Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 203 - 19. oktober 2007 fram um alt staðni hevur tú hagar, har einki hegn er millum haga­ partarnar, og tá kann brunds­ seyður ferðast ímillum, sum hann vil. ­ Í slíkum føri er nærmast vónleyst at hava eftirlit við støðuni, leggur hann aftrat. Petur Skeel hevur áður sagt og endurtekur í hesi samrøðuni, at hann ikki er nøgdur við leiklutin hjá Royndarstøðini í Kollafirði, sum í sínari tíð varð bygd til royndir. ­ Eg haldi, at vit, sum fáast við seyð, hoyra alt ov lítið frá Royndarstøðini um tær royndir, sum tey gera – um tey yvirhøvur gera nak­ rar serligar royndir, sum kunnu tæna føroyskum seyðahaldi, sigur hann. Sambært røktingarmann­ inum mugu teir, sum fáast við seyð kring landið, gera sínar royndir í egnum seyðahúsi. Vitan um seyðahald ­ Eg kundi hugsað mær, at Royndarstøðin brúkti tey stóru grønu stykkini, sum eru velt í Kollfjarðadali, til seyðaroyndir av ymiskum slagi. Men, sum eg havi skilt, verða hesi mest brúkt til hundavenjingar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um vit fáa nóg mikið av vitan innan eitt nú seyðahald fyri tann pening, sum hesin stovnur kostar, heldur hann. Petur Skeel vísir á, at tá ið hann var smádrongur, ferðaðist Sjúrður í Kirkjubø um landið at sýna seyð. ­ Okkara seinasti seyða­ ráðgevi var Tummas á Kjal­ nesi í Kollafirði, og síðan hann legði frá sær fyri fleiri árum síðan, hava vit ongan seyðaráðgeva havt. Hann sigur, at framvegis verður skipað fyri onkrum slagi av seyðasýningum, men hann ivast í, hvør dug­ ur er í hesum, tá menn ikki eisini fylgja krovunum upp, eftir at tey eru komin at hanga í hjallinum. ­ Alt gott um hesar sýn­ ingar, og alt gott um góðan, feitan og vakran seyð, men tað, sum eg haldi er meira avgerandi, er, hvat slag av seyði vit hava í Føroyum – er tað tálgafiti, vit hava, ella vilja vit hava gomlu føroysku glarfitina innaftur í hagarnar. Ikki eftirgróðurin Petur Skeel heldur ikki, at tær skanningar av eitt nú fitini í seyðinum geva bønd­ rum og røktingarmonnum eina haldgóða mynd av støðuni. ­ Tú ið tú flettir, fært tú longu eina ábending um, hvørt seyðurin ber glar­ella tálgafiti. Er skammrivið hvítt, er tað tálgafiti. Kjøtið, sum grønkast, tá ið tað byrj­ ar at torna, er tað góða kjøtið, ið ber glarfiti, sigur hann. Tað eru eisini aðrir, ið hava gjørt sínar kanningar við fitini, og frágreiðingar eru skrivaðar um hesar kanningar. ­ Tað eru teir, sum siga, at eftirgróður gevur glarfiti, men tað er slett ikki rætt. Eftirgróður gevur onga glar­ fiti. Tað koma bara nøkur pund upp á aftrat. Glarfituna syrgir brundurin, ið ber glarfiti, fyri, endurtekur hann. Petur Skeel vísir á, at sjálva vektina á hvørjum seyði sær avgera vit sjálvi. ­ Í dag er tað ikki so ”in” at eta feitt, so vektin einsa­ møll er ikki so avgerandi. Fyri meg, sum havi gjørt hesar royndir nú í so mong ár, er tað slagið av fitini, ið er alt avgerandi. Álit skal til Røktingarmaðurin heldur tað vera í fínasta lagi, at menn læna brundar imillum sín, men í slíkum føri er neyðugt, at tú hevur fult álit á, at tann, sum kemur við brundinum, kennir seyðin og veit, hvat kemur undan. ­ Vit mugu og skulu kunna hava álit á tí manni, sum kemur við brundinum. Petur Skeel sigur, at skalt tú hava ein góðan brund, er neyðugt at hava hann í nøkur ár og á hvørjum ári fylgja neyvt upp, hvat kemur undan. ­ Tað eina árið hevði eg 50 ær inni við tveimum brundum. Annar brundaði glarfiti og hin tálgafiti. Vit kunnu hugsa okkum, hvat úrslitið hevði verið, um brundurin, ið brundaði tál­ gafiti, gekk leysur í haga­ num – og ikki var í seyða­ húsinum undir skipaðum viðurskiftum? Røktingarmaðurin heldur, at tá hevði hagin eftir han­ sara tykki veri púrasta oyðilagdur. ­ So skjótt kann ólag koma á ein haga, sum ann­ ars er bygdur upp og at kalla bara ber seyð við glarfiti. Hetta sigur okkum eisini, at ein hagi, sum eftir mínum tykki verður væl røktaður, skjótt kann fella í órøkt – alt eftir, hvørjir menninir eru, sum hava ábyrgdina av haganum. ”Hatta býtta...” Petur Skeel heldur tað vera stórt spell, um slíkt arbeiði, sum nærlagdir menn hava gjørt við stríð og strev gjøgnum mong ár, soleiðis verður burturspilt. ­ Ja, kanska verður tú, sum hevur lagt stórt arbeiði í ein ella fleiri hagar, bara flentur at – og kanska sigur onkur um teg ”hatta býtta í Funningi”, sum røktingar­ maðurin skemtandi tekur til. Men her er ikki at gevast á hendur. ­ Tað eru seyðamenn, sum eg kenni og havi gott samband við, ið hava ógvuliga gott skil á seyð­ inum. Hetta fegnist eg um hvønn dag. Tað hevur verið eitt ógvuliga áhugavert arbeiði at fingist við seyð. Petur Skeel, ið hevur ætt­ artalvur langt aftur í tíðina, sigur, at tá hann flettir, hev­ ur hann vanliga einar 2­3 flettarar, og av hesum stend­ ur tann eini alla tíðina og skrivar niður. ­ Vit skáseta, hvat lamb talan er um, hvørjum tað er undan, og síðan verður krov­ ið hongt í hjallin við merki­ seðli á. Hetta er bara ein partur av arbeiðnum. Tá er longu allur tann fyrri part­ urin farin fram í seyða­ húsinum – heilt frá brundstíðini av, har tú hevur valt út brundin, sigur hann. Nýggir møguleikar Royndirnar, sum Petur Skeel hevur gjørt síðan 1980, eru gjørdar í seyða­ húsinum, sum liggur í heim­ ara parti Inni í Haga. ­ Vit bygdu hetta húsið í 1980, og síðan bygdu vit upp í tað í 1990. Tað er 34 metrar langt og 6 metrar breitt. Hann heldur, at tað hevði verið betri og arbeiðsligari, um seyðahúsið var breiðari. ­ Nú hava vit so fingið eitt nýtt seyðahús aftrat í ytra parti Inni í Haga. Hetta húsið er 20 metrar langt og 8 metrar breitt, og her verða eisini góðir møguleikar til framhald av royndunum við glarfitini, sigur Petur Skeel Skarðsá, røktingarmaður. Hann eigur nógvar túrar í haganum og kennir hvønn einasta seyð. Petur Skeel Skarðsá hevur gingið burtur í haga, síðan hann var smádrongur. – Longu um fermingaraldur tók eg mest sum yvir, tá pápi gjørdist sjúkur, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen Avtaka Norðoya Sambandsfelag Uppskotið hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni hevur ikki bert klovið samgonguna og løgtingið. Men innanhýsis í Sambandsflokkinum eru flei­ ri, sum eru sera ørg um hetta uppskotið. Ein teirra er John William Joen­ sen, blaðmaður á Norðlýsinum, formaður í KÍ og formaður í Norðoya Sambandsfelag. Hann sigur í tíðindaskrivi frá Norðoya Sambandsfelag, at tey mánakvøldið fara at taka støðu til, um felagið skal avtakast. Fundurin er triði og seinasti uppstillingarfundurin hjá felagnum, og hann verður á Sjómansheiminum í Klaksvík mánakvøldið 22. oktober kl. 20. Stór konsert og dansur í ítróttarhøllini í Runavík Í sambandi við Mentanarvikuna verður konsert í ítróttarhøllini í Runavík leygarkvøldið 3. november. Har verða at hoyra Høgni Lisberg, Crawling Blue og Boys in a Band. Eisini verður at hoyra vælumtókti danin, Simon Mathew (myndin), sum rættiliga er á veg upp eftir tónleikatindunum uttanlands. Eins og í fjør verður feitt mótashow, sum Trend Floor skipar fyri. Hesi show eru rætti­ liga øðrvísi enn vanligu mótasýningarnar, vit eru von við her heima. Stílurin er ráður og harður, og tú veitst ongantíð, hvat tú kanst vænta at síggja...uttan feit klæði sjálvandi!