Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 202 - 18. oktober 2007 ] U21 dysturin ímóti Kroatia vísti, at mál­ verjin, sum skal loysa av á a­landsliðnum, mennist skjótt U-21 FØROYAR- KROATIA Jóannes Hansen Føroyar taptu í gjár 2-1 á Tórsvølli ímóti Kroatia. Føroyska liðið legði seg beinanvegin framum. Arn- bjørn T. Hansen, sum hesar seinastu vikurnar av álvara hevur fingið flogið aftur eftir beinbrotið tíðliga í ár, var hægstur og snittaði við høvdinum frísparksfram- legging í málið. Verjan var ikki sakarleys. Málverjin hevði als ikki tak á støðuni, tá ið hann rann langt út úr málinum, og tað sá heilt undarligt út, at verjuspælarin ikki megnaði at fáa bóltin aftur, áðrenn bólturin akku- rát rullaði inn um strikuna. Leiðlsan helt sær í tíggju minuttir. Eftir lítlari løtu javnaði og legði Kroatia seg á odda, og síðani var eingin ivi um, at stigini skuldu fara úr heystarveðr- inum í Føroyum og niður í lýkkuna á Balkan. Kroatisku málini vóru bæði skorað av Ikola Kali- nic, sum í báðum førum var dygst undir málinum, tá ið hann sendi framvið Gunnari Nielsen. Í fyrra førinum átti Ivo Ilicevic næstsíðsta fótin á, og í seinna førinum var málskjúttin fyrstur á, eftir at føroyski málverjin hevði hálvbjargað skotroyndfrá Tomislav Busic. Eftir steðgin var trýstið stórt á føroyska málið. Kroatarnir vóru skjótari enn føroysku spælararnir, og teir høvdu ivaleyst betri hegni við bóltinum. Einar tríggjar ferðir vóru teir púra leysir frammanfyri føroyska málinum, uttan at tað eydn- aðist teimum at økja um leiðsluna. At tapið ikki gjørdist størri enn eitt mál, var fyrst og fremst føroyski málverjin orsøk til. Gunnar Nielsen er við at menna seg til málverja á høgum stigi. Hann er stórur, og hann dugir væl at nýta likamliga førleikan, tá ið innlegg verða løgd úr síðunum og ikki minst, tá ið hann stendur andlit til andlit við mótstøðumenn. Tað kendist sum um, at teir vórðu kroystir at seta bóltin so mikið uttarlaga og ovarlaga, at teir fleiri ferðir ikki raktu málið, tá ið teir vóru í góðum støðum. Gunnar er liðformaður á U-21 landsliðnum, og tað er eyðsýnt, at fyrimyndin hjá honum millum stólparnar er gamli Manchester United málverjin og metmaðurin á danska landsliðnum Peter Schmeichel. Gunnar livir ógvuliga væl við í spælinum. Hann stýrir verjuni og eisini teimum longri frammi á vøllinum, og útstrálingin sigur, at tað eigur eingin ivi at vera um, hvør tað er, sum hevur fyrsta rætt í føroyska brotsteiginum. Leingi hevur verið ivi um, hvør skuldi fylla sessin millum stólparnar á a- liðnum, tá ið Jákup Mikk- elsen fer at leggja hand- skarnar. Um gongdin hjá Gunnari fer at vera, sum hon hevur verið seinastu tíðina, so er eingin ivi um, at hann verður avloysarin. Fínur hugburður Sammett við tá ið Føroyar leygardagin vunnu á Aserbajan, høvdu venjarar- nir framt onkrar broytingar hesa ferð. Levi Hanssen var sentralur miðvallari fyri leikbannaða Emil Nolsøe Leifsson, og Jónas þór Næs var aftur á vongverjanum í høgru, eftir at hann leyg- ardagin var leikbannaður. Føroyska liðið var stórar partar av tíðini rættuliga kroyst. Í einstøkum førum vóru teir tó gestir í kroatiska brotsteiginum, og einar tvær ferðir slapp málverjin, sum annars tóktist hava ilt við at halda seg nóg heitan, at royna seg. ÍO kroystu støðunum vísti føroyska liðið seg at vera væl skipað, og tað var serliga hugaligt at staðfesta, at hugburðurin var framúr góður. Uppbakkingin var í flestu førum góð, og hug- inum at ofra seg bilti einki. Tað er einki nýtt, at Jónas og Ólavur hvørja ferð geva seg fult og heilt, og tað gjørdu hinir eisini. Poul Thomas var eyðsýndur í miðverjuni, Kristoffur røkti verjukenda miðvallarplássið við stórum sjálvsáliti, Levi treivst væl í nýggja sentrala leiklutinum, og soleiðis kundi verið hildið fram. Stríðsviljin var góður Føroyar-Kroatia 1-2 (1-2) U-21 EM undankappingardystur á Tórsvølli mikudagin 17. oktober 2007 kl. 15.00 Dómarar úr Kekkia: Jiři Jech, Patrick Filipek, Martin Vacera og Karel Hrubes. Dómaraeygleiðari úr Finlandi: Jari Maisonlahti 1-0: Arnbjørn T. Hansen 4. 1-1: Ikola Kalinic 14. 1-2: Ikola Kalinic 22. Føroyar: Gunnar Nielsen, liðformaður, Blackburn – Jónas þór Næs, AB, Svenn F. Jacobsen, TB, Poul Thomas Dam, HB, Jóhan V. Gunnarsson, B36 – Kristoffur Jakobsen, KÍ – Magnus Olsen, B71 (Pætur Jørgensen, AB, 58.), Ólavur í Ólavsstovu, HB (Fritleif í Lambanum, ÍF, 90.), Levi Hanssen, Skála, Gudmund Nielsen, B71 (Poul N. Poulsen, Skála, 68.) – Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, B71, Teitur R. Joensen, Skála, Ásbjørn V. Gunnars- son, Frank Poulsen, ÍF. Gult kort: Ólavur í Ólavsstovu, Kristoffur Jakobsen. Venjarar: Heðin Askham og Bill Jacobsen FAKTA Føroysku venjarar­ nir siga seg einki hava at at seta niður á avrikið hjá U21 spælarunum, sum nú skulu manna seg av nýggjum FØROYAR U21 Jóannes Hansen Heðin Askham og Bill Jac- obsen eru venjarar hjá føroyska U21 landsliðnum. Tvær tær seinastu ferðir- nar hevur talan verið um nógvar útskiftingar, og avrikini leygardagin og aftur í gjár hava víst, at breiddin er á góðari leið. - Vit kunnu ikki seta niður á spælararnar. Teir hava víst framúr saman- hald, hugburðurin hevur verið góður, og teir hava hildið avtalurnar, sum vit hava gjørt. Sjálvandi hevði tað verið uppaftur huga- ligari, um vit høvdu havt fingið stig burturúr ímóti Kroatia, men okkara gjør- du tað, sum teir vóru mentir. Mótstøðumenninir vóru tekniskt og likamliga betri fyri, men vit vístu framúr hugburð, heldur Bill Jacobsen. Tað eru tveir dystir eftir í hesi EM undankapping- ini. 17. november fer Al- bania at vitja, og fýra dag- ar seinni verður Italia mótstøðuliðið. So tætt undan jólum hava týdn- ingarmiklir fótbóltsdystir neyvan áður verið spældir í Føroyum. Ímóti Albania verður neyðugt at manna seg av nýggjum. Kristoffur Jak- obsen og Ólavur í Ólavs- stovu sóu gult í gjár. Teir verða báðir leikbannaðir næstu ferð. Tá verður Emil Nolsøe Leifsson leysur av leikbanninum, sum hann var bundin av í gjár. Bogi Løkin verður tøkur aftur eftir lestrarferð, og so verður vónað, at Christian R. Mouritsen fer at verða sloppin av við skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá landsliðnum. Tvey leikbann næstu ferð Kroatiski venjarin metti umstøðurnar at vera torførar, meðan føroyingarnir hildu talan vera um gott heystarveður KROATIA Jóannes Hansen Tað valdast sjálvandi um eygað, sum sær. Meðan føroyingarnir ikki hildu veðrið hava stórvegis ávirk- an á umstøðurnar at spæla fótbólt í høvuðsstaðnum í gjár, so sóu kroatarnir øðrvísi upp á hetta: - Dysturin varð spældur undir sera torførum veður- umstøðum, so sigurin var ógvuliga kærkomin. Nú fara vit at fyrireika okkum til dystin, sum verður ímóti Grikkalandi 17. november, og tað verður lykladystur, staðfesti kroatiski venjarin, Drazen Ladic, eftir at sig- urin var vunnin, og kroa- tiska ferðalagið gjørdi seg til at fara av aftur landinum. Italia er oddalið í bólk- inum, og Kroatia er næst- fremst. Kroatia hevur tvey stig meiri enn Grikkaland, men Kroatia hevur spælt ein dyst fleiri enn bæði Italia og Grikkaland. Trivust ikki í heysarveðrinum Bjarne Pedersen í ensku finaluni Tað varð ikki til sigur í fyrsta finaludystinum í Onglandi fyri Bjarne Pedersen og lið hansara Poole Poole koyrdi í gjárkvøldið ársins síðsta heimadyst. Tað var tann fyrsta Craven Shield-finalan, ið varð koyrd móti Swindon og Coventry. Danski landsliðskoyrarin fekk 12 stig í fýra heat-um, og hetta var meginparturin av stigunum hjá heimaliðnum. Men tað varð hóast alt Coventry, ið vann dystin. Endaliga støðan varð Coventry 40, Poole 35 og Swindon 33. Hósdagin verður onnur finala koyrd í Swindon, meðan Coventry hevur fyrimun á heimavølli í triðju og síðstu finaluni fríggjadagin. Kalinic, ið spældi ein megnar dyst í Føroyum mikudagin. Hann er dupulti málskjúttin hjá Kroatum Mynd: Jens ristian Vang Hamilton vil læra av mistøkum Lewis Hamilton setti eyka spenning í HM - kappingina eftir at hann varð noyddur at gevast í kinesiska Grand Prixnum, og áðrenn avgerandi koyringina í Brazil vil hann læra av sínum mistøkum, ið hann gjørdi í Kina. Hamilton kundi hava sikrað sær heimsmeistaraheitið í koyringini í Kina, men mistøk kostaðu honum, og í staðin er tað lagt upp til eina spennandi avgerð í Brazil, har Hamilton, Fernando Alonso og Kimi Raikkonen allir kunnu vinna meistaraheitið