hósdagur 18. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 18. oktober 2007
11
tíðindi
- Vit hava so ofta sæð áð-
ur, at lið, sum fáur ella eing-
in roknaði við enntá, kunnu
órógva eitt meistaraheiti,
og tað kann eisini henda í
Runavík sunnudagin, um
allir leikarar ikki gera sítt
ýtasta.
Er hent áður…
Laura vísir til dystin á sinni
millum GÍ og NSÍ, tá GÍ
“bara” skuldi tryggja sær
ein javnleiki móti einum
undirtippaðum
NSÍ-liði,
men tapti FM-heitið, tí NSÍ
beit frá sær.
- Tá noyddist tyrlan til
Tvøroyrar við gullinum, tí
TB gjørdist føroyameistari.
Nei, dysturin millum NSÍ
og VB/Sumba sunnudagin
má avgjørt ikki takast sum
nakar avgreiðsludystur fyri
heimaliðið, tí tá kann veru-
ligur vandi vera á ferð, legg-
ur hon aftrat.
Hon væntar sjálvandi –
og vónar ikki minni – at
NSÍ fer at draga longra strá-
ið í hesum avgerandi dysti,
og hon loyvir sær í tí stilla
at tippa, at NSÍ fer at vinna
4-1 móti VB-/Sumba.
- Vit mugu eisini hugsa
um, at fleiri av okkara leik-
arum júst hava spælt krevj-
andi landsdyst, og tað er
einki at ivast í, at hjá teim-
um situr nógv møði eftir í
beinunum.
Laura vísir á, at VB/
Sumba hevur fleiri leikarar,
sum duga at spæla fótbólt.
- Nú mugu vit bara hopa,
at okkara menn hava eydn-
una við sær sunnudagin
og føra sigurin heim. Eitt,
sum hevur sermerkt NSÍ-
liðið í ár, er, at nógvir hava
skotið málini. Tað er ikki
bara ein, sum hevur fingið
málini, men fleiri. Eg
haldi, at hetta er positivt,
og nú mugu vit so bara
hopa, at teir eisini duga at
raka ímillum stengurnar
hjá mótstøðuliðnum sunnu-
dagin.
Óvæntað eykastig
Hon vísir á, at hin sunnu-
dagin, tá NSÍ herfyri vann
trygt á GÍ í Gøtu og B36,
sum var í hølunum á NSÍ,
tapti tepurt móti B71 á
Sandi, fekk NSÍ trý sera
kærkomin eykastig, sum
hon tekur til.
- Vit høvdu slett ikki
væntað, at B36 fór at tapa á
Sandi, og hetta var slett ikki
við í okkara “roknistykki”.
Tí vóru hesi stigini so ser-
stakliga kærkomin, og eg
vil nýta høvi at takka sand-
oyingum fyri, at teir strídd-
ust so manniliga.
Laura sigur, at hon og
mangir aðrir NSÍ-fjepparar
vóru staddir í Gøtu, tá B71
og B36 leiktu á Sandi.
- Tá ið B71 hevði lagt seg
á odda, og dystartíðin nærk-
aðist endanum, stóð eg mill-
um einar hundrað aðrar
NSÍ-fjepparar og lurtaði
eftir einum bilradio við fót-
bóltsvøllin í Gøtu. Vit vóru
ógvuliga spent, og tað var
ein øgiligur rómur, tá dyst-
urin endaði, og B71 hevði
vunnið, sigur hon.
Laura, sum plagar at
krevja inn atgongumerki, tá
landskappingardystur er í
Runavík, sigur, at vanliga
plaga eini 700-800 fólk at
vera til heimadystirnar hjá
NSÍ, og hon væntar ikki, at
talið verður minni sunnu-
dagin.
- Vit eru øll líka spent her
í økinum, og tí vænti eg
ikki minni fólk til hendan
dystin – líkamikið, hvussu
veðrið verður.
Alt er skotið!
Spurd, um felagið fer at
skjóta fýrverk við vøllin
eftir dystarlok, um NSÍ
verður FM-vinnari, sigur
hon skemtandi, at tað er
ikki vist, at so nógv fýrverk
er eftir.
- Vit plaga altíð at skjóta
fýrverk, tá seinasti dysturin
í landskappingini er leiktur,
men nú sigur onkur í
skemti, at NSÍ skjeyt alt sítt
fýrverk í fjør, tá ið B68
flutti úr formula-deildini og
niður í 1. deild!
Stjórin í Faroe Seafood,
Meinhard Jacobsen, er tofta-
maður, og onkur vil vera
við, at tað er hann, sum
hevur sagt hetta.
- Tað virkaði kanska und-
arligt, at vit skutu fýrverk
eftir seinasta dyst í fjør –
grannadystin - tá vit vóru
við til at koyra B68 úr for-
mula-deildini, men hetta
gera vit sum nevnt altíð
eftir seinasta dyst, leggur
hon aftrat.
Maður Lauru, Jónsvein
Olsen, er ein av liðleiðarun-
um hjá formulaliðnum hjá
NSÍ, men hann var ikki
heima, nú Sosialurin var á
gátt í gjárkvøldið.
Einki formelt
Laura heldur ikki, at nakað
formelt er fyrireikað til
sunnudagin, um so skuldi
verið, at NSÍ hendan dagin
tryggjar sær FM-heitið.
- Kortini er ikki óvist, at
okkurt ikki verður stáplað
upp á beinini. Men lat okk-
um nú fyrst brúka alla orku
og alt skil til at føra sigurin
heim. Eydnast tað, fer tíðin
at vísa, um okkurt verður
gjørt burtur úr ella ikki
Um tað skuldi gingið ring-
ast í Runavík, kann henda,
at EB/Streymur, sum skal
leika móti B36, fer at taka
stig frá B36 og soleiðis kem-
ur við eini hjálpandi hond.
- Eg vóni í hvussu er, at
NSÍ hevur avgjørt FM-
heitið fyri dystin, sum verð-
ur millum KÍ og NSÍ í
Klaksvík í seinasta umfari.
Hon sigur, at kapping
altíð er millum Klaksvíkina
og Eysturoynna, og tí kann
ein dystur millum KÍ og
NSÍ vera rímiliga opin.
- Tað eru ofta góðir dystir,
vit síggja millum hesi feløg,
sigur hon.
Tað, sum er sermerkt hjá
NSÍ ár, er, at felagið eisini
er fylt fimmti ár í ár.
- So, eitt FM-heitið í
bestu deildini júst í ár er
avgjørt ikki at forsmáa sum
føðingardagsgáva,
heldur
Laura, sum eisini hevur
eina klokku hangandi á
vegginum í køkinum – við
áskriftini NSÍ 50 ár.
Eydnast væl
Laura heldur, at NSÍ-liðið í
bestu deildini hevur staðið
seg óføra væl í ár.
- Verjan hevur verið sterk
og vælskipað, og álopið
hevur roynst væl. Sum eg
nevndi, eru tað fleri, sum
hava skotið málini. Tað er
ein styrki.
Hon heldur, at venjarin,
Jóhan Nielsen, eigur ein
stóran leiklut í, at NSÍ-liðið
er vorðið so gott og støðugt
í ár.
- Vit høvdu eitt ungt lið,
tá vit byrjaðu, og vit tordu
ikki at vænta, at vit fóru at
røkka so langt longu í ár.
Laura heldur, at Jóhan
Nielsen hevur fingið liðið
munandi betri, sum summ-
arið og heystið eru liðin.
- Jú, Jóhan hevur verið
ein fantastiskur fongur hjá
okkum – ein maður, sum
vit øll hava stóra virðing
fyri í hesum høpi, sigur
hon.
Ymisk »ritualir«
NSÍ-fjepparin
viðgongur,
at hon hevur nøkur ávís
“ritualir”, sum hon rópar
tað, tá hon fer til fótbóltsdyst
– og tá ið hon er við vøllin.
- Tá eg fari inn á økið og
finni mítt pláss, geri eg
hetta á ein ávísan hátt og
eftir eini ávísari skipan, tí
eg trúgvi upp á, at tað ger
mun. Gongur ikki væl hjá
okkara liði, stilli eg meg
aftanfyri málið hjá mót-
støðuliðnum, tí eg trúgvi,
at bólturin kemur í tann
rætning, har eg standi –
altso í málið.
Meðan vit práta í køkin-
um hjá Lauru og Jónsvein,
kemur ein tilkomin sonur
eisini uppí prátið – og sjálv-
andi er tað eisini um fót-
bólt.
- Hevur tú ikki fortalt
honum, hvussu tað var, tá
ið tú koppaði barnavognin,
spyr hesin og flennur.
- Tig við tær, sigur Laura
og tykist eitt sindur flov.
Hendingin fór fram til
ein dyst í summar. Laura,
sum hevði barn og barna-
vogn við sær á vøllin hend-
an dagin, hevði stillað seg
aftanfyri málið hjá mót-
støðuliðnum.
- Knappliga skoraði NSÍ,
og eg skuldi rætta armar
uppí loft av frøi, men tá
kom eg í berum ovfarakæti
at lyfta undir vognin, so
hann koppaði.
Laura er skjót at leggja
aftrat, at tíbetur hendi ikki
barninum nakað.
Chiko í gulum
Vit spurdu eisini NSÍ-fjepp-
aran um søguna aftanfyri,
at Chiko er í gulum og
svørtum, nú vit eru inni á
gólvinum.
- Tá dóttir mín Eivy
giftist 8. september í ár, var
hundurin í pleygu eitt viku-
skifti hjá Marjun Lamhauge,
og meðan hann var har,
bant Marjun Chiko ein
NSÍ-búna.
Laura Olsen sigur, at tey
hava keypt hundin úr Suð-
uroy fyri 8.000 krónur.
- Eg helt, at hann sá so
sjáldsamur og útlendskur
út, at tað hevði ljóðað undar-
ligt, um hann kanska kall-
aðist Snar. Vit vóru í Djóra-
handlinum í Havn og keyptu
honum eina reim um hálsin
og á eini skelti, vit sóu har,
stóð navnið Chiko – og
hetta navnið valdu vit at
geva honum. Tað haldi eg
riggar ordiliga væl, sigur
hon.
dystin í Runavík
- NSÍ er fimmti ár í ár, og tí hevði eitt FM-heiti í bestu deildini verið ein rimmar føðingar-
dagsgáva, heldur Laura, sum saman við Teini stendur við klokkuni, ið hevur áskriftina NSÍ 50 ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eg vænti ein sigur sunnudagin
Barberurin á Høgabóli, Jógvan Hansen, sum er leirvíkingur, ið hevur búð í
Runavíkar kommunu síðan 1969, er ein rættiligur NSÍ-viðhaldsmaður. Áhugin
er ikki minni, nú formula-liðið hjá felagnum hevur nógv tey bestu kortini á
hondini til at vinna FM-heitið. – Eg eri til teir flestu dystirnar, sum liðið spælir
á heimavølli, sigur hann, og nú ein so avgerandi dystur verður sunnudagin, er
eingin ivi um, hvar eg verið, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Eg má
viðganga, at eg eri rættiliga spentur, og eg vænti, vit fara at vinna. Eitt FM-
heitið í bestu deildini í føðingardagsgávu – tað fær jú ikki verið betur, heldur
Jógvan Hansen fyri, meðan hann stendur og snøggar hárið hjá einum av sínum
viðskiftafólkum. (-vilmund)