Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 202 - 18. oktober 2007 Tað sigur ein flogskipari, Sosialurin hevur tosað við. Hann hevur sæð uppskotið hjá Magnusi Hansen og hevur fingið gjølla kunning um lendið, og hann ivast ikki í, at hetta er besta loysnin fyri framtíðar floghavn í Føroyum FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nógv verður tosað um lutfalsliga nýggja uppskotið hjá Magnusi Hansen, arki­ tekti, um at leggja framtíðar flogvøllin í Føroyum úti á Borðuni í Nólsoy. Útmeld­ ingarnar hava fyri tað mesta verið positivar, tó at Evald Kjølbro frá Landsverk hevði síni fyrivarni. Higartil hava tó bert leikfólk úttalað seg um ætlanina, og tí hevur Sosi­ alurin vent sær til ein flog­ skipara, sum hevur sæð upp­ skotið, og sum kennir til typografisku viðurskiftini í Nólsoy. ­ Eg haldi, at hetta sær ógvuliga gott út. Har er ógvuliga gott pláss, og vit fáa fyri tað fyrsta eina langa breyt, og ikki minst eina krossbreyt, sum bæði hava ógvuliga nógv at siga, sigur flogskiparin. Gaman í skal nakað av uppfylling til, men flogskip­ arin sigur, at hetta er nakað, sum hevur so stóra týdning fyri samfelagið, og at hetta er ein loysn, sum skal vara so leingi flogferðsla ikki verður avloyst av nøkrum nýggjum, at vit mugu gjalda tað, sum besta loysnin kostar. ­ Vit fáa her eina breyt, sum er munandi longri enn nakar higartil hevur tosað um. Og tað er avgerðandi, tí tað ávirkar ikki bara støddina á flogførunum, sum kunnu nýta breytina, men eisini lendingarviðurskiftini, tí longri breytin er, verri kann veðrið og sýnið vera fyri at lenda, sigur flogskiparin. Hann heldur, at visiónir­ nar eru ov lítlar, tí 2200 metrar er eitt avgjørt mini­ mum. Og tað gevur alt ov lítlar møguleikar. ­ Bæði íslendingar og norðmenn flúgva við stór­ um flogførum líka til fjar­ eystur við feskum fiski, og tað fer ongantíð at bera til hjá okkum við breytum, sum ikki eru longri enn 2200 metrar, sigur flog­ skiparin, vit hava tosað við. Turbulensur stóran týdning Hetta er ein tendensur, sum gerst alt týðiligari. So hvørt sum vit menna okkum til at gerast eitt vitanarsamfelag, flyta vit okkum eisini frá at vera ein framleiðslutjóð til eina tilfeingistjóð, skilt á tann hátt, at vit flyta okkum frá flakagólvinum inn á skrivstovurnar, og lata fram­ leiðsluna upp í hendurnar á fólki í fjareystri og í triðja heiminum. Tað merkir so aftur, at vit fáa fyri neyðini at flyta stór­ ar mongdir at eitt nú fiski skjótt av landinum, og tað krevur stór flogfør og stóran flogvøll. Og her kemur upp­ skotið hjá Magnusi Hansen inn í myndina. ­ Nólsoy liggur frítt fyri í allar ættir, og har er heldur ikki talan um nakran turbu­ lens, sum hevur ógvuliga nógv at siga, sigur flog­ skiparin. Hann vísir á, at eingin kennir betur til turbulens í Føroyum enn tyrluskipar­ arnir hjá Atlantsflog, og sambært teimum er eingin turbulensur, hvørki í Nólsoy ella á Kirkjubønesi. Har kunnu teir flúgva í øllum líkindum. Hinvegin vita øll, at Sør­ vágsfjørður er eitt satt hol, tá tað kemur til turbulens, og sama er galdandi fyri Skúvoyarfjørð. Har flúgva tyrlurnar snøgt sagt ikki, veit flogskiparin at siga frá tyrluskiparunum. Sum kunnugt liggur Søltuvík út til Skúvoyar­ fjørð. ­ Vit eru gott 90% av flogskiparunum, sum fegnir vilja sleppa undan turbu­ lensinum í Sørvágsfirði, meðan teir flogskiparar, sum búgva har vesturi, av øllum alvi royna at bera í bøtuflaka fyri hesum, sigur flogskiparin. Mugu hugsa langt Hesin flogskiparin, vit hava tosað við, sigur, at flog­ vøllurin í Vágum ongantíð fer at nøkta framtíðar tørvin. Hann nøktar, sam­ bært flogskiparanum, ikki heldur verandi tørv. Og at økja longdina á breytini upp í 1800 metrar, er undir øllum umstøðum bara ein lappaloysn. ­ Vøllurin í Vágum er ikki brúkiligur. Tað hevur verið roynt at fingið tað at rigga við ymiskum kompro­ misum og lappaloysnum, men tað verður ongantíð gott. Tað er heldur ikki nøktandi at tosa um 2200 metrar vallir, tí um fimm ár byrja vit at tosa um longri vøll. Tí verða vit noydd at hugsa fram í tíðina, og ein slíkur vøllur sum tann í Nólsoy fer at nøkta tørvin langt fram í tíðina, sigur flogskiparin. Hann vísir víðari á, at við uppskotinum um flogvøll á Borðuni slepst undan stóra óregluseminum, sum er við verandi flogvølli. Og við eini so langari breyt, sum ætlanin í Nólsoy byggir á, ber til at flúgva munandi meira økonomiskt. ­ Flogfør, sum eru bygd at flúgva skjótt, kunnu ikki flúgva seint, og tí mugu tey hava longri breyt at lenda á. Somuleiðis er galdandi fyri flogfør, sum eru bygd at flúgva seint, at tey ikki kunnu flúgva skjótt. Verandi flogfør eru bert góð fimm minuttir áðrenn lending í Vágum. Annars flúgva tey alt ov seint og nýta alt ov nógv brennievni til at vera økonomisk, sigur flogskiparin. Tí verður tað, sambært honum, neyðugt at síggja langt inn í framtíðina, tí gongdin er, at flogførini gerast størri og størri og flúgva skjótari og skjótari. Og tí er uppskotið um flogvøll á Borðuni í Nólsoy tað besta, sum hesin flogskiparin hevur sæð. Nólsoy besta uppskotið Hendan myndin sýnir lendið frá miðskeiðis í Junkarshaganum og suður móti Borðuni, áleið soleiðis, sum ætlanin er, at fluktin á longru breytini skal verða Fiskiflotin skyldar nógv Undir einum orðaskifti í íslendska Altinginum í gjár komu tingmenn inn á spurningin um skuldarbindingarnar hjá fiskiflotanum. Ein av tingmonnunum vísti á, at skuldin hjá íslendska fiskiflotanum er tríggjar ferðir størri nú, enn hon var í 1997, og at vøksturin í stóran mun stavar frá handli við fiskirættindum. Fiskimálaráðharrin segði, at tað er vinnan sjálv, sum avger, hvørji lán hon tekur, og at ongar politiskar ætlanir eru um at broyta hesa skipan. Herskip fáa ikki fólk Norski herflotin hevur bílagt fimm nútímans skip frá einari spanskari skipasmiðju. Trý teirra eru komin til Noregs, men sambært norskum fjølmiðlum hevur flotin longu fingið ilt við at manna tey. Skipini hava alla nútímans tøkni, og hóast tað skuldi verið spennandi hjá ungum monnum, vísir tað seg, at menn støðast ikki umborð á skipunum. Í einari frágreiðing stendur, at við hetta lag er tað væl hugsandi, at skipini fara at liggja við bryggju.