hósdagur 18. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 18. oktober 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Ingrid Joensen úr Mið
vági, andaðist týsdagin,
58 ára gomul. Jarðar
ferðin
verður
lýst
seinni.
Amalia
Østerø
úr
Skálfirði vanliga nevnd
Malla, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin
85 ára gomul. Kistan
fer
úr
kappelinum
fríggjadagin klokkan 17
í Skála Kirkju. Jarðar
ferðin verður sunnudag
in klokkan 14.Tey, ið
vilja
minnast
Mallu
kunnu lata eina peninga
gávu til Eldrasambýlið
á Skála. Konta í pen
ingastovni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Amalia ( Malla ) Petersen
Selatrað
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar og tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað
Familjunnar vegna
Marita, Óli , Símun, Hannelena, Egil og Sonja
Yngsta skaldið í Føroyum,
Tóroddur
Poulsen,
fylti
fimmti ár mánadagin 15.
oktober. Yngsta skaldið er
hann, tí at hann er og verður
fastnegldur í sínum egna
persónliga og skaldsliga
upprunaskapi. Hann er ikki,
sum tey flestu, ið gerast
bleytari, rundari og tíanverri
eisini innihaldsleysari, sum
árini ganga. Hóast síni
fimmti ár, er hann enn eitt
tað
mætasta
listafólkið,
sum vit kunnu gleðast um,
og heldur hann somu kós,
sum hann hevur, er tað líka
vist sum, at jólini eru á
hvørjum ári, at Tóroddur
gevur bók út.
Eg hitti Tórodd á fyrsta
sinni í Keypmannahavn, tá
ið eg fór niður í 1995 at
finna meg sjálvan/studera.
Eg kendi sjálvandi til yrk
ingar hansara og árið fyri
varð stórverkið “Reglur –
eitt brotsverk” útgivið. Eg
sá hesa bókina sum eina
ógvuliga slóðbrótandi bók í
føroyskum skaldskapi um
tað mundið, og enn tann
dag í dag er henda bók og
eftirfylgjandi “Sót og søgn”
(úttalast:
pseudosøgn)
bøkur,
eg
við
jøvnum
millumbili taki fram at lesa
úr.
Vit arbeiddu saman á
Oyggjaskeggja, sum vit
báðir, saman við Arnbjørn
Ólavsson Dalsgarð og Rig
mor Dam, ritstjórnaðu. Tá
ið eg skal siga tað sjálvur,
so var tíðin, vit báðir rit
stjórnaðu Oyggjaskeggjan,
tíðarskeiðið, har blaðið var
mest slóðbrótandi. Sjálv
andi var ein tíð í sjeyti áru
num, tá ið Oyggjaskeggi
lýsti utisetalívið í Danmark.
Tíðin í sjeyti árunum kann
ikki metast við tíðina, tá ið
vit í níti árunum settu
skemt, mál, tjóðskap og
bókmentir á dagsskránna.
Hetta var í teimum tíðum,
tá ið Oyggjaskeggi varð
kliptur og klistraður saman.
So at siga ongir tøknifrøði
ligir hentleikar vóru. Tór
oddur Poulsen var drívmeg
in í hesum arbeiði, fullur av
góðum hugskotum, sum
nærum øll vórðu feld niður
á blað. Vit plagdu at arga
tann tjóðskaparanda, sum
bylgdist í nærum hvørjum
føroyingi og pilkaðu eisini
við ta sjálvsmynd, vit føroy
ingar hava av okkum sjálv
um. Eisini ummæltu vit og
brúktu skaldskap at lýsa
skaldskap. Tóroddur um
mælti skaldsøguna “Rúm”
eftir Carl Jóhan Jensen á
sama máli, sum Carl Jóhan
Jensen skrivaði skaldsøg
una. Vit løgdu eisini før
oyska málið undir sjóneyk
una. Við hjálp frá málkøn
um, høvdu vit ymiskar mál
tættir, ið venda málinum í
allar ættir. Megintátturin
hjá okkum var, at so skjótt
onkur kom við einari niður
støðu, vendu vit spurning
inum í aðra ætt.
Sigast má, at Tóroddur er
ein ógvuliga fjøltáttaður
listamaður. Hann er yrkjari,
týðari, performari, grafikari
og skaldsøguhøvundur. Tór
oddur er ein av hesum fáu,
sum ikki rópa hart um,
hvussu nógv hann veit um
bókmentir, og hann hevur
tíðum verið lastaður fyri
ikki at hava ein poetikk, (nú
stendur hann so í triðja
Vencili) og tí eru fleiri
óhjálpnir bókmentafrøðing
ar, ið ikki megna at fáa
greiði á skaldskapi Tórodds,
men Tóroddur er helst tað
listafólkið í Føroyum, sum
veit mest um bókmentir, og
helst er hann eisini tað lista
fólkið, sum er tryggast við
sín egna skaldskap. Hann
hevur sítt egna mál, sín
egna stíl, og eftir mínum
tykki, er tað soleiðis, at tá
ið tú lesur ein høvund og
hoyrir hann fyri tær, meðan
tú lesur hann, so hevur hann
megnað at skrivað fram
eina rødd, sum er so egin, at
ongin annar kann lesa
skaldskap hansara upp.
Bókliga virksemi Tór
odds, er eitt langt arbeiði
undir støðugari útvikling.
Á hvørjum ári gleðast vit
um, at Tóroddur letur eina
bók úr hondum. Herfyri
kom út 21. bókin hjá Tór
oddi, nevnd “Rot”. Telja vit
við meistarligu týðingina
“Rúm
Alexandru”
eftir
svenska høvundin Annu
Mattsson, verður rúgvan 22
bøkur. Frá hansara fyrsta
yrkingasavni “botnfall” og
fram til “Rot” síggja vit ein
høvund, sum er vorðin
meira og meira egin. Tór
oddur er vorðin eitt útiseta
skald, sum er føroyskari
enn nakað annað skald, sum
er búsitandi í Føroyum. Tór
oddur nágreinir føroyska
samfelagið. Hann lýsir før
oyska siðvenju, ættarviður
skifti og trongskygni eins
væl og sínar persónligu Før
oyar.
Tóroddur Poulsen hevur
eisini latið úr hondum tvær
fløgur. Tann fyrra, “Veðrið
eigur orð”, er ein meistarlig
fløga, ið minnir nógv um
fløgurnar, ið Halfdan E
gjørdi til tekstir hjá Dan
Turéll. Seinni kom so trí
dupulta fløgan við Kaj
Klein og Tóroddi Poulsen.
Henda fløgan er heldur
ráari enn hin fyrra, og pass
ar hon kanska betur til stíl
in, hann lesur upp.
Seinastu tíggju árini hev
ur Tóroddur roynt seg sum
grafikara, og eisini har er
hann egin. Hansara arbeiði
í Grafiska verkstaðnum hev
ur ført Tórodd fram móti
sínari persónligu listarligu
heild. Eins og Tóroddur
brúkar málningalistina í
sínum yrkingum, so brúkar
Tóroddur eisini skaldskapin
í sínum grafiska arbeiði.
Orðini og setningarnir eru
við til at byggja myndina
upp, meðan pensilin og litir
nir eru við til at byggja yrk
ingarnar upp. Tá ið eg í
áðni nevndi, at arbeiði hans
ara er undir støðugari menn
ing, er sjálvandi talan um
heildina í listarliga arbeiði
hansara. Onki er latið til
tilvildina at ráða. Allar lista
greinirnar eru væl gjøgnum
hugsaðar og verða fram
bornar í sama ótroyttandi
listamanni, ið skrivar lívið
fram í ljósið.
Tað er nærum ógjørligt at
lýsa ein so fjøltáttaðan lista
mann í eini føðingardags
heilsan, men fyri at lýsa
Tórodd við at læna eina yrk
ing eftir ein av fyrimyndum
hansara, danska stórskaldin
um Peter Laugesen, so sigur
hann soleiðis:
Har situr ein drongur
í einum gomlum stóli
á takinum
á einum niðurtiknum
húsum
og syngur
(Trashpilot: 2000)
Hvørja ferð ein yrkjari setir
pennin niður á pappírið, og
eitt orð verður skrivað,
verða samstundis milliónir
av óskrivaðum orðum løgd
aftur at tí skrivaða. Tað er
við teimum óskrivaðu orð
unum, at vit skilja tey skriv
aðu orðini, og tí er skald
skapur Tórodds ikki altíð
so lættur at skilja, tí at tey
óskrivaðu orðini eru tengd
at lívsførninginum, sum les
arin hevur við sær. Hóast
Tóroddur er torskildur í
støðum, so er hann eitt so
mikið stórt og týdningar
mikið skald, at fólk ikki
skulu himprast við at kasta
seg við gleði yvir list hans
ara. Tað er í listini at hann
livir.
Eg vóni, at tú í mong ár
fram fer at geva okkum
árligu bókina við Tóroddsk
um yrkingum. Eg ætli mær,
ið hvussu víkir og vendir at
kava djypri og djypri niður
í listaheimin hjá Tóroddi
Poulsen.
Hjartaliga til lukku, Odd
fríður.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaða mamma, vermóðir,
omma, langomma og systir
Amalia Østerø úr Skálafirði
vanliga nevnd Malla
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin,
85 ára gomul.
Kistan fer úr Kapellinum fríggjadagin
19. oktober kl.17 í Skála kirkju.
Jarðarferðin verður sunnudagin 21. oktober kl. 14.
Børnini við familju
Tey, ið vilja minnast Mallu, kunnu lata eina gávu til
Eldrasambýlið á Skála. Konta í peningastovnunum.
Tóroddur Poulsen hálva øld