hósdagur 18. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 202 - 18. oktober 2007
Menn arbeiða fleiri tímar
Íslendsk hagtøl vísa, at har arbeiða menninir fleiri tímar enn
kvinnurnar. Ein uppgerð fyri triðja ársfjórðing í ár vísir, at í
meðal arbeiddu menninir 47,6 tímar um vikuna og
kvinnurnar 37,4 tímar. Verður hugt at teimum, sum arbeiddu
parttíð, var myndin tann øvugta, 23,9 tímar hjá monnum og
26,9 tímar hjá kvinnum. Tølini vísa, at í triðja ársfjórðingi
arbeiddu bæði menn og kvinnur heldur færri tímar enn í
sama ársfjórðingi í 2006.
Hvalur oyðileggur gørnini
Nógvir grønlendskir fiskimenn velja at fiska tosk við
gørnum, hóast fakfelagið og myndugleikarnir heldur vilja
hava teir at leggja um til línu. Men í seinastuni eru nógvar
kúlubøkur komnar inn á firðirnar, og tað er vorðið dýrt hjá
garnamonnunum, tí hvalurin oyðileggur gørnini, sigur
KNR. Málið er vorðið so mikið álvarssamt, at tað kemur í
Landstingið í næstu viku. Tá kemur uppskot um at veita
monnum, sum missa gørn, endurgjald.
Tað er hugstoytt,
at samgongan ikki
stendur saman um
Kyoto-avtaluna, og
tað er ov vánaligt,
at Fólkaflokkurin
nú roynir at turka
ábyrgdina av upp á
danir, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
KYOTO-AVTALA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgmaður heldur lítið um
úttalilsini hjá Jørgeni Nicla
sen, formanni í Fólkaflokk
inum, um Kyotoavtaluna.
Tað er hugstoytt, at sam
gongan ikki stendur øksl
við øksl í hesum máli. Tá
heilir 26 tinglimir atkvøddu
fyri at avtaka fyrivarni móti
Kyotoavtaluni, so roknaði
eg við, at teir tóku heilhjart
aðir undir við málinum. Nú
skilji eg, at summir hava
bara atkvøtt fyri við hálvum
hjarta, sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður.
Hann sigur, at hann tók
tað sum givið, at tá tingfólk
tóku undir við uppskotinum
var tað í teirri vissu, at tey
vistu, at hetta kravdi eitt
arbeiði fyri umhvørvinum,
og at mann var til reiðar at
spenna seg út at gera hetta
arbeiði.
Kyotoavtalan merkir,
at vit skulu gera eitt ordiligt
arbeiði fyri umhvørvinum,
og tað er ikki gott, um ting
fólk ikki hava gáa um hetta
undan
atkvøðugreiðsluni
og bara hava atkvøtt fyri, til
tess at kunna pynta seg við,
at fyrivarni er burtur, sigur
løgmaður.
Hann vísir á, at tað er
ikki rætt, tá Jørgen Niclasen
førir fram, at danir bert
hava bundið seg til at minka
um útlátið við 8%. Talan er
í veruleikanum um 21%.
Tá tosað verður um at
samráðast við danir, so er
tað væl fyri at sleppa
bíligari. Um ætlanin er, at
vit til dømis skulu fáa
okkara prosentsats niður á
4%, skulu danir so økja sín
upp á 25%? Eg haldi í
hvussu er tað er ov bíligt at
turka hetta av upp á danir,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Kundu lagt ætlan
Løgmaður
sigur,
at
tá
Jørgen Niclasen spyr eftir
ítøkiligum ætlanum, so hev
ur hann forstáilsi fyri tí.
Sálvandi hevði tað verið
upp á sítt pláss við slíkum
ætlanum. Men hann heldur
ikki, at tað er nakað
»must«.
Hinvegin skulu vit hel
dur ikki gloyma, at tað er
Fólkaflokkurin, sum sein
astu árini hevur umsitið
umhvørvismál, og tað hevur
staðið teimum frítt at gjørt
ætlanir viðvíkjandi um
hvørvinum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Í løtuni er einasta ætlan
viðvíkjandi umhvørvinum
hon, sum liggur í orku
politikkinum hjá Vinnu
málaráðnum, men løgmaður
vísir á, at vit nú hava eina
serfrøðingastovu, sum júst
er ætlað at koma við
ætlanum um, hvussu vit
verja umhvørvið.
Tað skuldi einki verið til
hindurs fyri, at farið undir
tað arbeiði, sum skal til,
fyri at ganga krøvunum í
Kyotosáttmálanum á møti.
Tað hava vit stundir til. Í
hvussu er haldi eg ikki tað
er rætt, at turka hendan
trupulleikan av upp á danir,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður.
Vánaligt at turka av upp á danir
Alt tíður nú uppá,
at Føroyar verða eitt
valdømi innan næstu
tíggju dagarnar.
- Sokallaða semjan
snúði seg um, at vit
formenn skuldu
royna at arbeiða
politiskt í flokkunum
við at ávirka og
mýkja baklandið. Tá
hetta ikki eydnaðist,
var semjan ikki til
longur, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
POLiTiKKur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Broytingaruppskotið,
har
roynt
verður
at
útseta
spurningin um eitt valdømi
til eftir valgið, sær nú av
álvara út til at vera farið í
søguna.
Tað hevur leingi verið
greitt, at samgongulimir
ikki vóru so heitir fyri broyt
ingaruppskotinum, sum for
menninir
í
samgonguni
royndu at fáa meiriluta fyri,
eftir at tingmenn í august
hóttu við at slíta samgong
una, varð uppskotið um eitt
valdømi viðgjørt.
Eisini hevur stór ógreiða
verið um sokallaðu semj
una,
sum
formenninir
gjørdu, og hvat hendan
møguliga semjan snúði seg
um. Marjus Dam úr Sam
bandsflokkinum
róði
í
útvarpinum í gjár uppundir,
at formaður hansara, Kaj
Leo Johannesen, hevur brot
ið eina semju um at bíða
við einum valdømi til eftir
valgið.
Men Kaj Leo Johannesen
er ikki samdur við Marjus
Dam um, hvat hendan semj
an fevndi um.
Tað undarliga við hesum
er, at tey sum ikki vóru við
á fundinum vita hvat kom
fram tá, sigur Kaj Leo
Johannesen. Hann vísir á,
at nógv umrøddi kreppu
fundurin í august viðgjørdi
politisku støðuna, og hvørj
ar avleiðingar hon kundi
hava við sær. Eisini sigur
hann seg vera samdan við
løgmann, tá hesin við Sosi
alin sigur, at semjan bara
snúði seg um, at vit formenn
skuldu royna eina loysn,
sum gekk út uppá at arbeiða
politiskt í flokkunum við at
ávirka og mýkja baklandið.
– Men eg segði fleiri
ferðir, at eg kundi ikki svara
fyri tingmenn okkara, tí
ongin kann noyða nakran
til at atkvøða eitt ávíst,
sigur Kaj Leo Johannesen,
sum eisini sigur seg vera
troyttan
av
revolvara
politikkinum hjá Marjus
Dam.
Spurningurin er, um
ikki Marjus Dam skuldi sett
revolvaran í hylki aftur,
sigur Kaj Leo Johannesen.
Mýking miseydnaðist
Jóannes Eidesgaard sigur
seg nú rokna við, at upp
skotið hjá Edmundi Joensen
verður samtykt. Hetta merk
ir, at Føroyar verða eitt val
dømi innan tíggju dagar.
Semjan hvíldi á, at
politiska arbeiðið úti í flokk
unum eydnaðist. At for
menninir skulu fara út og
royna at ávirka baklandið,
sum hevði við sær, at fólk
kundu atkvøða fyri at eitt
valdømi kom í gildi aftaná
valgið. Um hetta arbeiðið
ikki eydnaðist, so var sjálv
andi ongin semja, tí vit
kunnu ikki noyða fólk at
atkvøða eftir okkara høvdi.
Hetta bleiv ein trupulleiki,
tá ið fólk fóru út og hóttu
við at slíta samgonguna, og
bara tí fór eg upp í málið og
royndi at finna ein útveg,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður.
Verður samtykt
Tá Sosialurin ringdi runt til
tinglimirnir herfyri, varð
greitt, at 19 tinglimir eru
fyri einum valdømi, og at
12 vóru ímóti. Ein vildi
ikki svara. Eftir ætlan
skuldu formenninir royna
at fáa fólk at ganga við til at
bíða við einum valdømi til
eftir valgið, men av tí at
hendan royndin miseydn
aðist, er mest sannlíkt, at
uppskotið um eitt valdømi
beinanvegin, sum kemur til
2. viðgerð týsdagin, verður
samtykt.
Ja
Óli Breckmann
Poul Michelsen
Heðin Zachariasen
Edmund Joensen
Kaj Leo Johannesen
Lisbeth L. Petersen
Olav Enomoto
Johan Dahl
Andrias Petersen
John Johannessen
Annita á Fríðriksmørk
Heidi Petersen
Tórbjørn Jacobsen
Finnur Helmsdal
Høgni Hoydal
Karsten Hansen
Bill Justinussen
Jenis av Rana
Kári P. Højgaard
Nei
Anfinn Kallsberg
Jógvan við Keldu
Jørgen Niclasen
Kjartan Joensen
Alfred Olsen
Marjus Dam
Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen
Vilhelm Johannesen
Sverre Midjord
Páll á Reynatúgvu
Hergeir Nielsen
Vil ikki svara
Henrik Old
FAKTA
Í spurnarumfarum, sum
vit gjørdu herfyri, vóru
19 tinglimir fyri og 12
ímóti at skipa Føroyar
sum eitt valdømi.
Fyri og ímóti einum
valdømi
Føroyar verða eitt valdømi
- Eg haldi, at Marjus Dam skuldi sett revolvaran í hylki aftur,
sigur Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsflokksins
- Semjan hvíldi á, at politiska arbeiðið úti í flokkunum
eydnaðist, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður