Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 202 - 18. oktober 2007 Sjáldan, um nakrantíð, hevur føroyska liðið verið undir so stórum trýsti allan dystin á tamb. Tað var power-play frá byrjan til enda, og so munaði lítið at føroysku leikararnir faktisk góðu alt tað teir vóru mentir LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kiev, Ukraina: Klokkan sjey lokala tíð í stórbýnum Kiev trýsti legendan Oleg Blokhin á turbo-knøttin, sum annars ikki hevur verið nógv brúktur av honum seinastu tíðina. Hálvanann- an tíma seinni slepti hann knøttinum. Tá kundi hann staðfesta, at tað enn var dugur í maskinrínum, sum annars ikki hevur koyrt so væl í ár. Blokhin gjørdist tó nakað sveittur, og tað fuktaði millum tummilin og turbo- knøttin, tá 40 minuttir vóru spældir. Tá hevði tað fram- vegis ikki eydnast honum at yvirhála væl skipaða flokkin av føroyingum. Men so glapp og næstu níggju minuttirnar vóru føroyingar yvirhálaðir fýra ferðir, og so eina fimtu og síðstu ferð, tá góður tími var farin. Jógvan Martin Olsen grundar. Fyri tað fyrsti hev- ur hann ongan turbo-knøtt at trýsta á. Í hvussu so er hevur hann ikki funnið hann enn. Fyri tað næsta hevur hansara maskina koy- rt rættiliga illa í síðstuni. Orsøkin er alt defektum deilum til aðrar lutir, sum uttan víðari fara í baklás og mugu skiftast út. Jógvan Martin Olsen hevur tó lappað og bøtt. Hevur til tíðir eisini brúkt deilir í slíkum støðum, har onnur trúu teir als ikki kundu brúkast. Fyri tað triðja koyrdi maskina hansara í gjár- kvøldið so væl, sum hon einaferð kann gera undir slíkum umstøðum. Kortini var hann yvirhálaður ikki bara eina ella tvær, men fimm ferðir! Undarligt, halda summi. Ikki tá Blokhin hevur so nógv betri maskinu, siga onnur. Ambivalent kensla Myndin omanfyri skal lýsa dystin og umstøðurnar, ið venjararnir virka undir. Jógvan Martin Olsen eigur at vera nøgdur við tað, hans- ara menn vístu á vøllinum í gjár. Bæði hann og røddir heima í Føroyum eftirlýstu vilja og ein ordiligan innsats frá leikarunum. Tað fekk hann og tað fekk fólkið í Føroyum eisini. Kortini ren- di føroyska liðið seg inn í enn eitt stór tap. Tískil er tað ein ambivalent kensla, man nú situr eftir við. Undir vanligum umstøð- um er tað stór skomm at tapa 5-0. Tað gjørdu Føroyar í gjár, men leikararnir hava einki at skammast yvir. Áskoðararnir hava onga grund til at spæla flovir. Frálíkir 40 minuttir Fyrstu 40 minuttirnir vóru ótrúliga væl skipaðir og Tað er ikki skomm a Ukraina – Føroyar 5-0 (3-0) 1-0: Maxym Kalynychenko, 40. 2-0:, Oleg Gusiev, 43. 3-0: Oleg Gusiev, 45. 4-0: Maxym Kalinichenko, 49. 5-0: Maxym Kalinichenko, 64. Dómararakvartett: Haim Jakov – Erez Zatelman og Shabtai Nahmias. Asef Kenan var eygleiðari. Allir úr Ísrael. Føroyar: Jákup Mikkelsen – Johan Troest Davidsen, Óli Hansen, Jón Rói Jacobsen, Einar Hansen – Símun Samu- elsen, Atli Danielsen, Mikkjal Thomassen (Tem Hansen, 8.), Christian Høgni Jacobsen (Hanus Thorleifsson, 89.) – Christian Lamhauge Holst (Andrew av Fløtum, 75.), Rógvi Jacobsen. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: René Tórgarð, Bergur Midjord, Hjalgrím Elttør, Rókur av Fløtum Jespersen. Venjari: Jógvan Martin Olsen. Ukraina: Andriy Pyatov – Andriy Rusol, Anatoli Tymo- schuk (Oleksandr Hrytsay, 69.), Andriy Nesmachnyi – Dmytro Chygrynskyy, Androy Voronin, Sergiy Naza- renko, Oleg Gusiev (Andriy Vorobyey, 62.) – Maksym Kalinichenko, Oleksandr Gladkyy (Artem Milevskiy, 46)., Oleksiy Gay. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Oleksandr Shovkovskyi, Oleksandr Kucher, Volodymyr Yezerskyy, Oleg Shelayev. Venjarin: Oleg Blokhin. FAKTA Christian Høgni Jacobsen tætt pressaður av einum Ukraina Mynd: Álvur Haraldsen EM skal lokka fleiri kvinnur í ringin Danmarks Bokse-Union vónar at EM í nevaleiki fyri kvinnur kann fáa gentir at síggja, at kvinnur eins væl kunnu ganga til nevaleik, og menn gera, sigur ítróttarstjórin Henrik Pedersen. EM í nevaleiki fyri kvinnur, verður í hesum døgum hildið í Vejle, og sannroyndin, at bestu nevaleikskvinnur í norðurlondum eru við í Danmark, fær DaBU at síggja útyvir møguleikunum enn bert at vinna heiðursmerkir. ÍF hevur longt við Bartal Í dag kundi formaðurin í ÍF-fótbólti vátta at ÍF hevur longt sáttmálan við enn ein av stuðulsleikarum sínum, sterka verjuleikaran, Bartal Eliasen. Hetta er ein partur av ætlanunum við at fáa ÍF liðið nóg sterkt til Formula deildina í næsta kappingarári. Fyrr í vikuni longdi felagið við triggjar av sínum stuðulsleikarum; Áka Petersen, Nenad Saric og Fritleif í Lambanum.