Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 10 Við øðrum orðum kann sigast, at tað sum gevur meining og er ein sjálvfylgja fyri vanlig fólk, kann tykjast fløkt og óskiljandi fyri hesi børn. - Børnini hava ilt við at minnast orð. Tí brúka vit heldur myndir til at visualisera tað, sum skal henda, tí børnini duga á at skyna myndir, sigur Jóhanna Rubeksen, og hon vísir eina dagsskrá hjá einum barnið, har ein lepi merkir at ganga túr. Og úti við klædnaskápið hjá barninum hongur ein hjálpiskrá, sum vísir barninum, at tað skal lata seg í skógvar, jakka og húgvu. Einsamøll og saman Inni á stovuni eru smá spælirúm, sum eru vard við leysum og føstum hálvveggjum. Inni í hvørjum rúmi ber so til hjá einum ella tveimum børnum at spæla í frið. - Eitt sum eyðkennir hesi børnini er, at tey duga illa ella slettis ikki at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Tí duga tey heldur ikki at samskifta og spæla sum onnur børn, og hava viðhvørt tørv á at vera í einum avmarkaðum øki, har tey ikki verða órógvað, greiðir Jóhanna Rubeksen frá. Rúma ikki kenslur Endamálið við arbeiðinum í Bólinum er at geva børnunum eina góða lívsgóðsku. Hetta verður gjørt við at gera børnini so sjálvbjargin sum gjørligt - at hjálpa teimum at skilja verðina og at vera trygg. Um umhvørvið er óskipað, sleppur kaos at ráða, og børnini verða ótrygg. Av tí, at tey hava ilt við at rúma og vísa kenslur, kunnu tey eisini hava ilt við at koma burtur úr aftur einari óhepnari støðu. - Tí seta vit orð á fyri tey, til dømis við at siga, at “nú ert tú illur”. Ella vit hava eina klokku, og avtala við barnið, at tá ið klokkan ringir, er liðugt at vera illur – og tað riggar hjá onkrum, sigur Jóhanna Rubeksen. - Av tí at børnini eru so fjøl- broytt, eru vit alla tíðina opin fyri at royna nýggj hugskot. Bara soleiðis kunnu vit finna inn til einstaka barnið, og hvussu tað ber seg at og hugsar, sigur hon. Eisini ómaka tey vaksnu seg við at vera týðulig í kropsmáli og orðum. - Vit skulu royna at menna sterku síðurnar hjá børnunum, so tey fáa succesupplivingar. Tí mugu vit alla tíðina hava tillag- aðar avbjóðingar til børnini, so tey flyta og menna seg. Tey vilja helst halda fram í sínari egnu verð, og um tey sleppa, so vilja tey avgera alt sjálvi. Men gera tey tað í ov stóran mun, minkar ella steðgar tann positiva menn- ingin, sigur Jóhanna Rubeksen. Skúlin fyri øll Sjálvandi vóna tey sjey starvsfólkini á Bólinum, at arbeiðið fyri at fáa børnini at trívast, heldur fram, tá ið børnini eru liðug at ganga í barnagarði. Tí børnini í Bólinum fara helst altíð at hava tørv á, at onnur hjálpa teimum at skipa gerandisdagin. - Tað er hugvekjandi, , at samstundis sum skúlin er fyri øll, so mugu hesi foreldrini oftast stríðast sum úlvur á skóg at fáa hampiligar sømdir. Nakrir skúlar hava fingið børn frá okkum, og eg veit, at í Hoyvíkar Skúla og í Venjingarskúlanum hava lærarar og leiðsla roynt at laga seg eftir, at tey hava børn við autistiskum breki, sigur Jóhanna Rubeksen. Tekin um brek Tað er sera ymiskt, hvussu Tað sum gevur meining og er ein sjálvfylgja fyri vanlig fólk, kann tykjast fløkt og óskiljandi fyri hesi børn, sigur Jóhanna Rubeksen, pedagogur. Mynd: Jens Kristian Vang Tað hevur alstóran týdning, at gerandisdagurin er væl skipaður – viðhvørt heilt niður í minstu smálutir. Tí hevur hvørt barnið eina nágreiniliga dagsskrá, og viðhvørt eisini eina hjálpiskrá. Mynd: Jens Kristian Vang Leikurnar í Bólinum hava allar eitt pedagogiskt endamál. Mynd: Jens Kristian Vang