Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 203 - 19. oktober 2007 Seyðurin hevur verið hansara lív, og hann hevur ikki bara røktað, men eisini gjørt royndir í eini 40 ár. - Tað, sum hevur upptikið meg mest og hevur tikið ein hóp av tíð, orku og eisini hevur kostað pening gjøgnum mong ár, eru royndirnar og eldhugurin at fáa reina glarfiti í hagan – og tálgafitina burtur, sigur Petur Skeel Skarðá, røktingarmaður Seyðahald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú fjalltíð er, og fjøllini verða gingin um landið, hava vit skift orð við røkt­ ingarmannin Petur Skeel Skarðá í Funningi. Vit hava ikki prátað um skurð sum so, tí skurður er altíð skift­ andi ár undan ár, og mis­ javnt er um landið, hvussu árini roynast. Petur hevur verið røkt­ ingarmaður alt sítt lív, og hann byrjaði longu at ganga burtur í haga við pápa sín­ um sum lítil smádrongur. Seyðaprát við hús ­ Tað fyrsta, eg minnist um seyðaprát í okkara húsi, var tá gráskeggutir menn úr øðrum bygdum plagdu at sita á bonkarendanum inni hjá okkum og spyrja pápa, hvørjar seyðir teir skuldu sleppa. Hetta var um tað mundið, tá eg eri eini 6­7 ára gamal. Pápi var nærlagd­ ur og hevði stóran áhuga fyri seyði. Hann røktaði tá tveir hagapartar, Botnar og Inni í Haga, vit rópa. Hesir hagapartar lógu saman. Petur Skeel sigur, at í sín­ ari tíð høvdu teir, sum áttu seyðin, álit á røktingar­ monnunum, tí hetta vóru í flestu førum sera nærlagdir menn, sum gingu nógv burt­ ur í haga og kendu soleiðis hvønn seyð í haganum. ­ Pápi mín hevði ikki góða heilsu. Hann gjørdist sjúkur og doyði longu í 1969. Tá hevði eg langt síðan tikið yvir – ikki sum valdur røktingarmaður, men hevði longu um fermingaraldur tikið yvir røktina hjá okkum, sum pápi hevði. Sum heilt ungur var eg nógv burtur í haga saman við pápa og øðrum góðum monnum. Seyður mítt lív Petur Skeel sigur, at honum hevur altíð dámað sera væl at verið burtur í haga. ­ Ja, eg kann siga, at eg havi tikið seyðin fram um alt. Tað, sum hevur upptikið meg mest og hevur tikið ein hóp av tíð, orku og eisini hevur kostað pening gjøgn­ um mong, mong ár, eru royndirnar og eldhugurin at fáa reina glarfiti í hagan – og tálgafitina burtur. Glarfiti er tann fiti, sum snykar, tá tú sker í kjøtið, meðan tálgafiti, ið Petur Skeel meinar er útlendsk, brotnar sum tálg undir knívinum. ­ Tað er tann gamli før­ oyski seyðurin, ið ber glar­ fiti, ið er so nógv betri kjøt enn kjøtið, ið hevur tálgafiti. Heilt síðan 1967 hevur røktingarmaðurin í Funn­ ingi undir vánaligum um­ støðum gjørt óteljandi royn­ dir fyri at finna út av, hvussu tálgafitin, sum eftir er, kann fáast burtur úr aftur úr haganum. ­ Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupul­ leikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu, inn í hagan. Tí kunnu vit siga, at allur seyð­ urin Inni í Haga og um Botnar hevur borið glarfiti. Brundurin avgerandi Drúgvu og áhaldandi roynd­ irnar hjá Petur Skeel vísa, at brundur, sum ber tálgafiti, brundar tálgafiti – og ber hann glarfiti, brundar hann glarfiti. ­ Hetta er í stuttum úrslit­ ið av mínum áralongu royndum, sigur hann. Tað, sum røktingarmað­ urin saknar í føroyskum seyðahaldi, er, at menn, sum fáast við seyð, kenna ættartalvuna hjá hvørjum einstøkum seyði, og ikki bara fara um hagan og seyðin sum best ber til. ­ Skulu vit fáa tálgafituna burtur úr føroysku hagun­ um, er neyðugt at kenna ættartalvuna hjá seyðinum. Eins og tú mást vita, hvør ærin er, er ikki minni um­ ráðandi, at tú veitst, hvør brundurin er. Hetta er alt avgerandi í einum hagaparti, um tú vilt koma tálgafituni til lívs og fáa glarfiti inn í hagan. Missa tamarhaldið Petur Skeel hevur einki ímóti, at fletting og annað verður gjørt lættari við, at menn senda seyð út á Toftir ella til Haraldssund til flettingar. ­ Men tá ið stórir vøru­ vognar ella lastbilar bakka inn móti rættunum hjá bøndrunum, fylla bilin við seyði og ikki síggja hann aftur, fyrr enn krovini eru komin upp at hanga – ja, tá missir tú skjótt tamarhaldið á støðuni og royndini at fáa tálgafituna burtur. Tá veitst tú ikki longur, hvørjum ávísu krovini eru undan, og tí kanst tú heldur ikki stýra hesum betri og øðrvísi eitt annað ár. Longu nú er spinn­ andi galið í nógvum haga­ pørtum kring landið. Hann sigur, at tað er hin útlendski seyðurin, sum gjøgnum árini er komin til landið, ið hevur borið okk­ um tálgafitina. Seyðurin er vorðin meira blandaður, og hetta hevur ført til, at glar­ fitin í nógvum førum hevur tapt fyri tálgafitini. Útlendskir brundar Petur Skeel veit, at longu seint í sjeytiárunum vórðu royndir gjørdar um Oyrar­ leiðina við útlendskum seyði. ­ Røktingarmenn og bøndur fingu sær útlendskar brundar, áðrenn teir vistu, hvør dugur var í teimum, og vit kunnu bara gita okk­ um til, hvat hetta hevur merkt fyri seyðin um hesar leiðir og aðrastaðni við. Í slíkum føri, sigur røkt­ ingarmaðurin, áttu royndir­ nar at verið gjørdar inni í seyðahúsi, soleiðis at eingin brundur slapp í hagan, fyrr enn greið prógv vóru fyri, at hann brundaði glarfiti. ­ Slíkar royndir taka altíð nøkur ár. Tú noyðist at hava seyðin gangandi inni og so hvørt, sum lombini koma undan um várið og verða tikin til heystar, er neyðugt at fylgja við, hvussu kjøtið verður. Hetta er soleiðis ikki ein uppgáva, sum verð­ ur gjørd og endaliga staðfest í eini handavend. Hetta tekur ár. Petur Skeel sigur seg eis­ ini hava skilt, at útlendskur seyður kom heim til Føroya undir krígnum, og eisini er grønlendskur og skotskur seyður komin higar til lands. Vantandi royndir ­ Eg havi seyðin inni í brundstíðini, og veit hvørjir brundarnir eru. Tá ið so kjøtið byrjar at torna í hjallinum, fylgi eg neyvt við, hvussu tað blívur. Hetta er ikki so torført, tá tú kenn­ ir seyðin niður ígjøgnum ættarliðini, men hetta krevur nógv meira enn bara at lata standa til. Hann vísir á, at nógva­ - Eg havi tikið seyðin So er hesin dagurin lokin, og Petur Skeel Skarðsá er komin til hús. Heilt síðan 1967 – ella í 40 ár – hevur hann gjørt royndir við fitini í seyði, sum hann hevur brúkt ein hóp av tíð og orku upp á Mynd: Vilmund Jacobsen Postverkið stuðlar Róðrarfelagnum Knørri Týsdagin skrivaðu P/F Postverk Føroya og Róðrarfelagið Knørrur undir nýggja tvey ára avtalu og leingja harvið um samstarvið sínámillum. ­ Vit stuðla einum góðum ítróttarfelagi, sigur Svanbjørg Manai, marknaðarleiðari á Postverki Føroya. Hon sigur, at Postverkið sær Róðrarfelagið Knørr sum eitt spennandi ítróttarfelag. Sjúrður Gullbein, formaður í Róðrarfelagnum Knørri, fegnast eisini um framhaldandi samstarvið. Slíkar avtalur geva eini og hvørji ítróttanevnd betri stundir at arbeiða við sjálvum felagsskapinum, og tær eru í stóran mun við til leggja eitt gott støði undir ítróttarvirksemið. Vit hava havt stóra framgongd seinastu árini, og komandi tíðina fara vit helst at nýta til at skapa betri karmar um felagið, so at vit kunnu gerast eitt veruliga gott tilboð til øll, ið hava hug at íðka róður ­ alt frá motiónsrógving til kappróður í fremstu røð, sigur formaðurin í Róðrarfelagnum Knørri. Hetta er onnur samstarvsavtalan millum Postverk Føroya og Róðrarfelagið Knørr.