hósdagur 18. oktober 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 202 - 18. oktober 2007
t tapa 5-0
disiplineraðir frá okkara
síðu.
Álopini floymdu oman
móti Jákup Mikkelsen, inn
leggini vóru mong og skot
royndirnar nógvar. Men
bert einaferð var veruligur
vandi á ferð. Góðir tíggju
minuttir vóru spældir. Ukra
ina hevði higartil roynt at
brotið ígjøgnum í síðunum,
uttan hetta var hepnast teim
um serliga væl. Hesaferð
royna teir so at fara ígjøgn
um mitt á. Tað eydnast og
brádliga er Jákup Mikkelsen
einsamallur
við
einum
ukraina. Royndi málverjin
fær í evstu løtu takla bóltin
burtur við hondini, og
vinnur samstundis henda
tvídystin. Ógvuliga væl
vart fyri, og Føroyar vóru
framvegis við í dystinum.
Undan hesum var Mikkjal
Thomassen farin út. At
síggja til sami skaði sum
hann hevur havt: hælsinan.
Útskiftingin tóktiskt tó ikki
at órógva føroyska spælið.
Ella kanska heldur føroyska
verjuspælið, tí frameftir
vøllinum var tað ógvuliga
avmarkað, ið føroyingarnir
komu við. Teir tóku heldur
ongar kjansir. Ein mynd, ið
lýsir
hetta
væl,
er
frísparksstøða miðskeiðis í
fyrra hálvleiki. Bólturin
liggur beint frammanfyri
miðstrikuna. Aftanfyri hana
standa fimm føroyingar.
Uppi við brotsteigin hjá
Ukraina standa aðrir fimm
føroyingar, klárir at taka
ímóti. Einki spurdist burtur
úr hesum.
Tað tóktist tó sum um, at
føroyingar høvdu fingið tað
burtur úr, at Ukraina hesa
løtuna ikki koyrdi við heilt
somu ferð, tá fyrri hálv
leikur var hálvrunnin.
Níggju svartir
minuttir
Vit runda nú teir 40 min
uttirnar og higartil feilfría
føroyska kollektivið ger sín
fyrsta feil. Tann annars
vælspælandi debutanturin,
Johan
Troest
Davidsen,
verður fangaður á skeiva
beininum av Kalinichenko.
Hesin sneiðir inn um Johan,
sum onga hjálp fær aftanfyri
seg hesa løtuna, inn í
brotsteigin og smekkar til.
Skotið tekur í Óla Hansen,
broytir
kós
og
Jákup
Mikkelsen er prísgivin.
Hálvan
minutt
seinni
dummar Einar Hansen seg í
hinum borðinum. Við bring
uni roynir hann at leggja
bóltin aftur til Jákup Mikk
elsen, sum tó er alt ov langt
burtur. Gusiev kemur í mill
um, Jákup Mikkelsen er
seldur og málið tómt. 20!
Minuttin fyri steðgin er
aftur galið. Skotið verður
hart úti frá móti Jákup Mikk
elsen. Hann megnar ikki at
halda skotinum, Gusiev er
kvikur á returinum og so er
30.
Hvat
Jógvan
Martin
Olsen hevur sagt við leik
ararnar í steðginum er fyri
so vítt undir ordnað. Tí
seinni hálvleikur er bara
tríggjar minuttir gamal, tá
støðan gerst 40. Neyvan
tað, ið føroyska liðið ætlaði
at byggja seinna hálvleik á.
Kalinichenko sleppur at
standa púra leysur eftir frí
sparksinnlegg úr høgru, og
so er lætt hjá honum at
skora.
Upp á níggju minuttir
hevur Ukraina skorað fýra
mál – tað er flott!
Fimta málið – fyri nú at
taka tað beinanvegin – er
eisini eitt innlegg. Hesaferð
úr vinstru, flatt til handaru
stong har Kalinichenko aft
ur var framvið. Føroyska
verjan vildi vera við, at
Kalilichenko var rangstadd
ur, men málið var góðtikið.
Føroysku kjansirnir
Hóast tað var einvegis
ferðsla mest sum allan
dystin,
eydnaðist
tað
føroyingum at skapa nakrar
vandamiklar støður. Fyrsta
málroyndin frá okkum, var
eitt vánaligt langskot frá
Símuni Samuelsen, eftir
eitt annars fínt álop. Christ
ian Høgni Jacobsen fekk
okkara næsta møguleika, tá
Rógvi
Jacobsen
spældi
hann leysan, men vinkulin
gjørdist ov spískur. Eisini
Holst
spældi
Christian
Høgna lesyan við einum
dreymi av einum stikningi,
men runavíkingurin varð
runnin aftur av verjuni.
Christian Høgni Jacobsen
fekk eisini ein triðja møgu
leika, tá Símun Samuelsen
sendi tvørtur um vøllin,
men tað tóktist koma so
óvart á hann, at hann ikki
fekk tamarhald á bóltinum.
Seinastu føroysku roynd
ina við biti í átti Christian
Lamhauge Holst, tá sendi
eitt kanónskot beint framvið
málinum.
Meðan hatta vóru føroy
sku royndirnar á málið hjá
Pyatov, høvdu hansara lið
felagar nógvar naskar roynd
ir móti Jákupi Mikkelsen í
hinum endanum. Men fleiri
mál komu ikki.
Betri enn seinast
Hvat so? Enn eitt stórtap,
men kortini var úrslitið
betri enn seinast. Frá 60 til
50. Tað kunnu vit ikki brú
ka til so nógv. Tað vit kunnu
brúka er, at innsatsurin frá
føroyska liðnum var fram
úrskarandi. Menn vildi og
menn strýddust. At Ukraina,
Blokhin, Gusiev og Kali
nichenko vildu tað øðrvísi,
fáa vit ikki gjørt so nógv
við. Eftir tapið leygardagin
reistist Ukraina. Tað gjørdi
føroyska liðið fyri so vítt
eisini.
Føroyingar høvdu mangan trupulleikar av skjóta, og tekniskt góða Andriy Voronin
Mynd: Álvur Haraldsen
Atli Danielsen spældi rímuliga væl á miðvøllinum milukvøldið, men lítið munaði
Mynd: Álvur Haraldsen
Andreas skal til royndarvenjing
í Frem
Leirvíkingurin, Andreas Lava Olsen, fer seinni í vikuni til danska felagið
Frem at royndarvenja. Umboð fyri Frem hava gjøgnum summarið, verið í
Føroyum og hugt eftir Andreasi. Teir mugu ivaleyst hava dámt tað teir sóu,
tí hann hevur fingið boð til Danmarkar í næstum. Andreas Lava Olsen er
kendur sum ein sera kvikur spælari og máltevinum feilar als onki heldur.
Andreas
Mamma Hareide doyði áðrenn
dystin í Bosnia
Spælararnir kendu ikki til sorgina hjá landsliðsvenjaranum. Dagin fyri 20
sigurin hjá Noregi í Bosnia doyði mamma landsliðsvenjaran Åge Hareide, hon
gjørdist 89 ára gomul. Fyrrverandi Brøndbyvenjarin valdi ikki at siga spælarum
sínum frá áðrenn dysturin var liðugur. Sambært norska blaðnum Afttenbladet
ynskti Hareide ikki at tosa um at mamman doyði gjárkvøldið, tí hann ikki hevði
tosað við familjuna, og annars vildi halda innan familjunnar fýra veggir.