hósdagur 18. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Fekk ókeypis
uttanlandaferð
Í mai 1896 fór korvettin
“Dagmar” til Føroya, har
skipið skuldi hava støð eina
stutta tíð.
Tá korvettin var liðug við
sína uppgávu í Føroyum,
fór hon av Havnini við ein
um staðkendum fiskimanni
umborð. Farast skuldi á
Vestmanna, har vatn skuldi
takast. Veðrið var támut, og
tá komið varð á Vestmanna
var toka. Ætlanin var at fara
av Vestmanna, tá vatnið var
tikið. Kendi maðurin skuldi
setast av á Havnini og síðan
skuldi farast avstað. Tá kor
vettin kom út av Vestmanna,
gjørdist mjørkin so tjúkkur,
at tað vildi verið óráð at
leggja á Nólsoyarfjørð og
at royna at sleppa inn á
Havnina. Skipið fór tískil
beinleiðis til sjós og tók
føroyska fiskimannin við
sær, og hann hevði ongantíð
verið uttanlands.
Hesin neyðars føroyingur
var ikki fegin um, at tað
ikki bar til at geva boð til
hansara húski um ætlaðu
uttanlandsferðina.
Skipið
skuldi fyrst til Skotlands,
og hagar var hann noyddur
at fylgja við.
Tá komið var til Rothesay
á Isle of Bute í útsynnings
Skotlandi, fingu teir at vita,
at fyrsta skip til Føroya
skuldi fara nakrar dagar
seinni.
Slapp at síggja
sporvogn fyrstu ferð
Dagin fyri at farast skuldi,
varð føroyingurin sendur til
Leith saman við einum yvir
manni, sum fekk boð um at
syrgja fyri at fáa ferða
mannin væl og virðiliga
umborð á skipið til Føroya.
Á ferðini frá Greenock
yvir Edinburg til Leith fekk
maðurin frá teimum smáu
atlantsoyggjunum móti norði
høvi til at síggja nøkur av
nútíðar uppfinnilsum sum
sporvognar, tok, háhús og
nógv annað. Og tað sást
eisini á andlitinum á honum,
hvussu bilsin hann var. Men
mest hugtók tað hann tó at
síggja tann stóra skotska
hestin. Í Føroyum kendi
hann bert tann lítla føroyska
hestin, sum ikki var stórt
størri enn ein stórur danskur
hundur.
Hesin gamli kom heim í
øllum góðum og kundi
greiða frá øllum, hann
hevði upplivað. Og hann
fekk mangan høvi at minn
ast aftur á hesa hending
umborð á “Dagmar”, tá
skipið seinni kom á Havn
ina, og hann kom umborð
sum
“karantænebetjent”,
eitt starv sum hann hevði í
nógv ár.
Um Kristian, sum
søgan snúði seg um
Ættin visti um hesa hending
soleiðis sum her er greitt
frá:
Ferðin við Dagmar
Hann var tó heldur óheppin
ta einu ferðina, tá hann var
loðsur umborð á korvettuni
Dagmar. Hann var sjálvur
annar og kastaði snøri, tá ið
fregattin kom inn í Nóls
oyarfjørð. Teir løgdu at, og
kommandørurin ynskti loðs
til Vestmannar. Gamli fór
sum hann stóð, andøvs
maðurin róði inn til Havnar
og gav boð um at Kristian
var farin til Vestmannar.
Men tá ið teir komu inn í
Vestmannasund,
var
so
nógvur mjørki, at kom
mandørurin hættaði sær
ikki víðari; men valdi at
sigla til Glasgow í Skot
landi, har hann hevði onkra
umráðandi avtalu. Loðsurin
mátti fylgja við, uttan at tað
bar til at geva boð frá sær. Í
Skotlandi var hann í fimm
vikur, áðrenn hann slapp
heim aftur við Lyru enn í
somu útróðrarklæðum. Tá
høvdu tey heima verið
bangin um hann. Til minnis
um
ferðina
fekk
hann
innrammaðu myndirnar av
Korvettini Dagmar og av
sær sjálvum á dekkinum
Um Christian
Christian giftist inn í Óla
stovu í Havn við Anne
Marie Christine Daniels
datter. Tey fingu ein son
Hans Andreas Djurhuus
kallaður Dia í Ólastovu.
Hann var faðir Christian
Djurhuus, kallaður Kristian
í Ólastovu, seinri Føroya
Løgmaður.
Christian í Ólastovu lív
bjargaði sær við útróðri og
fyrifallandi arbeiði her í
Havn. Men frá einaferð í
1860unum fer hann at føra
skipini hjá Skibstedhandli
num. Við jaktunum førir
hann ymsar vørur út til
útihandlarnar og fisk og
aðrar innkeyptar vørður
aftur til Havnar. Hann var tí
sera væl kendur við sigling
millum oyggjarnar. Hann
verður nevndur “Skibsfø
rer” í fólkateljingunum frá
1870. Prógv sum “Sætte
skipper” fekk hann í 1893
59 ára gamal. Hann ognaði
sær fitt av jørð, traðir í
Havn, umleið tvær merkur í
Vestmanna og Tjørnuvík,
sum hann fekk við arvi.
Anna Maria var slektað av
Válinum.
Fólkið á teimum ymisku
bygdunum kendu hann væl
og høvdu so stórt álit á
honum, at tey lótu hann
gera ymisk ørindi fyri seg.
Til dømis lótu tey honum
pengar at seta inn og lótu
honum sparikassabøkurnar
í varðveiðslu. Tveir yngri
brøður hansara Hans And
reas og Jens Christian førdu
skip úti í verðini.
Keldur:
FF-blaðið
Høgni Djurhuus
Tá ið abbi Kristian Djurhuus
varð burturfluttur
Í 1926 kom út ein bók, sum kallaðist Orlogsminder, sum var skrivað av E. Vessel, sum hevði verið skipari
hjá sjóverjuni. Í bókini eru ymsar frágreiðingar frá hendingum, sum sjóverjan hevði verið út fyri í
árunum 1878-1919 í teirri tíðini, tá teir framvegis nýttu segl. Onkrar frásagnir eru eisini úr Føroyum.
Ein av teimum var um Kristian í Ólastovu í Havn, sum var abbi Christian Djurhuus fyrrverandi
løgmann. Frásøgnin var henda:
Næsti partur
Næsta frásøgnin verður
um Hans Andreas, son
Christian, og konu
hansara Elin Christinu. Tá
verður eisini meira um
Ólastovu
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Marie C. Djurhuus.
f. Danielsdatter
F. 27.3.1836
D. 10.7. 1906
Tey bæði eru tískil ikki grivin saman. Tey liggja hvør sínu megin vegnum niðan frá høvuðsinngongdini í kirkjugarðinum. Forsíðurnar
á steinunum venda móti hvørjum øðrum
Hjúnini Christian og Anne
Marie Christine Djurhuus
Christian avmyndaður
umborð á Dagmar. Hesa og
myndina av Dagmar fekk
hann til áminnis
Christian Djurhuus
F. 9.3. 1834
D. 29.9. 1914
Nr. 202 - 18. oktober 2007