hósdagur 18. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
FRÍGGJADAGUR 19. OKTOBER 2007
Tv3 • Sunnudag 21. kl. 20.00
My Big Fat Greek Wedding
Toula Portokalis er ógift og so er hon 30
ára gomul. Hetta er ein trupulleiki, tað er
hon vís í. Hon hittir studentaskúlalæraran
Ian, sum hon fellur fyri við brestin. Men
Ian er ikki so grikskur, sum Toula, og meiri
enn, sum familjan hjá henni, vil hava hann
at vera. Fínur amr./kanadiskur skemtifilmur
frá 2002.
Tv3+• Hósdagin kl. 20.00
13 snart 30
Jenna er 13 ára gomul, og hennara
foreldur eru rættiliga strang. Allir teir
populeru næmingarnir í skúlanum
hyggja mest sum ígjøgnum hana,
og drongurin, hon er forelskað
í, veit ikki, at hon er til. Tað
einasta, sum Jenna ynskir, er at
blíva vaksin skjótast møguligt. Tá
hon so brádliga vaknar dagin eftir sín 13
ára føðingardag, finnur hon út av, at hon
brádliga er 30 ára gomul.
Kanal 5 • Mánadagin kl. 20.00
Catwoman
Patience Philips er ein smæðin kontormús,
sum arbeiðis sum grafikari fyri Hedare
Beauty. Hennara tilvera gerst tó ein heilt
onnur, tá hon endar mitt í eini vinnugølu,
har tann ónda Lauren Hedare eisini er
innblandað. Patience verður samstundis
eftirlýst av løgregluni, tí hon er broytt til
Catwoman. Hon hevur nú fingið allar teir
somu eginleikarnar sum ein ketta.
Kanal 5 • Týsdagin kl. 20.00
Sweet Home Alabama
Melanie Carmichael (Reese
Witherspoon) er ein ungur
mótadesignari, sum er forlovað
við Andrew, sum er son sjálvan
borgmeistaranan í New York. Ein
dagin biður Andrew Melanie gifta
seg við sær, og hon er ovurhonds
glað. Har er tó bert ein trupulleiki.
Hon er longu gift við einum manni úr
heimbýnum, so nú má hon allan vegin
aftur fyri at fáa gomlu flammina at
upploysa giftarmálið.
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›