mikudagur 17. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 201 - 17. oktober 2007 ]
Torres vil møta Everton
Spanski áleyparin Fernando (El- Nino) Torres, kundi ikki
vera við móti dønum leygardagin vegna mjadnaskaða, men
hann vónar at hann kann gerast klárur til The Merseyside
Derby, millum Liverpool og Everton, ið verður í
vikuskiftinum. - Eg vil ikki lata møguleikan fyri at spæla
Derbydyst móti Everton. Tað er mær greitt frá, hvussu
stóran týdning hesin dysturin hevur, og eg vil so gjarna
verða klárur til tíðina. Eg havi spælt í stórum Derby dystum
fyrr. Eg spældi fyri Atletico móti Real Madrid, og eg gleði
meg til at uppliva nakað líknandi í Premier League, sigur
Fernando Torres fyri World Soccer News.
ÍF leingir við tríggjar
Í gjárkvøldið varð greitt at fótbóltsliðið ÍF hevur megnað at
longt sáttmálan við tríggir av sínum stuðulsleikarum. Tað
hoyrist úr Fuglafirði at teir ynskja at túrurin í bestu deildini
í komandi kappingarári verður drúgvari enn hann var
seinas. Leikararnir, talan er um, hava verið berandi kreftir á
liðnum, ið megnaði at náa uppflyting til bestu deildina í
ár.Leikararnir eru: Fritleif í Lambanum (verjuleikari), Nenad Saric
(miðvallaleikari/framherji) og Áki Petersen, (verjuleikari)
Lítil áhugi fyri
dystinum
Sambært lokalum journalistum, er áhugin
fyri dystinum í kvøld lítil. Møguleikin
at røkka EM-endaspælinum er rokin,
Shevchenko er skaddur og mótstøðuliðið
ikki so áhugavert
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Tað merkir ikki býarmyndina í stór-
býnum Kiev, at tað er landsdystur í dag. Snotuligu og
reinu gøturnar síggja út sum tær gera allar aðrar dagar á
árinum. Lokalu sjónvarpsrásirnar gera ikki so nógv
burtur úr, meðan bløðini eisini innihalda annað enn
fótbólt.
Tó var eitt lítið lið av lokalum fjølmiðlafólkum til
venjingina hjá landsliðnum í gjárkvøldið. Sambært hes-
um er áhugin fyri dystinum lítil. Hetta kemst at teirri
einføldu orsøk, at liðið, sum til seinasta HM-endaspæl,
var heilt stóri tjóðarstoltleikin og spældi seg í fjórð-
ingsfinalunar, leygardagin misti møguleikan at spæla
seg til EM-endaspælið í summar. Harnæst er størsta
stjørnan, Andriy Shevchenko, skaddur, og tískil minkar
áhugin enn meiri.
Sum ein triðji – og sæð við okkara eygum – lítið huga-
ligur faktorur, ið eisini ger dystin minni áhugaverdan
enn aðrar, er dagsins mótstøðulið hjá Ukraina, Føroyar.
Sambært journalistunum á Olimpiysky tjóðarleikvøll-
inum í gjárkvøldið, draga Føroyar ikki so nógvar áskoð-
arar sum eitt nú Italia og Frakland – surprice, sur-
price...
Stórsligið stadion
Olimpiysky tjóðarleikvøllurin hevur annars pláss fyri
eitt sindur av fólki. Eisini fyri 12. manni, um tað skuldi
verið. Gott og væl 80.000 fólk rúmast vanliga kring
stóra vøllin. Í løtuni er tó eitt sindur av byggivirksemi
uttanfyri, sum ger, at tað av trygdarávum ikki sleppa
meiri enn stívliga 40.000 til dystin í kvøld.
Tað verður tó á ongan hátt roknað við so nógvum
áskoðarum. Lokala pressan metti, at hægst 15.000 fólk
koma, men rokna ikki við meiri enn 10.000.
Lokalir fjølmiðlar fylgdu venjingini hjá landsliðnum í gjár
Mynd: Rólant Waag Dam
Bert tríggir
á sama sessi
Í mun til fyrra dystin
móti Ukraina eru
heilar átta broytingar
í liðnum hesaferð
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kiev, Ukraina: Pláss fyri
pláss er talan um átta broyt-
ingar, ið Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari, er
noyddur at gera í mun til
tað liðið, hann sendi á vøll-
in á Svangasskarði tann 24.
mars í ár.
Málverjin
verður
hin
sami og Rógvi Jacobsen
verður áleypari. Tað vil
siga, at aftasti og fremsti
maðurin vera teir somu,
samstundis sum Mikkjal
Thomassen byrjar í mitt á
miðvøllinum, eins og hann
gjørdi seinast liðini møtt-
ust.
Á øllum hinum plássunum
eru broytingar.
Verjan skift út
Øll er verjan er útskift. 24.
mars vóru tað Óli Johanne-
sen og Fróði Benjaminsen,
sum vóru miðverjar, meðan
Atli Danielsen var í høgra
og Marni Djurhuus vinstra
borði. Marni er ikki við og
hansara sess hevur Einar
Hansen yvirtikið. Atli er
við, men kemur væntandi
at røkja uppgávuna sum
sentralur miðvallarleikari,
nú Súni Olsen er leikbann-
aður. Tískil kemur Johan
Troest Davidsen at spæla
høgri bakkur, nú hann er
skaðafríur. Til miðverjuna
hevur Jógvan Martin Olsen
einki annað val, enn at
brúka Jón Róa Jacobsen og
Óla Hansen nú hvørki Óli
Johannesen
ella
Fróði
Benjaminsen eru við. Her
vóru fýra tær fyrstu broyt-
ingarnar.
Miðvøllurin broyttur
Á miðvøllinum eru eisini
stór útskifting. Súni Olsen
er sum sagt leikbannaður,
og í hansara stað kemur Atli
Danielsen – broyting numm-
ar
fimm.
Hin
sentrali
miðvallarleikarin, Mikkjal
Thomassen verður tó hin
sami sum móti Ukraina
seinast.
Jákup á Borg átti høgru
síðu 24. mars, men er
skaddur og tískil ikki við.
Henda sess tók Hjalgrím
Elttør sær móti Fraklandi,
men við tað at Christian
Høgni er leysur av høgra
bakki, verður hann hann
fluttur fram á vinstru síðu.
Símun Samuelsen fer síðani
yvir í hitt borði og Hjalgrím
Elttør rýkur út.
Hetta merkir at bæði
Símun Samuelsen og Christ-
ian Høgni Jacobsen, sum
annars vóru við í móti
Ukraina, báðir spæla á
øðrum plássi enn tá. Tá var
Christian Høgni í álopinum
og Símun Samuelsen vinstri
miðvallarleikari. Sætta og
sjeynda broytingin.
Rógvi
Jacobsen
og
Christian Lamhauge Holst
vera fremstu menninir hesa-
ferð. Rógvi var við móti
Ukraina,
men
tá
sat
Christian Lamhauge Holst
á beinkinum. Tað fer hann
ikki hesaferð og tað er
áttanda broytingin á liðnum
í dag í mun til liðið, ið varð
sent á vøllin móti Ukraina á
Svangasskarði 24. mars.
Liðið 24. mars 2007:
Jákup Mikkelsen – Atli
Danielsen, Óli
Johannesen, Fróði
Benjaminsen, Marni
Djurhuus – Jákup á Borg,
Súni Olsen, Mikkjal
Thomassen, Símun
Samuelsen – Rógvi
Jacoben, Christian Høgni
Jacobsen.
Bergur,
Hanus og
Tem eru
hot
Millum lokalu fjølmiðla-
fólkini í gjár vóru tvær
kvinnur. Teir eygleiddu
venjingina og skrivaðu
smáar notitsir á teirra
ljósareyðu blokkar. Ein
sjáldsom sjón, tá fót-
bóltsdystir vanliga bara
verða dekkaðir av monn-
um. Tær komu eisini
yvir og spurdu, hvørjir
leikararnir
vóru
við
tølunum 7, 12 og 15 á
venjingarbúnunum vóru?
Hetta vóru Bergur Mid-
jord og Hanus Thor-
leifsson hjá B36 og Tem
Hansen úr Lyngby. Tað
vísti
seg
síðani,
at
kvinnuligu journalistar-
nir arbeiddu fyri eitt
damu-blað,
sum
ikki
endiliga eygleiddi fót-
bóltsevnini á vøllinum. Í
hvussu so er staðfestu
tær báðar, at teir tríggir
vóru hot.