fríggjadagur 19. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
9
Í hesum døgum lýsir Tórshavnar
Kommuna eftir pedagogi til
stovuna Bólið, sum er ein partur
av dagstovninum í Øksnagerði.
Í starvslýsingini stendur, at
starvið er á serstovuni, ið er
ætlað børnum við samskiftis
og/ella kontakttrupulleikum.
Arbeitt verður miðvíst við at
menna samskiftisførleikarnar
hjá børnunum í einum skipaðum
gerandisdegi, har stórur dentur
verður lagdur á visualisering.
Tað er tí ein fyrimunur at
hava royndir/kunnleika til
autistisk brek, og ynskiligt er,
at umsøkjarin kann nýta teldu,
tí hon er eitt týdningarmikið
arbeiðsamboð í gerandisdegnum.
Hendan eitt sindur øðrvísi
starvslýsingin sigur í sjálvum
sær ikki so nógv um lítla varda
umhvørvið, ið fjálgar um gerandis
dagin hjá sjey havnarbørnum,
sum ikki eru sum hini. Tí børnini í
Bólinum, sum stovan eitur, hava
øll samskiftis og/ella kontakt
trupulleikar.
Øll eru unik
Jóhanna Rubeksen, pedagogur,
vísir okkum runt á stovuni. Eins
og við børnunum, tykist alt í
fyrstu atløgu at vera vanligt her.
Men so við og við verður greitt,
at alt kortini ikki er, sum vit eru
von við.
Umframt at børnini hava
trupulleikar við at samskifta og at
vera sosial, vanta teimum eisini
evnini at ímynda sær. Men hóast
tey hava nógv í felag, so eru tey
øll unik og hava ymsan tørv. Bara
við at kenna einstaka barnið,
kunnu vit bjóða hóskandi karmar
og avbjóðingar, sigur Jóhanna
Rubeksen, pedagogur. Og hon
vísir okkum stóra skápið við
leikum í rúminum – alt leikur, sum
hava eitt pedagogiskt endamál.
Stovan er býtt sundur í fleiri
smá spæliøki við hálvveggjum,
og allastaðni hanga smáir
lepar úr plasti við tekningum
og symbolum á. Hesir kunnu so
flytast ymsar staðir, tí teir hava
læraratyggigummi ella karalás á
baksíðuni.
Skipað kaos
Jóhanna Rubeksen greiðir
frá, at av tí at alt er kaos inni
í høvdunum hjá børnunum,
hevur tað alstóran týdning at
gerandisdagurin er væl skipaður
– viðhvørt heilt niður í minstu
smálutir. Tí hevur hvørt barnið
eina nágreiniliga
dagsskrá, og viðhvørt
eisini eina hjálpiskrá.
Einsamøll,
men kortini saman
Mitt í einum lítlum ljósum rúmi stendur eitt borð. Við borðið situr ein
lítil drongur í einum serútgjørdum stóli og spælir. Stólurin heldur
dronginum upp á pláss, tí hann hevur sovorðnan ófrið á sær. Hann
sær nøgdur og upptikin út, í egnum heimi saman við tveimum smáum
bilum. Og hann hyggur ikki upp, tá vit kaga inn til hansara.
➘
Børnini í Bólinum, sum stovan eitur, hava øll samskiftis og/ella kontakttrupulleikar. Tí hevur tað stóran týdning fyri familjurnar, at netið og nærumhvørvið skilja støðuna og kunnu stuðla og lætta um,
tá ið á stendur. Mynd: Jens Kristian Vang
Børn og ung
Rigmor Dam
blaðkvinna
rigmor@sosialurin.fo