fríggjadagur 19. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 203 • 19. oktober 2007
hvussu langt hann svam.
Dagligi setningurin var 500
metur, og hvørja ferð, hann hevði
svomið hesa longdina, setti
hann ein kross í álmanakkan.
Uppgerðin fyri árini aftaná vísir,
at Johan hevur svomið hesar
teinar síðan 2001:
85 km
82 -
95 -
83 -
85 -
92 -
50 - til dagin vit tosaðu saman.
Hetta gevur tilsaman 556 km
ella góðar 300 fjórðingar. Hann
svimur fýra dagar um vikuna í 11
mánaðir. Svimjihylur er afurlatin
ein mánað á jólun, so tá er einki.
Aldurin er farin at merkjast
eitt lítið sindur. Hetta sæst av, at
fyrr brúkti Johan 25 minuttir um
500 metur. Nú brúkar hann 30
minuttir.
Tá ið Johan var upp á sítt besta
nýtti hann 12-14 tøk fyri at svimja
longdina á hylinum, 25 metur. Nú
má hann nýta 22 tøk! Umframt
svimjingina er hann eisini ein tíma
í hitarúminum. Tað er alment kent,
at her frættist alt, sum hendir í
samfelagnum, og hesi viðurskifti
verða eisini viðgjørd út í æsir.
Annars má tað sigast at vera
gott fyri heilsuna at svimja. Teir
eru nakrir gamlir knarkar, sum hitt-
ast har uppi. Tann elsti er 90 ára
gamli Sámal Patursson í Kirkjubø.
Vanliga svimja menninir
seinnapart, meðan konufólkið,
morgunfrúurnar, svimja um morg-
unin. Tær eru eisini upp til 90 ára
gamlar!
Nú er eftir at svimja
heim aftur úr Íslandi
Nú Johan er komin til Íslands er
næsta stigið at koma heim aftur.
Tað skuldu vónir verið fyri tí, tí
Johan hevur gott til at bregða, tá
ið tað ræður um at eldast. Horna-
menninir er kendur fyri at eldast
væl. Abbin Dánjal í Horni gjørdist
95 ár, og tað sama hevur verið við
pápabeiggjunum, sum teir flestu
komu upp í 90-ini. Hetta er ikki
minni galdandi í móðurættini.
Mosturin Jacobina í Pállshúsi á
Eiði gjørdist 102 ára gomul, og
hinar systrarnar hjá henni blivu
fleiri og 90 ára gamlar.
Heilsan hjá Johan er góð enn.
Tó er farið at bila við eygunum.
Fekk seg royndan
sum lívbjargari
Fyri at kunna arbeiða í einum
svimjihyli er tað sjálvsagt neyð-
ugt, at duga at svimja. Men tað
er eisini neyðugt at kunna trakka
til, um nakað hendir. Tí er eisini
neyðugt við lívbjargaraprógv.
Hetta hevur Johan eisini. Hann
tók fyrsta prógvið í 1982, og í
1984 tók hann eitt víðkað lív-
bjargaprógv við munandi hægri
krøvum millum annað við upp-
lívan av fólki.
Tíbetur er svimjihylurin í
Havn sloppin væl frá álvarligum
óhappum, takkað veri tí væl
útbúna starvsfólkinum. Men eina
serliga ferð fekk Johan kortini
brúk fyri allari sína vitan á øki-
num, og tað var í Nólsoyarfirði.
Tað var ein bátur sum sendi
út neyðarkall. Bátar fóru at leita
og komu fram á ein mann, sum
hekk í eini boyu, og sum var illa
fyri. Hann var tikin umborð í ein
bát, sum royndi at hjálpa upp
á mannin, samstundis sum kós
varð sett móti Havnini. Eisini
var kallað eftir fólki, sum dugdi
fyrstuhjálp.
Johan var saman við øðrum á
floti hendan dagin og luttók eisini
í leitingini. Teir fingu so hendan
mannin umborð til teirra. Teir
fóru beinanvegin undir at royna
at fáa lív í mannin eftir øllum
fyriskriftum, eins og maðurin fekk
hjartamassagu, meðan teir við
fullari ferð sigldu móti Havnini,
og varð maðurin beinanvegin
fluttur á landssjúkrahúsið.
Maðurin doyði nakað seinni, men
Johan og hansara felagar gjørdu
í hvussu er tað, sum kundi og
skuldi gerast.
Johan hevur dámt væl at vera
á floti, og hetta hevur hann gjørt
nógv av. Men nú hava teir yngru
tikið yvir. Eisini hevur hann havt
kríatúr á trøðni, eisini gæs. Tískil
hevur tað ongantíð verið nakar
spurningur, hvat borðreiðast
skuldi við á jólum.
Her kann verða skoytt uppí,
at Johan altíð hevur roynt at
gera seg dugnaligari. Sum 53
ára gamal tók hann prógvið
”Teknisk Forberedelseseksamen”.
Karakterirnir vóru upp til 11!
Sum sagt veit Johan nógv
at greiða frá, og ætlanin er at
fáa eitt prát við hann seinni
um hansara hendingaríka lív.
Men fyribils takka vit fyri hesa
áhugaverdu frásøgnina.
Johan og konan Emmy
Johan Norðfoss starvaðist sum lívbjargari í gamla svimjihyli í Gundadali - og í nýggju svimjihøllini í tilsamans 27 ár
Mynd: Jens Kristian Vang