fríggjadagur 19. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
6
Vit hava hitt tann 87 ára gamla
Johan Norðfoss í Havn, sum
hevur eitt sjáldsamt avrik. Hann
hevur nevniliga, síðan hann fylti
80 ár, svomið ein tein, sum svarar
til leiðina millum Føroyar og
Ísland, meira enn 300 fjórðingar.
Tá ið vit komu inn á gólvið
hjá Johan og Emmy var høvuðs
endamálið at fáa eina søgu um
svimjing. Hana fingu vit eisini.
Men Johan veit so ómetaliga
nógv annað. Hann hevur siglt í
nógv ár og hevur eisini upplivað
nógv á sjónum. Hann hevur
verið formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag. Við tí, hann kann
greiða frá, er avgjørt grundarlag
fyri fleiri frásagnum frá hansara
munni.
Hurðin mátti læsast
tá dreingirnir
vaskaðu upp
Johan er rættur havnarmaður.
Pápi hansara var Albert, sum var
sonur Dánjal í Horni. Í hesum
javnstøðutíðum kann forteljast
ein stuttlig søga úr Horni, sum
Petra hjá Hannus hevur greitt frá.
Teir vóru sjey beiggjar og bert ein
systir. Tað stuttliga var, at fleiri av
beiggjunum, og serliga Bernhard
og Albert, vóru sera húsligir. Teir
kundu hjálpa mammuni Elspu
bæði at vaska og rudda. Men tá
hetta var ”skomm” fyri ein drong,
mátti eingin sleppa ar síggja
hetta í verki. Tí varð hurðin læst,
áðrenn teir fóru til verka!
Johan er uppkallaður eftir
einum pápabeiggja, sum var í
donsku marinuni, men sum doyði
av sponsku sjúku í 1918, 27 ára
gamal. Hann er jarðaður í gamla
kirkjugarði.
Uppvaksin í Havn
Johan kennir væl viðurskifti í
býnum, sum tey vóru fyrr. Tað er
óneyðugt at siga, at Havnin tá
ið Johan var ungur var ein heilt
annar býur enn í dag.
Johan giftist ungur við
Helenu, sum var úr Kvívík, og
tey búsettust undir Gráasteini
á trøðni hjá teimum. Hetta er
enn nakað fjarskotið, men tá
ið Johan bygdi har, hevur tað
verið uttan fyri allan lóg og rætt.
Fyrimunurin var, at tey búðu á
trøðni, sum var ein partur av
tilverugrundarlagnum. Tey høvdu
kúgv beint við dyrnar, og her var
hoyggjað, eisini beint fyri dyrnar.
Men skjótt kom vanlagnan.
Johan var bert 26 ár, tá ið hann
gjørdist einkjumaður, tá konan
knapliga doyði. Nøkur ár seinni
giftist hann aftur við Emmy, sum
er ættað av Toftum, og eiga
tey synirnar Allan, Sigmund og
Hellan, sum allir eru sjómenn.
Lærdi at svimja á Eiði
Í hesi grein verður bert høvi til at
greiða frá svimjingingi hjá Johan.
Fleiri av teimum í Horni dámdu
væl at svimja, eisini Albert,
pápin, og Hannus, pápabeiggin.
Johan lærdi at svimja á Eiði.
Mamma hansara Anna var
ættað haðani, og hann plagdi at
vera har norðuri og ferðast sum
smádrongur. Her lærdi Johan at
svimja niðri á Vatni ella Múlavík,
sum tað var kallað. Tískil dugdi
hann at svimja, áðrenn hann fór
í skúla.
Í Havn vóru eingir svimjihyljar
tá í tíðini, men svomið var í
fleiri áum, sum tá vóru reinar
og væl egnaðar til svimjing.
Ein var Havnardalsá, ið rennur
úr Havnardali. Her vóru fleiri
smáir hyljar. Beint oman fyri
gamla spinnaríð var ein hylur,
bæði djúpur og reinur. Her var
vatnhjólið, sum dreiv spinnaríið.
Her dámdi Johan einki at svimja,
tí sagt varð, at onkur var drukn
aður har, og at fossurin skuldi
draga til sín!
Síðan vóru tað Marknagilsá,
Havnará og Hoydalsá. Her lá
Hoydalshylur, sum var roknaður
fyri at vera ein fínur svimji
hylur. Tað var eisini svomið á
sjónum inni í vágunum, sum
á Eystaruvág, í Vágsbotni og í
Sandágerði.
Fyrsta
kappsvimjingin
Fyrsta kappsvimjingin hjá Johan
var í 1930, tá ið hann var níggju
ára gamal. Tað var Absalon
Joensen, ættaður úr Gerðum í
Klaksvík, sum skipaði fyri. Hann
var upprunaliga prestur, men
hevði eisini onnur áhugamál.
Hann var eisini íðin myndatakari.
Hann var í Íslandi sum prestur
hjá føroyskum fiskimonnum í
1920unum, og hesa tíðina tók
hann nógvar manningarmyndir,
sum eru gull verdar í dag. Nógvar
vóru í síni tíð í FFblaðnum, og
tað eydnaðist at fáa sett nøvn á
nógvar manningar.
Absalon hevði eisini áhuga fyri
svimjing, og hann kom nakrar
dagar fyri ólavsøku og bað Johan
Johan Norðfoss s
síðan hann
Tað er sera ymiskt, hvussu hvussu fólk eru
fyri, tá ið tey eldast. Tað er eisini ymiskt,
hvat tey fáa avrikað í aldurdóminum. Men
Johan Norðfoss hevur seinastu sjey árini
svomið teinin úr Føroyum til Íslands
Samrøða
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Johan Norðfoss hevur svomið 556 km í svimjihylinum í Havn. síðani hann fylti 80 ár