Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 203 - 19. oktober 2007 -Hóast nógv óvissa og váði eru knýtt at hesi boring, so eru vit sera væl fyrireikað til hesa stóru uppgávu og avbjóðing sigur BP oljuserfrøðingurin JonathonTrueman Oljuting Jan Müller Jan@sosialurin.fo - Hetta er eingin løtt upp- gáva. Williambrunnurin er spennandi og ein stór av- bjóðing fyri okkum. Her er talan um eina sera váðafulla uppgávu, men struktururin vit síggja í undirgrundini er sera stórur og hetta er eftir øllum at døma eitt av teimum góðu prospektunum segði Jonathon Trueman, geofysikari hjá BP á Olju- tinginum í vikuni. Hann vísti á, at hetta er kanska ikki tann allarbesta tíðin til at fara undir eina boring, men hinvegin hevur tað ikki verið nøkur forðing søguliga sæð hjá BP, um tað verður borað um veturin heldur enn á sumri. Tað ræður um at leggja tað væl til rættis. Boringin er sett at byrja leygardagin. Mest virkið á Atlantsmótinum BP er annars tað felagið, sum hevur flestu royndir og hevur borað flest brunnar á Atlantsmótinum, eini 60%, tann fyrsta í 70-unum. Ì 1977 gjørdi felagið eitt risa- stórt fund, tá Clairkeldan varð funnin, og ikki fyrr enn í 2005 kom fyrsta oljan upp. Arbeitt verður við at fara undir at byggja enn ein part av Clair út. Tað verður um eini 5 til 10 ár. At BP hevur verið og er eitt av lokomotivunum í oljuleiting og framleiðslu á Atlants- mótinum sæst eisini í tí sannroynd, at BP er fyri- støðufelag fyri allar fram- leiðandi oljukeldur í hesum partinum av heiminum, nevniliga Foinaven, Schie- hallion og Clair. Í fyrilestri sínum greiddi Jonathon Truemann eisini frá ætlanum hjá BP at bora leitibrunnar vestan fyri Hetland komandi árini. Um- framt útbygging av Clair so er ein stór boriverkætlan á tekniborðinum fyri økið nevnt Uist, sum liggur norðan fyri Clair og ikki so langt frá Rosebankoljukeld- una, sum Chevron stendur fyri. Slík boriætlan kann eisini fáa óbeinleiðis týdn- ing fyri oljutilgongdina á føroyska landgrunninum. Mettu skeivt Tá tú er so virkin á einum øki, so kemst heldur ikki uttan um at gera mistøk og koma við skeivum meting- um. Tað var m.a. tað, sum hendi, tá BP fór undir at bora sín fyrsta brunn við Føroyar. Jonathon Trueman greiddi frá, hvussu skeivt BP metti, tá tað í 2001 fór undir sína fyrstu boring við Føroyar, á Svínoyarleiðini og stutt eftir boraði Assynt brunnin skamt frá markinum á bretskum øki. BP var rættiliga bjartskygd um hesa boriætlan og varð mett, at sannlíkið fyri at finna olju var rættiliga stórt og mett varð, at bæði Assynt og Svínoy vóru aftur endur- spegling av Foinaven olju- kelduni. (So stórt varð bjart- skygni, at ein felags út- bygging av einum føroysk- um og einum bretskum fundi var á tekniborðinum, um so varð at rakt varð við olju í báðum støðum. Blaðm.) Tað skuldi tó vísa seg at verða øðrvísi enn serfrøðingarnir hjá BP høvdu mett og vónað. Tað, sum teir hildu vóru oljuber- andi løg, var einki meira enn grót og aftur grót. Hetta gjørdi, at BP saman við Shell fór undir samráð- ingar við myndugleikarnar og Anadarko, sum umsitur loyvi longur inni á land- grunninum. Úrslitið av hes- um gjørdist Williambrunn- urin. BP metir at talan er um einar 500 metrar av basalti, men hetta kann eisini vera minni ella meiri. Jarðfrøðingarnir seta sítt álit á ta sannroynd, at Grøn- land einaferð, kanska fyri 60 mill. árum síðani lá tætt upp at Føroyum, og at sediment eru runnin frá Grønlandi inn á føroyska landgrunnin. Hesi skulu so vera grundarlagið fyri møguligum oljugoymslum í undirgrundini, eins og sediment frá bretska megin- landinum eru grundarlagið fyri oljugoymslunum vestan fyri Hetland. Tvey mál Boringin byrjar í morgin. Borað verður niður á umleið 4700 metrar. Dýpið, har borað verður, er 743 metrar. BP serfrøðingurin, sum hev- ur arbeitt við Føroyaøkinum í mong ár, kom eisini at avdúka á Oljutinginum, at tey hava tvey mál (target) í hesum brunninum. Tvs. at tey meta seg síggja møgu- leika at finna olju á tveim- um ymsum støðum. Hóast BP er millum størstu oljufeløg, so hevur tað ikki royndir at bora gjøgnum basalt. Í hesum sambandi fer felagið eisini at hyggja til góðu úrslitini hjá Statoil, sum boraði gjøgnum basaltið á land- grunninum í fjør. - Hóast nógv óvissa og váði eru knýtt at hesi boring, so eru vit sera væl fyrireikað til hesa stóru uppgávu og avbjóðing. Vit hava brúkt nógva tíð og orku til at fyrireika okkum. Nú er so bara at vóna, at »The Good Hope« hjá William Heinesen, eisini verður galdandi fyri Williambrunnin. BP fyrireikað seg væl til Williambrunnin Ein dagur fyri hjartað Leygardagin 27. oktober skipar Hjartafelagið fyri evnisdegi, har mangt ymiskt verður á skránni. Tiltakið byrjar kl. 10 og endar kl. 15, og í hesum tíðarbili eru bæði limir og ikki-enn- limir vælkomnir at vitja í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. - Her verður serliga hugsað um fólk við hjartasjúku, pacemakara, hjartastartara og foreldur at hjartasjúkum børnum, sigur Hjartafelagið. Á evnisdegnum fara yvirlæknarnir Heðin Thomsen og Hans Petur Nielsen at hava fyrilestrar. Hetta verða kortini ikki einastu framløgurnar, tí fysioterapeuturin Anna Maria Joensen fer at tosa um rørslu og sjúkrarøktarfrøðingurin Amy Ljósheim um hjarta-rehabilitering. Umframt hetta verður lagt upp til at fólk seta seg niður at tosa saman, bæði tey hjartasjúku, tey avvarðandi og foreldrini hjá hjartasjúkum børnum. Tiltakið er ókeypis, men av tí at okkurt er til matna er neyðugt við tilmelding frammanundan hjá Jensu Heinesen (tlf. 313422) og hjá Sólvu Dam (tlf. 311259) áðrenn mánadagin 22. oktober. Jonathon Trueman frá BP varð bæði bjartskygdur og svart­ skygdur, tá hann umrøddi Williambrunnin á Oljutinginum Partur av nevndini í Oljutinginum saman við Hjarnar Djurhuus, stjóra hjá BP