fríggjadagur 18. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 94 - 18. mai 2001
Nr. 94 - 18. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
C
M
Y
K
10
Løgreglan við vápnum og hundum
gongur ørindi fyri arbeiðsgevararnar
Sum fráboðað í Útvarpinum, so hevur løgreglan nú lagt upp í
tiltøk okkara.
Henda framferð, har løgreglan møtti við vápnum og hundum,
umframt at teir høvdu sjúkrabilar til reiðar, minnir ikki sørt um
støðuna í diktaturstatum, men tað er tíverri einki eindømi, at
løgreglan letur seg misbrúka av makthavarunum.
Vit skulu við hesum boða frá, at vit ikki ætla at bakka fyri hesum
ágangi frá løgregluni, og vit hava tí ætlanir um at herða tiltøk
okkara.
Vit heita á teir uml. 8000 limir okkara, sum eru í verkfalli,
um at standa saman móti hesari ráðagerð,
tí bert við samanhaldi kunnu vit vinna stríð okkara.
Vit vilja ikki góðtaka, at Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við
Havnar Arbeiðsmannafelag skal diktera, at limir okkara skulu
hava uml. 2,5% minni lønarhækking enn hini feløgini, og vit
vænta at limir okkara fult út stuðla tiltøkum okkara.
Tórshavn,17.05.2001
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag