Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 202 - 18. oktober 2007 ] – Teir vóru ikki bara betur, men nógv betri og eg minnist ikki, at vit hava verið undir slíkum trýsti dystin á tamb, sigur Jógvan Martin Olsen, sum rósar sínum leikarum LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kiev, Ukraina: Tað má hava verið ein undarlig kensla, Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevði eftir dystin í gjár. Enn eitt stórtap til hansara lið, men hesaferð er lítið og einki at seta fingur á. – Innsatsurin var framúr. Vit kempaðu og fightaðu, men tað var power-play frá teirru frá byrjan til enda. Trýstið vit upplivdu í dag virkaði munandi størri enn leygardagin, og eg minnist ikki, at vit nakrantíð hava verið undir so stórum trýsti allan dystin. Jógvan Martin Olsen ásannar, at 5-0 er øgiliga nógv at tapa, men kortini hevur hann rósur at bera verjuni: – Hon stóð stak væl, og skal eg taka nakran framum, so haldi eg ikki Jón Rói hev- ur spælt betur enn tað sama á landsliðnum. Spurdur um dysturin í gjár hevði sæð øðrvísi út, um vut fingu eitt mál, svar- ar venjarin, at tað heilt víst hevði verið ein orku inn- spræning. – Men trýstið á okkum minkaði ongantíð. Tí tóku vit eisini Rógva Jacobsen aftur á miðvøllin. Tað stabiliseraði aftureftir, men samstundis mistu vit í fram- rættaða partinum, segði Jógvan Martin Olsen, stutt eftir dystin í gjár. Sum tá vit byrjaðu Málverjin og liðformaðurin, Jákup Mikkelsen, heldur dystin í gjár minna mest um tíðina, tá Føroyar komu upp í altjóða fótbólt. – Tá vóru vit altíð trýstir og skuldu bara hava bóltin vekk, og tað er langt síðani eg havi roynt tað. Jákup Mikkelsen metir somuleiðis, at Ukraina er eitt tað besta liðið hann hevur møtt. – Eg havi ongantíð áður verið undir so sovorðnum trýsti fyrr, men innsatsurin var so stórur sum ongantíð fyrr. So nú vóni eg, at fólk ikki fýlist á tað, sigur málverjin, sum tekur málið til 3-0 á sín kappa Læruríkt – At tapa 5-0 er altíð keðiligt, men eg taki hetta sum ein eina læruríka uppliving. Ikki minst nú talan var sum so sterka mótstøðu. Johan Troest Davidsen var ógvuliga avkláraður um sína støðu eftir dystin. – Eg havi ikki spælt høgri bakkur í longri tíð, og haldi eg kundi gjørt tað betri. Men eg velji at læra av hesum, heldur enn at taka tað tungt. Spurdur um hvussu tað kendist, at fáa sín fyrsta landsdyst, svarar Johan Troest Davidsen, at tað er gott at hava fingið hol á. – Og eg ætli mær heilt víst nakrar dystir aftrat. Framúr góður innsatsur John Petersen og Jógvan Martin Olsen á síðulinjuni í gjárkvøldið Mynd: Rólant Waag Dam Blokhin heldur lítið um Føroyar Venjarin segði á tíðindafundinum eftir dystin, at tað er óneyðugt at spæla móti liðum sum Føroyar LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kiev, Ukraina: Oleg Blok- hin, venjari hjá Ukraina, segði sum var, tá hann varð tráðspurdur av lokalum tíð- indamonnum eftir dystin móti Føroyum. – Føroyar eru á einum nógv lægri støði enn vit, men vit gjørdu tað vit skuldu. Ein sigur sum hesin var okkara skylda, segði Oleg Blokhin. Hann gav somuleiðis til kennar, at hann helt lítið um at smá- tjóðir sum Føroyar skulu kappast við stórveldi sum Ukraina, Frankaríki og Italia. – Vit ferðast í átta tímar til ein dyst, sum vit vita vit fara at vinna. Tað er tíðar- spill, helt Blokhin fyri. Tá hann so varð spurdur, um fjáltur ikki kom á hann, tá tað framvegis ikki hevði hepnast liðið hansara at skora mál stutt fyri hálvleik, hoyrdi hann av onkrari orsøk ikki spurningin og svaraði tískil ikki. Oleg Blokhin heldur at dystir móti londum sum Føroyum eru tíðarspill Mynd: Rólant Waag Dam