fríggjadagur 19. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
7
svomið til Íslands
n var 80 ár
vera við í eini kappsvimjing. Hann
játtaði, men mátti fyrst venja eitt
sindur í Hoydalshyli.
Ólavsøkudagur kom. Um
morgunin hevði regnað illa, tí
var Havnará stór og gruggut.
Hildið varð, at hetta mundi ikki
fara at bila kortini. Svimjast
skuldi frá Müllarbrúgv yvir á
Kongabrúnna og aftur, umleið
100 metrar. Johan skuldi kappast
við Jóhannis Toftum. Tað gekk
ikki so væl, tí Johan tapti. Men
hann svam teinin enn einaferð og
fyri hetta fekk hann eitt hamrað
silvurpennaskaft við haldara, sum
hann enn eigur. Tað var kalt at
svimja 200 metrar á sjónum. Av
tí, at áin var so stór mátti leggjast
upp fyri áarstreyminum fyri at
koma á mál.
Sluppu ikki at svimja
fyri neytum
Henda kappsvimjing á
Eystaruvág helt uppat. Tann
fyrsti svimjihylurin var bygdur í
Gundadali í 1932. Hann var til
støddar sum ein 25 metra hylur,
men ein triðing av honum var ikki
svimjandi í, tí tað var ov grunt.
Men her vóru eisini aðrir hent
leikar, nevniliga eitt hús at skifta
í. Víst vóru bert fimm skiftirúm,
men hetta var roknað fyri at vera
óført. Hesin hylur lá har, sum
tennisvøllurin nú er.
Eitt annað er so eisini broytt
nú í mun til tá. Hetta var úti í
haganum. Tí var ikki altíð so lætt
hjá børnunum at koma hagar
vegna neytini, sum gingu leys!
Her var kappsvimjing hildin
á ólavsøku, og Johan var við
fleiri ferðir, eisini í 1932. Hóast
umstøðurnar ikki vóru so góðar,
so legði hesin svimjihylur lunnar
undir svimjing í Havn.
Johan fór til skips í 1937, og
var tí burtur frá svimjing i mong
ár. Hertil kom, at undir krígnum
kom bretska hermegin at brúka
Gundadal til venjingar og tílíkt.
Seinni, í 1959, varð so svimji
hylur bygdir, har Badmintonhøllin
er nú, og seinni, í 1982 aftur tann
núverandi hylurin.
Fekk starv í
svimjihylinum
Seinasta ferðin hjá Johan til
skips var við Nornagesti við Thor
vald Andreassen sum skipara. Tá
ið hann eina ferð er heima kemur
Ivan Carlsen, sum var leiðari í
svimjihylinum og biðjur hann
koma at arbeiða har. Ein treyt
fyri eitt slíkt starv var at duga
at svimja, men her var eingin
trupulleiki, og Johan byrjaði
28. januar 1963. Hetta var tá ið
svimjihylurin ikki var innilokaður
og bert var opin á sumri. Men um
veturin fekk Johan so umvæl
ingararbeiði at gera.
Í 1975 varð hann settur sum
fastur maskinmaður við svimji
hylin. Tað varð sagt um hann, tá
ið hann hevði 25 ára starvsdag,
at hann var ein slítari, treytur og
raskur, sum tað sømir seg einum
Hornamanni. Eina ferð baksaðust
teir við eitt brek í gamla hylinum
og einki vildi bera til. Maðurin,
sum Johan arbeiddi saman
við, hevði hug at gevast og fáa
hendur á einum maskinsakkønum
uttani frá. Hetta hevði Johan
ongan hug til: ”Geva upp! Tú
er óður í høvdinum. Hvat um vit
vóru staddir 100 fjórðingar úr
Kappanum?” Tað er óneyðugt at
siga, at teir fingu maskinaríið at
rigga.
Svimjingin til Ísland
Nú koma vit aftur til yvirskrivtina
til hesa grein. Eftir at Johan var
blivin pensjoneraður sum 70
ára gamal, fekk hann blóðpropp
í beinið. Hann var so ringur, at
hann fekk ikki gingið og sat í
rullistóli. Afturat tí hevði hann
nógva pínu. Tað vóru nógvir lækn
ar, sum vóru um hann, men tað
gjørdi tað sama. Eina ferð sigur
Johan við Essa Arge, at nú fór
hann niður at royna at fáa gjørt
nakað við hetta. Nei, segði Essa,
far tú og royn Elina Mørkøre.
Hann so gjørdi. Elin staðfesti, at
tað var bruni í øllum nervunum,
og hon fekk hann so til at royna
ein nýggjan heilivág. Tríggjar
vikur eftir var pínan burtur. Tað
ráddi eisini um at røra seg, og her
er einki betri enn svimjing.
Í ár 2000, tá ið hann var 80 ára
gamal helt Johan, at tað kundi
verið áhugavert at fáa staðfest,
Mynd: Jens Kristian Vang
Johan Norðfoss nýtir ein tíma í hitarúminum um dagin. Har frættist alt, sum
er vert at vita
Mynd: Jens Kristian Vang
Hetta er virðislønin sum Johan fekk, tá hann við svimjikappingina
á 1930 svam ásetta teinin tvær ferðir. Hetta er eitt pennaskaft við
haldara. Undir lokinum eru tvey ”blekkhús”
➘