hósdagur 18. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 202 - 18. oktober 2007 ]
Persónligu mistøkini
vóru fá men dýr.
Mann fyri mann
kunnu flestu
leikararnir tó vera væl
nøgdir við sítt egna
avrik
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen,
53/-124:
Hevði tað ikki verið fyri
hann, hevði tapið helst verið
munandi størri. Vardi fan
tastiska væl fyri, tá ein ukra
ini gjørdist púra blankur við
honum tíðliga í dystinum.
Hevði aðrar ónatúrliga góð
ar bjargingar, men átti málið
til 30, har hann ikki megn
aði at halda bóltinum. Kom
somuleiðis á millumhond, tá
Ukraina skoraði til 20. Sam
anutikið spældi hann ein
frálíkan, men ikki lýtaleysan
dyst.
3. Johan Troest Davidsen,
1/0:
Fekk sín fyrsta landsdyst og
kann vera errin av honum.
Tóktist eitt sindur fjáltur
stungin at byrja við, tá hann
sparkaði fleiri adressuleysar
bóltar langt niðan í høgra
borð. Varð eisini fangaður á
skeiva beininum og settur
av, tá Ukraina skoraði fyrsta
málið, men vísti annars
gjøgnum allan dystin, at
hann longu nú er klárur at
átaka sær uppgávuna at
røkja handan sessin.
13. Óli Hansen, 2/0:
Slapp ikki óvæntað at spæla
sín næsta landsdyst. Var
ikki heilt so sjónligur sum
makkarin í miðverjuni, men
tóktist at stilla seg rætt.
Somuleiðis riggaði hann
væl í samstarvinum við Jón
Róa Jacobsen, og spældi
sum heild ein fínan dyst í
miðverjuni.
5. Jón Rói Jacobsen,
30/0:
Spældi kanska sín besta
landsdyst nakrantíð, tá hann
tók leiklutin sum stýrimaður
í verjuni á seg. Vann eina
rúgvu av bóltum, bæði á luft
ini og á vøllinum, og spældi
seg altíð skilagott av við
hann. Útstrálaði yvirskot og
tað kom millum annað til
sjóndar, tá hann móti dystar
enda kom framvið í álop, tá
flestu av hinu leikarunum
ikki orkaðu meir.
17. Einar Hansen, 2/0:
Var kanska tann føroyski
leikarin, sum hevði bóltin
mest. Loysti sína uppgávu
sera væl, hevði dirvið og
yvirskot at spæla heldur
enn sparka fótbólt. Kom eis
ini framvið móti dystarenda
og royndi seg við einum
skoti. Var undir øgiligum
trýsti stóran part av dyst
inum, men gjørdi so at siga
bara eitt mistak. Tað kostaði
hinvegin mál, tá hann skuldi
temja bóltin aftur til Jákup
Mikkelsen, men heldur sel
di bæði seg og málverjan.
9. Símun Samuelsen,
14/1:
Kanska tann einasti leikarin
á føroyska liðnum, sum ikki
kann vera nøgdur við sítt
avrik. Faktiskt var tað mill
um lítið og einki, sum eydn
aðist hjá suðuroyinginum í
Noreg og misti hann nógvar
bóltar. Eitt innlegg í seinna
hálvleiki sat tó akkurát sum
tað skuldi, og bólturin hevði
uppiborið betru lagnu enn
at fara framvið.
8. Mikkjal Thomassen,
9/0:
Spældi bert nakrar fáar min
uttir, áðrenn hann lat seg
útskifta við skaða. Tískil
kunnu vit ikki meta um
avrik hansara.
4. Atli Danielsen:
Spældi ein branddyst á
sentrala miðvøllinum. Ein
fragd at eygleiða. Tók altíð
skilagóð avgerðirnar, tordi
at vera frekur og halda upp
á bóltin, soleiðis at saknurin
í Súna Olsen ikki merkist.
10. Christian Høgni
Jacobsen, 38/2:
Varð fluttur fram á vøllin fyri
at fáa meiri burtur úr hansara
offensivu eginleikum. Hevði
tó eina rúgvu av verjukendum
uppgávum, sum bóru við
sær, at hann ikki kom so
nógv við frameftir. Hevði tó
tríggjar av teimum frægastu
føroysku royndunum eftir
innlegg frá Símun Samuelsen
og fríspælingar frá Rógva
Jacobsen
og
Christian
Lamhauge Holst. Mál bleiv
tað tó ikki til.
14. Christian Lamhauge
Holst, 9/0:
Rann, strýddist og arbeiddi
sum fyri fleiri. Serliga í
seinna hálvleiki, tá hann var
einsamallur heilt frammi.
Markeraði seg kropsstyrki
og bóltførleika, ið eingin
annar av føroysku leik
arunum hevur. Hevði eisini
eitt dundurskot beint fram
við málinum í seinna hálv
leiki. Eitt av hæddarpunkt
unum á føroyska liðnum.
6. Rógvi Jacobsen, 47/9:
Ikki heilt so sjónligur sum
onkra aðru ferð. Komst
fyrst og fremst av ógvusliga
trýstinum í fyrra hálvleiki,
har Rógvi hjálpti væl aftur
eftir, men hevði minni at
arbeiða við fram eftir. Varð
tikin aftur á miðvøllin í
seinna hálvleiki til at hjálpa
Atla Danielsen og Tem
Hansen, og fekk við síni
kropsstyrki lætt nakað um
teirra uppgávu.
15. Tem Hansen, 2/0:
Avloysti Mikkjal Thomas
sen tíðliga í dystinum og
gjørdi tað sera væl. Vísti seg
sum ein bólttryggan og
skilagóðan leikara, ið dugdi
at flyta bóltin, tá ferðin var
høg. Dugdi sera væl at finna
liðfelagan Christian Lam
hauge Holst. Datt tó eitt
sindur burtur ímillum móti
dystarenda, men kann vera
væl nøgdur við sítt avrik.
11. Andrew av Fløtum,
27/1:
Fekk eitt korter á vøllinum,
tá hann eins og móti Frak
landi loysti Christian Lam
hauge Holst av. Ein ótakk
nemlig uppgáva at koma
inn, tá støðan var 50 og alt
avgjørt. Royndi at renna,
trýsta og gjørdi annars tað,
hann kundi fyri at órógva
ukrainsku verjuna.
12. Hanus Thorleifsson,
?/0:
Kom inn beint áðrenn yvir
tíðin byrjaði, og fekk soleið
is ikki víst nakað sum helst.
Innskiftingin kann eisini
tulkast sum eitt slag av tøkk
frá Jógvan Martin Olsen,
nú Hanus Thorleifsson kom
við til Ukraina við so
stuttum skotbrái.
Javnt høgt støði
Flestir av teimum 11, sum byrjaðu dystin á Olimpiysky tjóðarleikvøllinum í Kiev, kunnu vera væl nøgdir við sítt avrik
Mynd: Rólant Waag Dam
Ensk viðhaldsfólk álopin í Moskva
Sjálvt um eyka løgreglulið á gøtuni, hava tað verið trupuleikar í russiska
høvuðstaðnum. Enska uttanríkisráðið kunngjørdi sambært BBC, at fýra ensk
fótbóltsviðhaldsfólk eru blivin bangaði í Moskva undan EMundankappingar
dystinum millum Russland og Ongland í gjárkvøldið. Russland vann dystin 2
1 aftan á at Wayne Rooney hevði lagt gestirnir á odda. Ein talsmaður sigur, at
tvey av viðhaldsfólkunum eru viðgjørd og útskrivaði, meðan hini bæði
væntandi verða útskrivaði, seinni í dag.
Útlendingarnir í TB farnir
í feriu
Útlendingarnir hjá TB hava allir fingið vetrarfrí, teir fóru av landi
num týsdagin, og koma væntandi aftur til kappingarbyrjan í kom
andi ári. Orsøkin til at teir eru farnir í feriu nú, er tann at TB
eftir ætlanini skuldi spæla móti HB, síðsta sunnudag, men dyst
urin varð útsettur, og ferðaseðlar til útlendingarnar vóru longu
bílagdir, sigur ein harmur Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB.
Hetta at TB verður sínar útlendsku spælarar fyri uttan í dystinum
ímóti HB leygardagin, fer óivað at seta sín dám á dystin.