidsen, sum eftir
øllum at døma fær debut á
føroyska
landsliðnum
í
kvøld.
Jón Rói Jacobsen er
royndasti maðurin í
føroysku verjuni, sum
annars er mannað við
trimum NSÍ’arum
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Jón Rói
Jacobsen er einasti føroyski
verjuleikarin á vøllinum í
kvøld, sum hevur altjóða
royndir. Óli Hansen og
Johan
Troest
Davidsen
skulu spæla sín fyrsta lands-
dyst, meðan Einar Hansen
sleppur at royna seg fyri
aðru ferð.
Tað merkir at 24 ára
gamli Jón Rói Jacobsen
eftir øllum at døma verður
stýrimaðurin í verjuni, har
annars tríggir fjórðingar
spæla við NSÍ.
– Ja, nú fáa vit at síggja.
Vit fara at tosa um tingini,
men eg eri so tann av okk-
um, sum hevur flest royndir
í landsliðshøpi, svaraði Jón
Rói Jacobsen, tá vit eftir
venjingina spurdu hann, um
hann var klárur at stýra før-
oysku verjuni.
Móti fraklendingum kom
Jón Rói Jacobsen og før-
oyska verjan undir eitt øgi-
ligt trýst, og heili seks mál
fóru ígjøgnum. Havnarmað-
urin í AaB ivast heldur ikki
í, at føroyska verjan nokk
skal fáa seg roynda móti
Ukraina.
– Eysturevropeisku liðini
hava vit ofta havt trupulleik-
ar av. Teir trýsta hart og
spæla skjótt. Ukraina er eitt
lið í heimsflokki, heldur
Jón Rói Jacobsen. At størsta
stjørnan,
Andriy
Shev-
chenko, er leikbannaður í
kvøld fær heldur ikki Jón
Róa at síggja lætt upp á upp-
gávuna.
– Sjálvandi er tað gott hjá
okkum, at Shenchenko ikki
er við, tá hann er besti leik-
ari teirra. Men inn fyri hann
kemur ein annar góður mað-
ur. Sjálvandi ikki á heilt
sama støði sum Shevchenko,
men ein sum fegin vil
prógva sítt virði, so tað
broytir kanska ikki so nógv
kortini, metir Jón Rói Jacob-
sen. Hann metir somuleiðis,
at føroyska liðið skal spæla
fyri teimum møguleikunum,
sum teir fara at fáa móti
Ukraina.
– Sum altíð skulu vit gera
ein góðan innsats fyri at fáa
eitt gott úrslit. Ukraina er
eitt sera sterkt lið, men
kjansir fáa vit heilt sikkurt
og teimum skulu vit fara
eftir, sigur Jón Rói Jacob-
sen, sum svarar soleiðis, tá
hann varð spurdur hvat eitt
gott úrslit er:
– Á útivølli móti Ukraina
hevði javnleikur verið eitt
sera gott úrslit. Ein sigur er
sjálvandi eisini góður, men
eitt tap er ongantíð gott.
Til venjingina í
gjárkvøldið á tjóðar
leikvøllinum í Kiev
avdúkaði Jógvan
Martin Olsen tað,
sum eftir øllum at
døma verður føroyska
uppstillingin í kvøld
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Talan var
um ein lætta og lutfalsliga
stutta venjing. Kortini kom
týðiliga til sjóndar, hvussu
Jógvan Martin Olsen hevur
ímyndað sær, at føroyska
liðið skal síggja út í kvøld.
Jákup Mikkelsen er mál-
verji. Johan Troest Davidsen
sleppur at royna seg á høgra
bakki. Jón Rói Jacobsen og
Óli Hansen manna mið-
verjuna, og Einar Hansen
er afturvaldur á vinstra
bakki.
Høgri
miðvallarleikari
verður Símun Samuelsen.
Hann skiftur sostatt síðu í
mun til dystin móti Frak-
landi. Mitt á vera Mikkjal
Thomassen, sum er tøkur,
og Atli Danielsen, sum hev-
ur sitið leikbannið av sær.
Uttast í vinstru verður
Christian Høgni Jacobsen.
Fremstu menninir vera
teir somu sum seinast:
Rógvi
Jacobsen
og
Christian Lamhauge Holst.
Gevur seg sjálvt
Hetta var í hvussu so er tað,
sum framgekk í dystinum,
ið spældur var eina løtu,
har
omanfyri
nevnda
manning spældi móti hinum
sjey leikarunum. Jógvan
Martin Olsen segði tó
ongantíð, at hetta vóru teir
ellivu, hann fór at senda á
vøllin í kvøld, men viðgekk
at
verjan
helst
verður
henda.
– Tað er øgiliga sannlíka,
at vit stilla við hesi verjuni,
segði Jógvan Martin Olsen
eftir venjingina. Hetta merk-
ir at Christian Høgni Jacob-
sen verður fluttur longur
fram á vøllin.
– Tað var eisini planurin
at
varðveita
Christian
Høgna uppi á vøllinum sein-
ast, men av tí at Johan varð
skaddur, fingu vit ikki troytt
tann møguleikan. Tað var
eisini ein missur ikki at
hava Christian Høgna í
vinstra borði seinast, ásann-
aði Jógvan Martin Olsen og
nevndi síðani teir báðar
dystirnar móti Italia og
Skotlandi, har Christian
Høgni Jacobsen spældi so
væl.
Óli Hansen sleppur at
royna seg í miðverjuni und-
ir liðini á Jón Róa Jacob-
sen. Tá Fróði Benjaminsen
gav avboð, hevði Jógvan
Martin ikki so nógvar aðrar
møguleikar, so tað gav seg
sjálvt.
Á sentrala miðvøllinum
kemur Atli Danielsen inn
fyri Súna Olsen. Tað er púra
nattúrligt, heldur landsliðs-
venjarin:
– Eg havi altíð sæð Atla
sum ein møguleika til mið-
vøllin. Tað er eisini har
hann spælir í Frem. Men
tað vísir seg at vera sera
trupult at byggja nakað upp
við liðnum, tá tað er broyt-
ingar hvørja ferð og fleiri
leikarar ikki eru tøkir, sigur
Jógvan Martin Olsen, lands-
liðsvenjari.
Jógvan
Martin
Olsen
segði síðani, at leikarar
gleða seg til dystin í kvøld:
– Eitthvørt lið, sum hevur
tapt 6-0, leingist at koma á
vøllin aftur. Leikararnir eru
øgiliga tráir at sleppa at á
vøllin og vaska tapið av
sær. Men til tað krevst at vit
levera ein innsats sum er
meiri enn 100 prosent, ljóð-
ar tað frá landsliðsvenjaran-
um, sum ikki neyðturviliga
metir tað vera ein fyrimun,
at Ukraina fyri sovítt einki
hevur at spæla fyri.
– Teir hava nógvar svang-
ar leikarar á bonkinum, og
slíkir kunnu blomstra upp í
dystum sum hesum, sigur
Jógvan Martin Olsen og vís-
ir til dystin móti Fraklandi,
har ungu innskiftarar veru-
liga imponeraðu, hóast sig-
urin langtsíðani var í hús.
Liðið varð sett í gjárkvøldið
Landsliðsvenjarin í samrøðu
við Hilmar Jan Hansen og
Útvarpið eftir venjingina
á tjóðarleikvøllinum
Olimpiysky í gjárkvøldið
Mynd: Rólant Waag Dam
Altíð klárur at umboða landið
24 ár og flest royndir
Ukrainskir fjølmiðlar prátaðu við Jón Róa Jacobsen eftir
venjingina í gjárkvøldið
Mynd: Rólant Waag Dam