mikudagur 17. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 201 - 17. oktober 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Sunnudagin 28. oktober kl.
16.00 letur upp ein sera
spennandi framsýning um
søguna hjá ítróttarfelagnum
NSÍ í Heiðahúsinum í Sal
tangará. Framsýningin er
ein liður í teimum ymisku
hátíðarhaldunum hjá felag
num, í samband við at NSÍ
í ár hevur 50 ár á baki. Fyri
reikararnir av framsýningini
hildu tað verða sera væl
hóskandi at leggja hesa
áhugaverdu framsýningina
í árligu mentunarvikuni hjá
Runavíkar Kommunu, sum
eisini fellur saman við stóru
vinnustevnuni Faroexpo.
Framsýningin verður so
leiðis í tíðarskeiðnum 28.
oktober til og við 4. novemb
er, og kemur hon at verða
opin allar dagarnar frá kl.
17.00 til 20.00, tó byrjar
hon
tann
fyrsta
dagin
kl.16.00 við móttøku.
Í høvuðsheitum kemur
talan at verða um eina fjøl
broytta myndaframsýning,
sum kemur at lýsa øll hesi
fyrstu 50 árini hjá felagnum.
Harafturat
verður
eisini
ymiskt annað sera áhugavert
at síggja, so sum gamlir
búnar, brot úr gerðabókum,
v.m. Hvønn dag meðan
framsýningin koyrir, kemur
hon eisini at fáa vitjan av
gomlum, sum ungum, kend
um NSÍ’arum
Fyrireikararnir
hava
longu megnað at fingið til
vega heilt fitt av tilfari frá
fólkinum á staðnum, men
ynskja
framhaldandi
at
útvega sær meiri tilfar, so
framsýningin kann gerast
so góð og fullfíggjað sum
tilber, og heita fyrireikararnir
tí framvegis á tey sum
liggja inni við áhugaverdum
tilfari í samband við søguna
hjá NSÍ, um at seta seg í
samband við seg, og kann
hetta gerast við at ringja á
tlf. 223184 Tey sum eisini
vita um okkurt, sum tey
meta eigur at verða ein part
ur av hesi framsýningini,
eru eisini vælkomin at
ringja.
Fyrireikararnir ivast onga
løtu í at framsýningin av 50
ára søguni hjá NSÍ kemur
at verða væl vitjað, eins og
teir heldur ikki ivast í, at
tey sum vitja koma at fáa
eitt gott upplivilsi. Framsýn
ingin er ókeypis.
TíðINdASkRIv:
Suðuroyar Svimjifelag fer
at taka lut í Danmark meist
araheitinum í 25 metur hyli,
ið verður seinni í mánaði
num.
SUSVIM verður at lut
taka við 5 svimjarum. Tey
eru:
Shaila Millum Garðarnar,
Danjal Martin Hoffgaard,
Pál Joensen, Mona Simon
sen
og
Malan
Vitalis
Bærendsen. Við svimjarun
um verður høvuðsvenjarin
Jón Bjarnason.
Kappingin verður hildin
í Greve 25 til 28 oktobur og
luttaka um 500 svimjarar
frá 68 feløgum, 66 Donsk,
SUSVIM úr Føroyum og
íslendingar
verða
eisini
við.
Til tey ið hava møguleika
at fara til kappingina, skal
upplýsast at kappingin er í
Greve Svømmehal
Jørgen Bachs Plads 1
2670 Greve
Danmark
At senda svimjarar til kapp
ing uttanlands, er ein liður í
menningini
av
okkara
svimjarum, so vit eisini
framhaldandi kunnu verða
á ovastu rók hvat svimjing
viðvíkur í Føroyum
Ferðalagið fer úr Føroy
um 24. og verða heima aftur
29. okt.
Vit á susvim.com verða
sjálvandi at fylgja við og
verða úrslit og annað at
finna á heimasíðuni hjá
felagnum.
Stuðlað túrinum hava:
Suðuroyar Sparikassi, Rock
trawldoors og Faroe Farm
ing.
SUSVIM-liðið, ið fer við til
kappingina í Greve
Suðuroyar Svimjifelag til kapping í Greve
FM í Býar
koyring
verður
leygardagin
SÚkkLING
Tíðindaskriv
FM í Býarkoyring verður
leygardagin
komandi.
Møguleiki verður hjá
børnum og vaksnum at
kappast um FM heitið.
Kappingin verður í Hoy
vík
Leygarmorgunin klokk
an átta verður kappast
um FM heitið hjá teimum
vaksnu og eftir at øll eru
komin á mál, sleppa børn
at royna seg. Hetta verður
klokkan tíggju.
Børnini kunnu tilmelda
seg á staðnum, tvs. við
nýggju kirkjuna í Hoy
vík, meðan tey vaksnu
skulu melda til á heima
síðuni hjá Tórshavnar
Súkklufelag, ið er
www.tsf.fo
Stór framsýning av
50 ára søguni
hjá NSÍ