hósdagur 18. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 202 - 18. oktober 2007
Herfyri vóru 6
journalistlesandi frá
Sydfynske Universitet
í Odense á vitjan í
Føroyum, meira sum
ein túr í heystfrítíðini
heldur enn ein
lestrartúr. Og tey lótu
stak væl at bæði landi
og fólki – um enn
landsdysturin móti
Fraklandi ikki gekst
eftir vild
JOURNALISTVITJAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
William Husted er hálvur
føroyingur, mamman er av
Sandi.
Hann gongur á journa
listútbúgvingini á Sydfyn
ske Universitet í Odense,
men vitjar rættiliga javnan í
Føroyum. Og í heystfrítíðini
var hann so aftur á klett
unum, men hesaferð saman
við fleiri av floksfeløgum
sínum, sum fegnir vildu
uppliva, hvussu landið og
fólkið í Føroyum var.
Tað byraði alt í einum
summarhúsum við einum
glasi av reyðvíni, greiðir
William frá.
Har fór tosið at ganga
dúgliga um Føroyar, og øll
vóru áhugað í at sleppa við
upp til hetta spennandi,
men kortini fyri mangar
danar ókenda landið. Fólk
vildu finna út av, hvat
Føroyar var.
Eg haldi, at vit kroystu
William eitt sindur at taka
okkum við, sigur ein í
ferðalagnum.
Ja, eg haldi, at nógvir
danir eru forvitnir at vita,
hvat Føroyar eru fyri nakað.
Sjálvur havi eg verið her
fleiri ferðir, so eg havi roynt
at reklamera fyri Føroyum
viðhvørt,
sigur William
Husted.
Ein av kendu sjónleikar
unum í Danmark er Marg
retha Koytu. Hon stavar eis
ini – sum eftirnavnið bendir
á – av Sandi, og William
veit at siga frá, at hann
einaferð var í grindadrápi í
Húsavík saman við henni.
So hann hevur roynt eitt og
annað serføroyskt.
Góður túrur
Av berum forvitni duttu tey
inn á gólvið í Miðlahúsinum
fyri at kunna seg um,
hvussu eitt slíkt hús fung
erar í Føroyum. Tey vórðu
sjálvsagt væl móttikin, og
vertirnir á Rás2 nýttu sum
vera man høvið at fáa tey í
studio til eitt prát.
Eisini
Sosialurin
helt
hetta vera forkunnuga vitj
an, og vit fregnaðust tí eitt
sindur um orsøkirnar til, at
tey komu til landið.
Tey hava, sum náttúrligt
er, brúkt megnpartin av tíð
ini á Sandoynni, tí tað av
góðum grundum er har, tey
búðu, meðan tey vóru í Før
oyum. Men eitt vikuskiftið
vóru tey í høvuðsstaðnum
at uppliva tað eisini.
Og tey eru øll samd um,
at talan hevur verið um ein
framúrskarandi túr.
Tað hevur verið fantast
iskt. Náttúran er bergtakandi,
og vit hava bara møtt fittum
fólkum. Og so er tað so
fantastiskt, at fólk bara kunnu
sláa yvir í danskt, tá tey finna
út av, at vit eru danir, sigur
ein í ferðalagnum.
So tey hava bara gott at
bera føroyingum, og tað er
ikki eitt óvanligt skotsmál
hjá fremmandum, sum vitja
her á landi, at geva føroy
ingum.
William skilir væl føroy
skt, men sigur seg ikki duga
so væl at tosa tað, men tað
halda hini í ferðalagnum er
bert undanførðsla.
Til landsdyst
Hóast tey ganga á journal
istskúla, og hóast tey eru og
ferðast í Føroyum, so er
ikki talan um eina lestrarferð
sum so. Hetta er meira ein
frítíðarferð, men kortini
hava tey nakað av útgerð
við sær.
Vit hava tvey upptøkutól
við, so um vit detta um eina
upplagda søgu, so taka vit
tað við, siga tey.
Og í hvussu er fingu tey
upplivað nakrar franskar
stjørnur live á Tórsvølli, tá
Henry og co bardu okkum
føroyingar av.
Ja, tað gekst ikki heilt
eftir vild. Sjálvt um vit
royndu at rópa á føroyingar,
og sjálvt um vit høvdu før
oysk fløgg við og veittraðu
av makt, so gjørdist úrslitið
ikki heilt, sum vit vildu
hava tað, siga tey journa
listlesandi.
Og har kunnu vit bert
geva teimum rætt. Men
hóast tað, so hildu tey ikki,
at dagurin á Tórsvølli var
heilt spiltur.
Vit fingu í hvussu er
eina
mynd
av Thierry
Henry. Og tað var ómakin
vert, hildu tey.
Vit fingu so mynd av Henry...
Tey 6 journalistlesandi við Sydfynske Universitet fara til Danmarkar aftur í kvøld við Norrønu, eftir eina væleydnaða ferð í Føroyum
Mynd: Jan Müller
Gunnar Hoydal gevur
nýggja skaldsøgu út
Talan er um forvitnisligt stórverk, ið Gunnar Hoydal hevur skrivað og forlagið Sprotin
gevur út. Í stuttum byrjar skaldsøgan við, at nýlærdur prestur, 24 ára gamal, kemur til
Føroya stutt fyri fyrra aldaskiftið. Øgiligar rembingar eru í samfelagnum, ein nýggj
og øðrvísi tíð tekur seg upp. Samfelagið rembist bæði búskaparliga, hugsjónarliga og
mentanarliga. Hesin ungi presturin, ið kemur til landið, er langabbi høvundans, og við
honum byrjar henda søgan, sum flytir seg upp ígjøgnum alla tjúgundu øld. Trý ættar
lið hvørt við síni søgu, hvørt við sínum stríði, hvørt við sínum ymsu fortreytum.
Gunnar Hoydal skrivar við støði í sínum egnu royndum og skiftir, honum so líkt,
millum heilaspuna og veruleika, minningarbrot og frían skaldskap.
Nýggj bók um Hugo
Fríggjadagin kemur fjórða bókin um Viktor Hugo Persson
út. Hugo, sum býr í býnum Port Janua, fer í nýggju bók
ini við vinum sínum á flog inn í eina spennandi søgu.
Rakel Helmsdal hevur skrivað. Ein hond við einum rusk
posa og ein njósnaraskaldsøga fær hugin á Hugo á flog,
og áðrenn Hugo og vinirnir vita av, eru teir drignir inn í
eina spennandi søgu. Sum dagarnir ganga, vísir hetta seg
at vera nógv meira órógvandi, enn teir hava roknað við.
Philippe Carré hevur gjørt permuna, og Edward Fuglø
hevur teknað rammumyndina á kortunum, sum eru í bók
ini av Port Janua og Gamla Býi.