fríggjadagur 19. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 203 - 19. oktober 2007
Nólsoyarfjørður og
økið báðumegin við
er veðurbesta stað
í Føroyum, og tað
kemur næstan ikki
fyri, at turbulensur er
har, sigur tyrluskipari
FLOGVØLLUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár høvdu vit
samrøðu við flogskipara
sum vísti á, at Nólsoy eftir
hansara metan flogtekniskt
var besta uppskotið higartil
um nýggjan flogvøll í
Føroyum. Hann vísti mill
um annað á, at talan neyvan
fór at gerast um turbulens í
økinum, og fyri at fáa greiði
á hesum hava vit vent
okkum til ein tyrluskipara,
sum eru teir, ið vita nógv
mest um hesi viðurskifti.
Og hesin er ikki í iva.
Økið í Suðurstreymi er
nógv tað veðurbesta staðið í
Føroyum. Hvørki við Glyv
ursnes ella í Nólsoy er nakra
ntíð trupulleiki við turbulensi,
sigur tyrluskiparin.
Hetta er eisini veðurbesta
staðið tá tað kemur til vind,
og tyrluskiparin sigur, at
einastu ferð talan kanska
kann gerast um eitt sindur
av turbulensi í Nólsoy er, tá
hann liggur á landnyrðingi.
Men tá verður longra
breytin nýtt, so tað er heldur
eingin trupulleiki, sigur
hann.
Hesin tyrluskiparin, vit
hava tosað við, sigur víðari,
at uppskotið hjá Magnusi
Hansen
sær
ógvuliga
áhugavert út, ikki minst tí
talan
verður
um
ein
sonevndan krossvøll. Hetta
ger, at lendast kann í so at
siga øllum líkindum.
Turbulensur kann jú virka
ógvuliga ótespiligur, og er
heldur ikki at spæla við. Og
tað er vælkent, at Sørvágs
fjørður er herviligur í so
máta.
Tað er jú eingin loyna,
at vit fegnir vildu havt eina
aðra støð at operera út frá
enn Vága Floghavn. Ikki tí,
niðri á sjálvum vøllinum er
rættiliga veðurgott, og tað
er tað positiva við Vágunum.
Men tað kann vera ógvuliga
turbulent at fara á flog,
bæði út yvir Sørvágsfjørð
og yvir Miðvág, sigur
tyrluskiparin.
Turbulensur
Hann sigur, at tað javnan
kemur fyri tá teir eru á vakt
um næturnar í sambandi
við
SAR
(Search
and
Rescue), og teir mugu út á
til dømis eitt skip, at teir
eftir at hava lent í Havn við
einum sjúklingi, ikki fara
aftur vestur í Vágarnar, men
verða standandi í Havn.
Og tað eru floglíkindini,
sum gera hetta.
Yvir Suðurstreymi eru
ongantíð trupulleikar. Har
eru lág fjøll og tey geva so
at siga ongan turbulens,
sigur tyrluskiparin.
Hann váttar eisini tað,
sum flogskiparin førdi fram
í blaðnum í gjár um, at
Skúvoyarfjørður er ógvuliga
ringur til turbulens.
Lenda vit í sjálvari
Skúvoyarbygd
er
engin
trupulleiki, men fara vit
bara stutta leið øðrumegin
við,
er
beinanvegin
trupulleiki við turbulensi.
Og tað má roknast við, at
tað verða nógvar lendingar
og nógvar fráferðir yvir
Skúvoyarfjørð, verður ein
vøllur lagdur í Søltuvík,
sigur tyrluskiparin.
Men
ikki
bert
yvir
Skúvoyarfirði er turbulens
ur. Har eru eisini ógvuliga
áleypandi veðurlíkindi, sum
hann málber seg.
Eg havi lent har, sum
ætlanin er at leggja flog
vølin í Søltuvík, og sjálvt
niðri við har, sum breytin
skal verða, er turbulensur.
Spurningurin er jú ikki bara
um at finna eitt slætt øki,
veður og vindviðurskiftini
hava týdning, men turbu
lensur hevur enn størri
týdning. Og tað fær eingin
vindkanning mátað, sigur
tyrluskiparin.
Ikki eftirspurdir
Hóast tað ikki hevur bein
leiðis ávirkan á tyrluflúgving
sum
so,
heldur
hesin
tyrluskiparin, vit hava tosað
við, at sjálvt um ein
útbygging av flogvøllinum
í Vágum er neyðug og má
til, so er hetta ikki framtíðar
loysnin
fyri
loftvegis
ferðslu í framtíðini.
Hann vísir á – sum eisini
øllum kunnugt – at vøllurin
bert kann leingjast eitt vist,
og fer hann upp um eina
ávísa longd, verður eisini
kravd ein ávís breidd. Og
hesa breidd hevur vøllurin í
Vágum ikki.
Ein nýggjur flogvøllur
má koma, eingin ivi um tað.
Floghavnin í Vágum kann
ikki nøkta framtíðar tørv.
Og ein slíkur vøllur sum
tann í Nólsoy við krossbana
er ógvuliga áhugaverdur.
Vit seta jú alsamt størri
krøv til alt, og ein nýggjur
flogvøllur skal verða ein
varandi loysn, og tí er tað
avgerðandi, at rætta staðið
verður valt, og so mugu vit
bert gjalda tað, sum tað
kostar, sigur tyrluskiparin.
Hann sigur eisini, at ein
nýggjur vøllur fer at verða
eitt líka stórt framstig, sum
tá Atlantsflog varð sett á
stovn.
Tá varð tosað nógv um,
at tað var alt ov dýrt og ein
alt ov stórur biti at gloypa,
men tíðin hevur prógvað, at
tað var ein røtt avgerð at
taka. Og soleiðis fer eisini
at verða við einum nýggjum
flogvølli. Tað kann tykjast
stórt og ógvusligt tak nú,
men um nøkur ár fer eingin
at vilja verða hann fyriuttan,
sigur tyrluskiparin.
Tað
undrar
hann
tó
stórliga, at eingin nakrantíð
hevur spurt nakran tyrlu
skipara eftir, hvar veðurbest
er í Føroyum, og hvar minst
er av turbulensi. Teir eru
hóast alt teir einastu ið vita,
hvar tey veðurbestu og
minst turbulentu støðini
eru. Og hvar tað er, ivast
tyrluskiparin ikki í:
Veðurbesta og minst
turbulenta stað í Føroyum
er Nólsoyarfjørður og har
um leiðir, sigur hann.
Suðurstreym veðurbest
Eins og flogskiparin letur eisini tyrluskiparin væl at uppskotinum um at byggja flogvøll í Nólsoy
Svarti mánadagur fyllir 20
Í dag, 19. Oktober, eru liðin júst 20 ár síðani børsurin í New
York varð raktur av ógvusligari ótrygd sum førdi til, at kurs
irnir raplaðu niður við heili 22,7%. Hendingin, sum tá kost
aði fyritøkunum 500 milliardir dollarar (2,6 milliardir krón
ur) gjørdist skjått kend sum Black Monday eftir degnum,
sum fleiri íleggjarar minnast sum var tað í gjár. Fallið
breiddi seg skjótt til allar heimsins børsir við munandi
kurslækkingum í hølinum.
Íslendskir bankar til reiðar
Sambært Fitch Ratings eru stóru íslendsku bankarnir aftur til
dystin fús eftir órógv og nógvan kritikk av íslendska fíggjar
heiminum síðsta ár. Sambært FR hava bankarnir fingið stýr á
bæði fígging og likviditeti. Millum annað hava bankarnir
fingið meiri pening um hendi í sambandi við størri innlán frá
privatum kundum. Hartil hava bankarnir fingið meiri pening
frá íleggjarum, sum hava kommittað seg í longri tíð enn van
ligt. Fitch Ratings, sum hevur gjørt frágreiðingina, er eitt
altjóða kredittmetingsfelag við høvuðsstøð í New York og
London.