hósdagur 18. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 202 - 18. oktober 2007
- Tá ið eg fari inn
á áskoðaraplássið
og stilli meg á mítt
pláss, havi eg nøkur
“ritualir”, sum eg
fylgi og trúgvi upp á.
Gongur ikki væl hjá
okkara liði, stilli eg
meg aftanfyri málið
hjá mótstøðuliðnum,
tí eg trúgvi, at bólt-
urin kemur, har eg
standi – altso í málið.
Tað sigur Laura
Olsen, NSÍ-fjeppari,
sum treyðugt sigur
okkum søguna um,
tá hon einaferð í
summar koppaði
ein barnavogn í
berum ovfarakæti
aftanfyri málið hjá
mótstøðuliðnum
NSÍ-fjepparar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú NSÍ liggur nógv best
fyri í kappingini um at
vinna Formula-deildina og
harvið gerast føroyameistar-
ar í fótbólti, var Sosialurin í
gjárkvøldið inni á gólvinum
hjá Lauru og Jónsvein
Olsen í Rytuvík, ið teljast
millum tey, sum rættiliga
kunnu sigast at vera NSÍ-
fjepparar.
Øll í húsinum eru fjeppar-
ar og øll, sum eru løgst aftr-
at familjuni, eru eisini NSÍ-
fjepparar – ja, sjálvt hund-
urin Chiko, sum gongur og
melur á gólvinum, meðan
vit eru á vitjan, er í bundnum
gulum og svørtum NSÍ-
búna.
Chiko hevur nummar 12
á rygginum. Tað er numm-
arið hjá Einari Hansen, sum
er sonur Onnu og Svend
Hansen í Saltangará. Á
bringuni standa bókstavirnir
NSÍ, og oman á rumpistykk-
inum aftan hevur hann eitt
reklamumerki
hjá
E.M.
Asfalt.
Einar er ein av stuðlunum
á NSÍ-liðnum, sum nú er
FM-heitinum nær, og hann
er eisini nýggjur í lands-
liðshøpi.
Bara fótbóltur
- Her verður næstan bara
tosað um fótbólt, og vit eru
ógvuliga spent, nú 5 stig
eru á muni millum NSÍ og
B36, samstundis sum bara
tveir dystir eru eftir at
leika.
Laura Olsen, sum vit
skifta orð við, dylur ikki, at
flest øll í Runavíkarøkinum
eru ógvuliga spent til sunnu-
dagin, tá NSÍ-liðið fer á
vøllin ímóti VB/Sumba,
sum kemur norður at spæla
næst seinasta dystin í lands-
kappingini.
- Eg vænti, at allir leikar-
arnir hjá okkum fara út á
vøllin at stríðast av øllum
alvi, nú teir við at vinna á
suðuroyarliðnum á heima-
vølli kunnu tryggja sær
meistaraheitið í 2007.
Men, leggur Laura aftrat:
- Tað er eingin dystur vunn-
in, fyrr enn vit eru á odda, og
dómarin hevur blást í floyt-
una fyri seinastu ferð.
Hon ivast onga løtu í, at
skal NSÍ-liðið vinna sunnu-
dagin, er neyðugt at allir
leikarar taka dystin í størsta
álvara, heilt frá byrjan.
Chiko er eisini klárur til
Tey eru øll líka spent, 11 ára gamli sonurin Teinur, sum er í
guligans-blusu, Laura – og Chiko, sum eisini er í NSÍ-búna og
er nummar 12
Mynd: Vilmund Jacobsen
Meðan vit práta, gongur pekingesarin Chiko
á gólvinum í NSÍ-búna. Hann er nummar 12,
sum er nummarið hjá Einari Hansen. Aftast á
rygginum er reklamumerkið EM-Asfalt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leikararnir gleða seg til dystin
Anna Hansen er mamma Einar, sum er ein av høvuðsstuðlunum á formula-liðnum
hjá NSÍ og er nýggjur í landsliðshøpi. Hon sigur, at hóast fleiri av NSÍ-leikararunum
júst hava leikt landsdyst, gleða teir seg rættiliga til dystin sunnudagin á heimavølli
móti VB/Sumba. – Ikki tí, at teir halda, at hetta er ein avgreiðsluspurningur, sum
eingin dystur í bestu deildini er, men tí, at spæligleðin veruliga er í hæddini.
Sjálvandi vænti eg, at vit vinna, og vit vilja ógvuliga gjarna fáa FM-heitið avgreitt í
hesum dystinum. Alt annað enn ein sigur kann ikki brúkast. Men man veit jú
ongantíð. Anna sigur, at hon gleðir seg nógv til dystin, og tað verður ikki veðrið, ið
forðar henni. – Eri eg ikki við fótbóltsvøllin sunnudagin, er tað heilt avgjørt tí, at eg
eri sjúk, leggur hon aftrat. (-vilmund)