Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 202 - 18. oktober 2007 Stutt Sagt Keypa flog­ før úr Svøríki Myndugleikarnir í Teilan­ di hava gjørt av keypa svensk jagaraflogfør av slagnum JAS 39 Gripen, ið verður roknað sum eitt av heimsins bestu jagara­ flogførum. Upprunaliga ætlaði teilendska flog­ vápnið at keypa amerikon­ sk flogfør av slagnum F­ 16 CD, men amerikanska stjórnin sigur nei. Orsøkin er, at USA viðurkennir ikki teilendsku stjórnina, tí hon tók valdið við ein­ um statskvetti. Mannarætt­ indafelagsskapir í Svøríki eru misnøgdir við, at Tei­ land sleppir at keypa svensk flogfør. Svenska stjórnin hevur ikki sagt nakað um málið enn. Tingmenn bardust Tað var rættiligt rok í nigeriska tjóðartinginum í gjár, tá tingið viðgjørdi eitt mál um, at tingformað­ urin hevur brúkt ov nógvar pengar, og at fíggjarviður­ skiftini hjá tinginum eru ógreið. Millum annað er Patricia Etteh skuldsett fyri at hava tveir almennar bústaðir og fyri at hava keypt tólv bilar upp á landsins rokning. Orða­ skiftið gjørdist so harðligt, at tingmenn fóru til hend­ urs. Ein av tingmonnunum toldi ikki støðuna og mátti flytast á sjúkrahús við hjartatrupulleikum. Har doyði hann nakað seinni. Bardust við boga og ørvi Minst fýra fólk lógu eftirá, tá tveir ættarbólkar brustu saman við ørvi og boga í indonesiska lands­ partinum Papua í gjár. Minst 45 onnur vórðu særd. Indonesisku mynd­ ugleikarnir hava sent 120 løgreglumenn til økið, sum er har vesturi í landin­ um. Løgregluovastin sig­ ur, at partarnir brustu sam­ an, bardust eina løtu, hil­ du so ein steðg og byrjaðu so aftur. Teir báðir ættar­ bólkarnir hava sitið illa um sátt í fleiri ættarlið og hava javnan verið í stríði. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit krevja okkara rætt, og fáa vit ikki tað, mugu vit bíða við nýggja ES-sáttmálanum (polski forsetin Lech Kaczynski) útlond Kanada vil hava eftirlit við sig­ling­ar­ leiðini norðanfyri, men USA ætlar at brú­ka hana sum flutn­ ing­sleið Fyri góðum hundrað árum síðani tók tað Roald Amund­ sen og monnum hansara trý ár at sigla ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina millum Grønland øðrumegin og Kanada og Alaska hinumeg­ in. Veðurlagsbroytingarnar hava gjørt, at í summar var siglandi allan vegin, og tann nýggja farleiðin hevur longu fingið stóran áhuga. Amerikonsku myndugleik­ arnir hava boðað frá, at teir ætla sær at brúka farleiðina sum flutningsleið, men ta fráboðanina eru kanadiu­ menn ikki serliga fegnir um. Kanadisku myndugleik­ arnir siga, at farleiðin norð­ anfyri er undir kanadiskum yvirvaldsrætti, og at Kanada tí hevur rætt til at hava eftir­ lit við, hvat hendir í øki­ num. Í einari roynd at leggja dent á sína støðu hevur Kan­ ada ætlanir um at gera eina herstøð í tí arktiska økinum, og talsmenn hjá kanadisku sjóverjuni hava sagt, at sjóverjan fer at verja farleið­ ina norðanfyri á sama hátt sum onnur kanadisk sjóøki. ­Tað er okkara greiða upp­ fatan, at hetta er okkara sjógvur, og vit virka so út frá tí. Men amerikanarar og evropear hava eftir øllum at døma eina aðra uppfatan, sigur ovastin fyri kanadisku sjóverjuni, George Da Pont, við bretska kringvarpið BBC. Ivi um eiturinnspræn­ ing­ g­er, at nóg­vir deyðadømdir ameri­ kanarar sleppa at liva long­ri enn ætlað Amerikanski hægstirættur skal taka støðu til, um tað er ómenniskjaligt og harvið í stríð við landsins grundlóg at taka fólk av døgum við eiturinnspræning. Enn hev­ ur rætturin ikki tikið avgerð, og fleiri statir hava gjørt av at útseta ætlaðar avrættingar, meðan rætturin hevur mál­ ið. Teirra millum eru statir­ nir Texas og Nevada, sum hava útsett næstan allar avrættingarnar, sum skuldu fullførast í ár. Tað ber í sær, at í ár verða ætlandi færri enn 50 fólk avrættað í amerikonskum fongslum, og so fáar hava avrættingarnar ikki verið síðani 1996, tá 45 deyða­ dømdir fangar vórðu tiknir av døgum. Tann seinasti fangin, sum fekk at vita, at hann sleppur í hvussu er at liva eitt sindur longri enn ætlað, var tann 36 ára gamli Christopher Scott Emmett. Hann skuldi takast av døg­ um í einum fongsli í Virgin­ ia í gjárkvøldið, men tað bleiv broytt í síðstu løtu. Higartil í ár eru 42 deyða­ dømdir fangar tiknir av døg­ um í USA, harav 26 í Texas. Tann seinasta avrættingin var tann 25. september ella sama dag, sum amerikanski hægstirættur kunngjørdi, at hann fór at kanna, um eitur­ innspræning er í stríð við grundlógina. Tann deyða­ dømdi Michael Richard bað um at fáa sína avrætting útsetta, men orsakað av ein­ um teldubreki kom áheitan­ in ikki dómaranum í hendi fyrr enn klokkan 17.20. ­Vit lata aftur klokkan 17, segði Sharon Keller, dómari, tá hon bleiv spurd, hví hon ikki gekk áheitanini frá tí deyðadømda á møti. Svarið hevur vakt ans og hevur fingið øði í tey, sum vilja hava deyðarevsingina úr gildi í USA. Færri deyðadømd verða tikin av døgum Sharon Keller, dómari, noktaði at útseta eina avrætting, tí áheitanin kom 20 minuttir aftan á skrivstovutíð hennara Grannar stríðast um bráðnandi havís Á hesari fylgisveinamyndini, sum er tikin tann 15. september í ár, sæst tann eystari partur av Útnyrðingsleiðini