Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 18. oktober 2007 13 bøkur Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag er farin undir at geva bókarøðir út um hin herviliga dreingin Henry, sum als onki og ongan ræð­ ist. Tvørturímóti so ger hann bara fortreð og er á ongan hátt sum beiggin Frá­ líki Fríðrikur, sum altíð akt­ ar mammu og pápa sín. Triðja og fjórða bókin eita: Herviligi Henry og lýsnar og Herviligi Henry lumpar tannálvuna. Tá ið Hervilig Henry fær lús, gevur hann øllum hin­ um lús frá sær, og hann fer als ikki líka væl við tannálv­ um sum onnur børn. Í hvørjari bók eru fýra søgur um skálkabrøgdini hjá Henry. Herviligi Henry og lýsnar er 96 bls., og Herviligi Henry lumpar tannálvuna er 105 bls. Francesca Simon hevur skrivað, Tony Ross hevur myndprýtt og Bergur Ras­ mussen týddi úr enskum. Bøkurnar eru heftar og kosta 95 kr hvør. Í bókarøðini um detektiv­ arnar Lassa og Maiu er fimta bókin nú at fáa til keyps. Tað er Mumiugátan, sum er um eitt loyndarmál á fornminnasavninum. Ein ræðslusligin náttar­ vørður sær við egnum eyg­ um, at ein 3000 ára gomul mumia er livnað uppaftur. Man hetta bera til? Lassi og Maia noyðast at loysa gát­ una og skunda sær á forn­ minnasavnið at kanna mál­ ið. Martin Widmark hevur skrivað Mumiugátuna, Sám­ al Kristian Jacobsen hevur viðmerkingar Arctic Prime Fish­er­ ies, sum JFK eigur saman við øðrum, h­evur gjørt av at lata eitt av sínum virkjum í Grønlandi aftur í morgin Fiskivinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo ­ Grønland er eitt spennandi land at virka í, og vit vita, at tað kann vera eitt ævintýr, um tað gongur væl. Vakstr­ armøguleikarnir eru eisini serstakliga góðir. So bjartskygdur var stjór­ in í JFK, Hanus Hansen, í einari blaðsamrøðu í vár, tá Arctic Prime Fisheries hevði keypt trý fiskavirkir í Suður­ og Eysturgrønlandi. Arctic Prime Fisheries er felag, sum JFK eigur saman við Kim Høegh Dam. Men nú skriva grøn­ lendskir fjølmiðlar, at Arct­ ic Prime Fisheries hevur gjørt av at lata eitt av teim­ um trimum virkjunum aftur í morgin. Talan er um virkið í bygdini Kuummiut. Orsøk­ in er stutt, at virkið gevur ikki fíggjarligt avlop, sigur grønlendska útvarpið. ­ Raksturin liggur ikki í okkara hondum longur. Nú eru tað politikararnir, sum mugu taka eina avgerð, sig­ ur Kim Høegh­Dam við KNR. Hann sigur, at tað er nóg mikið av fiski í umráð­ num, men at felagnum vant­ ar fiskiloyvi til eitt línuskip, sum kann útvega virkinum fisk og samstundis virka sum útbúgvingarstað. Borgarstjórin í Kuumm­ iut, Anders Sanimuinnaq, harmast avgerðina hjá Arct­ is Prime Fisheries at lata virkið aftur. ­ Nógv húski, sum hava virkið sum tilverugrundar­ lag, noyðast tíverri á komm­ unuskrivstovuna eftir al­ mannahjálp, sigur hann við grønlendska útvarpið. Arctic Prime Fisheries letur virki aftur Fiskavirkið í Kuummiut ber seg ikki og verður tí stongt Mynd: KNR Høvundur vantaði... Tá vit í gjár prentaðu greinina »Hólin á Eiði er friðaður«, kom navnið á høvundanum ikki við. Tað er Janus Hansen, form. í Føroya Fuglafrøðifelag, sum hevur skrivað greinina. Vit biða orsaka mistakið blaðstj. Tað er spennandi at lesa og stuttligt eisini At tað var galið, vitsti eg og mong við mær, men so galið, vitsti eg ikki Óli á Deild Olsen, ábyrgd­ arblaðstjóri í Vinnuvitan vísir í oddagrein 11. oktob­ er vinnuliga, vanvirðisliga ábyrgdarkenslu av lógar­ heimildum og lógloysi. Antin er hann óvitandi, meiri óvitandi enn blað­ stjóri á vinnuligum mál­ gagni kann loyva sær, ella tekur hann undir við tí lóg­ loysi, sum varð framt í útlendingapolitikki­num. At okkara vinstravenda Kringvarp Føroya ongantíð ynskti at seta seg inn í útlendingaproblematikkin, tykist samfelagið at kunna liva við, men vinnulívinum kann henda líkasæla gerast dýr. Hann sigur m.a. soleiðis í hesi heldur ófrættakendu oddagreinini: “Áðrenn Fólkaflokkurin við Jógvani við Keldu slapp framat útlendingamálum, var eing­ in, sum tosaði um trupul­ leikar við arbeiðs­ og uppi­ haldsloyvum til útlending­ ar. Hetta tyktist vera eitt av­ greiðslumál...” Eg skal í fyrstu syftu bert halda meg til hetta brotið í oddagreinini. Framd lógarbrot Skal fyribils heilt stutt greiða frá, hví einki hoyrd­ ist áðrenn eg kom í lands­ stýrissessin og orsøkirnar til, at so mong mál endaðu sum álvarsom rættarmál og tað kann undra, at ikki fleiri mál endaðu í rætti­ num. Fleiri av mínum fyrstu fundum í Innlendismálaráð­ num vóru í samband við illa­ og ólgógliga avgreidd útlendinga mál, sum høvdu gingið fyri seg í longri tíð. Ein nýsamrádd ítróttarav­ tala, sum ikki kundi viðger­ ast eftir, skeivar undirskrift­ ir, og vinnufyritøkur sum ikki yvirhildu lógir og regl­ ar, sum sendu fólk út í van­ lagnur. Í hesum sambandi var trýst lagt á meg bæði frá politiskari síðu og við alemnna kringvarpinum, sum bæði var innhabilur og ikki ynskti at vita, hvussu útlendingamál­ og ­politikk­ ur hingu saman, eisini gjørdu ávísir aðrir fjølmiðl­ ar seg skyldugar. Ovasti rættarmyndugleik­ in – danski fútin – segði, at fingu vit ikki skil á hesum, “kasti eg málini frá mær”. So ísurin var tunnur, umframt at í øðrum høpi var siglt tungan sjógv. Gav ongantíð eftir Í teirri tíð – tað vardi nevni­ liga eina tíð ­ tá løgmaður, Fólkaflokkurin, Sambands­ flokkurin og Javnaðarflokk­ urin vóru samdir um at senda meg heim, tí teir ikki kláraðu trýstið, og eg sjálv­ andi ikki góðvilliga vildi fara, var eg glaður fyri, at eg ongantíð gav eftir fyri primitiva samfelda trýsti­ num og komið okkum long­ ur út í lógloysi. Heldur enn at geva embætisfólkunum í Inn­ lendismálaráðnum frið og ta tíð, sum skuldi til, fyri at fáa skil á hesum hurli­ vasa og lógloysi, varð trýst lagt á meg bæði frá mínum egnu, andstøðuni, og ikki minst við okkara almenna kringvarpi sum vápni. Sjálvandi skulu vit hava útlendingar Lat meg í hesum umfari gera greitt, at sjálvandi skulu vit hava útlendingar til Føroya at arbeiða, bæði ófaklærd og ikki minst fólk við hægri útbúgving og dyggum royndum, men tað skal vera eftir okkara leisti og ikki eftir trýsti frá onkr­ um hissini! Neyðugt var í øllum før­ um fyrst at fáa skil á tí óhugnaliga skila­ og lóg­ loysi ið hevði verið, áðrenn eg kom í landsstýrið. Hósk­ andi kundi Vinnuvitan spurt, hvussu upptøkan hevði verið ídag, um hetta slapp at halda fram. Nei, oddagreinin hjá Óla á Deild Olsen, er greitt prógv um, tað sum føroy­ ingar ofta gera seg skyuld­ ugar í, at leypa um tungu tøkini og stravna arbeiði og halda seg bara kunna droyma seg til eina loysn, sum í síðsta enda ikki er nøkur loysn. Møguliga vendi eg aftur og viðgeri víðari ikki sørt simplu oddagreinina hjá Óla á Deild Olsen, ábyrgd­ arblaðstjóra í Vinnuvitan um, sum so grunt viðger eitt so álvarsamt mál, helst móti betri vitan. Vinnuvitan - móti betri vitan løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í útlendingamálum Jógvan við keldu týtt úr svenskum. Bókin er 87 bls. og inn­ bundin. Hon kostar 140 kr. Frásøgukynstrið hjá Astrid Lindgren er kent um allan heim. Í samband við at 100 ár eru liðin, síðan henda megn­ arkona kom í heimin, gevur Bókadeildin í hesum døgum út bókina: Søgur úr Dundur­ dali. Í bókini eru fýra søgur um hendingar í Dundurdali. Søgurnar eru sera væl egn­ aðar at lesa upp fyri børn­ um. Ilon Wikland, sum van­ liga prýðir bøkur eftir Astrid Lindgren, hevur myndprýtt hvørja síðu í bók­ ini, so tað er ein fragd hjá barninum at fylgja við, með­ an sagt verður frá søgu­ num. Ella Smith Clementsen hevur týtt Søgur úr Dundur­ dali. Bókin er 78 bls., inn­ bundin og kostar 150 kr.