fríggjadagur 19. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 203 - 19. oktober 2007
Tað er í stuttum
boðskapurin frá
Suðuroyar Sparikassa,
sum í dag lanceraði
nýggja tilboðið til tey,
ið eiga innistandandi
hjá sparikassanum
LÁNITILBOÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er eitt ósamsvar millum
rentuútreiðslur og rentuinn
tøkur
á
skattaøkinum.
Rentuútreiðslur kanst tú
ikki draga frá í skatti – við
ávísum
undantøkum
–
meðan tú í øllum førum
verður noyddur at rinda
skatt av rentuinntøkum.
Men nú bjóðar Suðuroyar
Sparikassi kundum sínum
at lána upp á innistandandi
til
eina
sera
favorabla
rentu.
Føroyingar hava lyndi
til bara at hyggja upp á
bruttoskattin. Tað rætta er
sjálvandi at hyggja at netto.
Og tað er har, skeivleikin er
í, sigur Søren Bruhn, stjóri
í Suðuroyar Sparikassa.
Hann gevur eitt grovt
dømi:
Lat okkum siga, at tú
hevur eitt innistandandi upp
á 300.000 krónur samstund
is, sum tú hevur eitt inni
standandi á somu upphædd.
Um vit hugsa okkum, at
rentan í báðum førum er
5,75%, so svarar hetta til
eina rentu upp á 45.674
krónur fyri skatt. Nettoút
reiðslurnar verða so áðrenn
skatt 0. Men tú skal jú rinda
35% skatt av rentuinntøk
unum, so roknistykkið vísir
eitt minus upp á 15.986
eftir skatt, sigur Søren
Bruhn.
Hetta sjálvandi tí, at tú
rindar skatt av rentuinn
tøkunum, men ikki kann
draga rentuútreiðslurnar frá.
Hetta er eyðvitað eitt
tilhugsað dømi, tí útláns
rentan altíð er størri enn
innlánsrentan.
Men uttan mun til tað,
verður altíð ein útreiðsla á
muni millum rentuinntøkur
og rentútreiðslur. Og ein
sannroynd er, at hægri
rentustøðið er, størri verður
nettoútreiðslan.
Útnytta skipanina
Á tíðindafundi í morgun
greiddi Søren Bruhn, stjóri
í Suðuroyar Sparikassa, frá
nýggja tilboðnum, og vísti
við dømum á, at hægri
rentustøðið var, størri gjørd
ist nettorentuútreiðslan.
Við støði í omanfyri
nevnda dømi vísti Søren
Bruhn eitt annað dømi, har
út og innlánsrentan var
ávikavist 6 og 4,5%. Tá
gerst
nettorentuútreiðslan
3,08%, og hetta tal minkar
tilsvarandi minkingini á
rentustøðinum.
Taka vit tað hugsaða
dømi, har útlánsrentan er
1,5 og innlánsrentan er 0, er
nettorentuútreiðslan
altso
1,5%. Við neyðuga rentu
marginalinum er hetta min
sti munurin, komast kann
niður á, og hetta er júst
rentan, Suðuroyar Spari
kassi nú bjóðar kundum
sínum at lána til.
Men tá er altso neyðugt,
at
kundin
hevur
eina
tilsvarandi ella størri upp
hædd í innistandandi.
Tú kann siga, at talan
her er um at útnytta holið í
kapitalvinnings skattaskip
anini. Heldur enn at lata
peningin standa og renta og
harvið rinda rentuskatt á
35%, kanst tú lána peningin
»frá tær sjálvum« og harvið
koma niður á 1,5% í netto
rentuútreiðslum, samstund
is sum tú leysgevur peningin
uttan at missa hann. Talan
er um handveðslán, ið jú er
púra vanligt í Føroyum,
sigur Søren Bruhn.
Suðuroyar Sparikassi hev
ur valt at kalla lánið Slán,
og tað er út frá tí tanka, at
S’ið í hesum føri stendur
fyri:
•Samsvar/Symetri
• Skattalætta
• Sparing
• Sjálv/ur
• Saldo
•Suðuroyar Sparikassi
John atkvøður fyri einum valdømi
Nú menn leggja fram uppskot um nýval, tí teir ikki tola eina demakratiska viðgerð, ætli
eg mær ikki at halda semjuna og fari at atkvøða fyri uppskotinum um Føroyar sum eitt
valdømi, sigur John Johannessen. John Johannessen er ein av samgongutingmonnum, sum
hevur tikið undir við semjuni frá 23. august, um at lógin um Føroya sum eitt valdømi ikki
skal koma í gildi fyrr enn eftir næsta val. Hann sigur, at hann alla tíðina hevur virt hesa
semju, men nú tá menn leggja fram uppskoti um nýval, tí teir ikki tola eina demokratiska
viðgerð, so følir hann seg ikki bundnan av semjuni. Eg hevði ætlað at hildið hesa
semjuna, men tá fráboðanin um nýval kom, skifti eg meining. Eitt slíkt uppskot er besta
prógv fyri, hvussu neyðugt tað er at skipa Føroyar sum eitt valdømi, sigur John
Johannessen. Eg fari tí at atkvøða fyri uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi, sigur
John Johannessen í stuttari viðmerking í kvøld.
Lán frá tær sjálvum og
spar skatt
Rúni Heðinson, deildarstjóri, og Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa
Mynd: Jens Kristian Vang