fríggjadagur 19. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 203 - 19. oktober 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Verri
viðurskifti
við turkar
Amerikanski verjumála
ráðharrin, Robert Gates,
heldur, at viðurskiftini
millum USA og Turkaland
hava fingið stóran skaða
av,
at
Kongressin
í
Washington hevur sam
tykt eina fráboðan um, at
turkar framdu fólkadráp
ímóti
armenum
undir
fyrra heimsbardaga. Ja,
skaðin er kanska so stórur,
at hann bøtist ikki aftur,
segði Robert Gates í gjár.
George W. Bush, forseti,
hevur eisini ávarað Kon
gressina ímóti at sam
tykkja fráboðanina.
Innflytari
ráðharri
Fyri fyrstu ferð hevur ein
innflytari fingið ráðharra
sess í Noregi. Tað hendi í
gjár, tá Jens Stoltenberg,
forsætisráðharri,
kunn
gjørdi, at Manuela Ramin
Osmundsen var vorðin
ráðharri og skuldi umsita
barnamál og javnstøðu
mál. Manuela Ramin Os
mundsen, sum er útbúgvin
løgfrøðingur, er fødd á
fronsku oynni Martinique,
og hon var franskur ríkis
borgari til fyri 14 døgum
síðani,
tá
hon
fekk
norksan ríkisborgararætt.
Noreg fekk tveir aðrar
nýggjar ráðharrar í gjár,
og av teimum trimum
nýggju eru tvær kvinnur.
Tvíburðar
fingu ein
frammaná
Bara tveir dagar undan
tjóðartingsvalinum í Pól
landi hava tvíburðarnir
Lech og Jaroslaw Kaczyn
ski, sum eru ávikavist
forseti og forsætisráðharri,
mist
ein
av
teimum
týdningarmestu politisku
stuðlunum.
Fyrrverandi
forsætisráðharrin Kazim
ierz Marcinkiewic boðaði
í gjár frá, at hann er farin
burtur úr konservativa
flokkinum hjá Kaczynski
tvíburðunum.
Politiskir
eygleiðarar
í
Póllandi
siga, at fráboðanin kemur
tvíburðunum illa við nú
so stutt undan valinum
sunnudagin.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Víðgongdar kreftir royna at forða fyri, at pakistanar
kunnu velja síni umboð á demokratiskan hátt
(Hvítu Húsini)
útlond
Teir 27 ríkis- og
stjórnarleiðararnir
í ES-londunum
samdust í morgun
um ein nýggjan ES-
sáttmála
Hetta er einki minni enn
eitt bragd, sum er fingið í
lag í tí rætta evropeiska
andanum, segði formaðurin
í ESnevndini, José Manuel
Barroso, í morgun, tá tað
var greitt, at semja var um
tann nýggja sáttmálan.
Av ringum royndum er
orðið grundlóg er ikki nevnt
í nýggja sáttmálanum, og
tann nýggi sáttmálin vísir
eisini frá tí grundlógarupp
skotinum, sum fransmenn
og niðurlendingar vrakaðu
á fólkaarkvøðu í 2005.
Nýskipanarsáttmálin ber
í stuttum í sær, at ES fær
ein fastan formann og ein
felags
uttanríkisráðharra,
sum tó ikki fær heitið ráð
harri.
Evropatingið
fær
størri ávirkan, ESnevndin
verður skerd, og sýtingar
rætturin verður avtikin so
við og við.
Nakrir meinbogar vóru,
áðrenn tað eydnaðist at fáa
endaliga semju í morgun.
Eitt nú vildi Italia ikki góð
taka, at landið skuldi hava
færri umboð í Evropatingi
num enn Bretland og Frak
land. Úrslitið varð, at landið
fekk eitt umborð afturat.
Danski forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen, var
sera væl nøgdur við úrslitið
av fundinum í Lissabon.
Vit eru væl nøgd við
úrslitið, sum er komið burt
urúr, tí nú kunnu vit brúka
okkara politisku orku til at
fáa politisk úrslit, segði
forsætisráðharrin aftan á
samráðingarnar.
Tað er ikki greitt, um dan
ir skulu hava fólkaatkvøðu
um nýggja sáttmálan.
Evropa skal nýskipast
Væl nøgdir ríkis- og stjórnarleiðarar í Lissabon í morgun. Frammanfyri síggjast franski forsetin Nicolas Sarkozy, portugisiski
forsætisráðharrin José Socrates og polski forsetin Lech Kaczynski. Aftan fyri teir eru Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri,
ungarski forsætisráðharrin Ferenc Gyurcsamy og írski forsætisráðharrin Bertie Ahern
Al-Qaeda hevði
lovað at beina fyri
Benazir Bhutto,
tá hon setti fótin
aftur á pakistanska
jørð. Drápsroyndin
miseydnaðist, men
126 onnur lótu lív
Viðhaldsmenn og trygdar
menn kvikaðu sær at hjálpa
Benazir Bhutto úr bilinum
og burtur frá staðnum, tá
tvær sterkar bumbur vóru
brostnarminni enn tjígu
metrar frá bilinum hjá
fyrrverandi
forsætisráð
harranum.
Allastaðni lógu lík og
særd fólk, og talið á deyðum
vaks skjótt. Ta fyrstu løtuna
ljóðaði, at meiri enn 20
høvdu latið lív. Men seinni
í gjárkvøldið fór talið upp
um 80, og í morgun kunn
gjørdu pakistonsku mynd
ugleikarnir, at bumbuat
sóknin í Karachi hevði
kravt 126 mannalív, og at
umleið 240 fólk høvdu fing
ið skaða. Lagt varð afturat,
at Benazir Bhutto hevði
ikki fingið nakað mein av
atsóknini, og at hon var á
einum tryggum staði.
Eygleiðarar í Pakistan
siga, at bumbuatsóknin kom
ikki óvart á myndugleik
arnar. Herfyri kunngjørdi
alQaeda, at felagsskapurin
fór at beina fyri Benazir
Bhutto, so skjótt hon setti
fótin aftur á pakistanska
jørð. At pakistonsku mynd
ugleikarnir tóku ávaringina
í álvara sást í gøtunum í
Karachi í gjár, har meiri enn
20.000 hermenn og løgreglu
menn skuldu forða ófriði.
USA stjórnin fordømdi í
morgun bumbuatsóknina í
Karachi. Talsmaðurin hjá
Hvítu Húsunum, Gordon
Johndroe, segði atsóknina
vera eina staðfesting av, at
víðgongdar kreftir royna at
forða fyri, at pakistanar
sleppa at velja síni umboð á
ein demokratiskan hátt.
Tann væntaða móttøkan
Undir einum skelti við orðunum „Leingi livi Bhutto“ savnaði løgreglan líkini av teimum, sum
doyðu í bumbuatsóknini