hósdagur 18. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 202 - 18. oktober 2007 ]
11 Teir bestu sam
bært Tony Adams
Tony Adams, fyrrverandi verjuleikarin hjá Arsenal og Onglandi, velur
teir bestu av sínum fyrrverandi viðleikarum og mótstøðumonnum.
Bert sjey ex-Gunners eru á liðnum…
”
Roy Keane gjørdi tað gott í United, og
spælistílurin kann samanberast, men
Patrick er nógvar ferðir betur.
Málverji:
David Seaman
Eg spældi við Pat Jennings,
og hann var fantastiskur,
men eg spældi saman við
Seaman í nøkur ár saman
lagt, og hann fekk alt at tyk
jast so einfalt. Eg elskaði
hansara máta at spæla, og
eg haldi tað er eitt kynstur
at fáa alt at tykjast so ein
falt, tí valdi eg hann. Hann
fekk ró og trúgv í bæði Arsenal og Ongland, og tað er týdn
ingarmikið. Hann er tekniskt sera væl fyri, tí hann stóð í
mál gjøgnum eina tíð, har bólturin broyttist nógv, og hann
megnaði væl at tilvenja seg.
Høgrubakkur:
Viv Anderson
Hann var rættuliga málrætt
aður, og ein av teimum trup
lastu og sterkastu spælarun
um eg havi spælt við og
ímóti. Viv vísti mær hvussu
tað er at vera yrkisleikari.
Hann hevur tvey heiðurs
merki fyri Europa Cup, eg
nýtist ikki at siga meira.
Miðverji:
Franco Baresi
Baresi var ikki eins sterkur
kropsliga, og man kanska
trúði at ein miðverji er –
hann spældi vanliga sum
sweepari – men hann var so
góður, at man kundi hyggja
eftir honum, hvussu hann
avgjørdi skjótleikan á dysti
num. Hann dugdi betur at
lesa spælið enn nakar verju
leikari, eg nakrantíð havi
sæð, og tað er ivaleyst hetta, ið fær hann at skína sum ein
av bestu miðverjum nakrantíð. Hansara samlan av heiðurs
merkjum er heldur ikki so galin.
Miðverji:
Paolo Maldini
Ein fantastiskur spælari,
tekniskt sera væl fyri og
hevur eina lekra konu! Eg
haldi at hann hevur lært
nógv av Franco Baresi. Eg
elski italsku verjuleikararnir
og teirra máta at verja í
Sonuskipan,
og
Paolo
Maldini var sera góður til
júst tað. Tá eg var í Arsenal
undir George Graham, plag
du vit at hyggja í tímar eftir videobondum við Maldini.
Vinstrubakkur:
Kenny Sansom
Kenny umboðaði land sítt
yvir 80 ferðir, og ikki uttan
orsøk. Hann hevði eitt lágt
tyngdarpunkt, var sera kvik
ur á beinunum, og hansara
einmótieinum verjuspæl
var í heimsklassa: Hann
skuldi dekka Maradona í
HM í 1986! Hann var eisini
góður framm eftir vøllinum. Hann var sum ein miðvallari
á bakkinum, áðrenn tað komu miðvallarar á vongverju
plássinum. Hann dugdi at spæla.
Høgru
miðvallari:
Patrick Vieira
Vieira er ikki bert ein stórur
sterkur spælari, hann er ein
klókur spælari, og hann
megnar eisini sera væl at
lesa spælið. Ein fantastiskur
ítróttarmaður við óhoyrdari
orku. Hann rennur eina øði
liga rúgvu innan 90 minutt
ir, og er eftir mínum tykki
nógv betur enn til dømis Roy Keane. Misskili meg ikki,
Roy Keane gjørdi tað gott í United, og spælistílurin kann
samanberast, men Patrick er nógvar ferðir betur.
Verjukendur
miðvallari:
Dunga
Fyrst og fremst hevur hann
spælt rættuliga nógvir HM
dystir. Brazil hevur søguliga
altíð hav tein sterkan upp
ruddara á miðvøllinum, og
hann var altíð tuskandi aft
ur og framm og aftur. Hann
kann spæla á øllum pláss
um so góður er hann. Hann
spældi miðverji tá tað kravdist.
Vinstru
miðvallari:
Robert Pires
Heilt einfalt ein av bestu
leikarunum eg havi spælt
saman við. Hann er líka
góður við báðum beinum
og rennur skjótari, við bólt
inum, enn eg nakrantíð gjør
di, uttan bólt. Hann kann
veruliga taga eina verju
sundur og er óivað millum
mest undirmettu leikarar í
Premier League hevur sæð. Hann hevur vunnið bæði HM
og EM, og tað sigur ikki so lítið.
Áloypandi
miðvallari:
Dennis
Bergkamp
Eg vil ikki bert hava ein
spælara, ið kann skjóta 150
mál, eg vil eisini hava ein
spælara, ið kann leggja upp
til 150 mál, og tað fær man
við Dennis – Hann var sjálv
skrivaður á hesum liðnum
– Ein óhugnaliga evnaríkur
spælari – klókur, altíð í flyting á vøllinum, og fantastiskar
avleveringar. Hann opnar veruliga hurðar.
Áleypari:
Thierry Henry
Eg verði altíð spurdur av
Arsenal viðhaldsfólki, um
eg haldi at Thierry er besti
Arsenal leikarin nakrantíð.
Tað er ógjørligt at svara,
men hann er besti spælarin á planetini í dag. Hann hevur
so leikandi lætt við at súsa, ella dribbla framvið verjuleik
arum, at tað er nærum óhoyrt.
Áleypari:
Marco Van
Basten
Hann er tann skjótasti áleyp
arin, ið er yvir 1,90 metur,
ið eg nakrantíð havi sæð!
Heilt einfalt, fantastiskur.
Hann var líka skjótur sum
Ian Wright, líka sterkur í
luftini sum Joe Jordan, og
dugdi betur at halda bóltin
um hjá sær enn Alan Shear
er. Eg seti hann frammanfyri Maradona. Tekniskt var Mara
dona ótrúligur, og hann hevði kvikar føtur, men Van Basten
hevði eginleikarnir at stúta og flukta við skjótleika og styr
ki.
Á beinkinum:
Ruud Gullit
Hægri enn eg og Van Basten og valdi mær summir trupul
leikar. Hann kemur úr dýbdini og kann spæla allastaðni.
Hann er serstakliga sterkur.
Marcel Desdailly
Eg haldi at hann var betur á miðvøllinum í Milan – Hann
var sum Patrick Vieira – men hann vann HM meðan hann
spældi sum miðverji. Slíkt fjølbroytni er veldugt fyri hetta
liðið.
Venjari:
Einfalt – ongin. Arsene Wenger segði altíð, at loyndarmálið
at gerast ein góður venjari, er at hava góðir spælarir, og teir
hava vit her.
THIERRY HENRY
THIERRY HENRY
DENNIS BERGKAMP
DENNIS BERGKAMP
DUNGA
DUNGA
PATRICK VIEIRA
PATRICK VIEIRA
VIV ANDERSON
VIV ANDERSON
DAVID SEAMAN
DAVID SEAMAN
KENNY SAMSOM
KENNY SAMSOM
PAOLO MALDINI
PAOLO MALDINI
FRANCO BARESI
FRANCO BARESI
ROBERT PIRES
ROBERT PIRES
MARCO VAN BASTEN
MARCO VAN BASTEN