Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 11 foreldur koma fram til, at barn teirra hevur samskiftis og/ella kontakttrupulleikar. Ofta eru tað pedagogar ella onnur, sum finna útav tí, og nøkur eyðkenni ganga aftur. - Ofta eru børnini rættiliga stór, áðrenn tað verður uppdagað. Barnið kann hava vánaligt eygna- samband, og tað pjátrar kanska ikki sum vanlig børn. Eisini kann tað skýggja samband við fólk. Onnur mennast sum vanlig børn, men fara knappliga inn í seg sjálvi, sigur Jóhanna Rubeksen. Tað sæst eisini á atburðinum, tí tey spæla einsamøll, taka upp í saman og hava sum heild ein stereotypan atburð. Taka nærum­hvørvið uppí Tað kann vera sárt sum foreldur at viðurkenna, at barnið hevur eitt brek. Eisini kann vera sárt hjá nærumhvørvinum at tosa við foreldrini um barnið og brekið. Fólk látast væl standa til og tiga, fyri á tann hátt at koma uttanum tað, sum nívir. – Men fyri raktu familjurnar hevur tað týdning, at netið og nærumhvørvið skilja støðuna og kunnu stuðla og lætta um, tá ið á stendur. Tí mugu foreldrini eisini taka tey nærmastu uppí, ommur og abbar og vinfólk, sigur Jóhanna Rubeksen, sum heldur, at barnið hevur størst gagn av, at øll draga nøkulunda somu línu. Royndin, sum­ helt fram­ Bólið, sum hevur verið til í skjótt seks ár, var upprunaliga ein royndarverkætlan. Av tí at kommunan metti, at verkætlanin eydnaðist so væl, varð avgerð tikin um at halda fram við stovuni. Hetta hevur við sær, at stovan í dag er eitt dygdargott tilboð við væl skikkaðum starvsfólki, sum hava ognað sær eina servitan innan økið. Eisini virka starvsfólkini sum ráðgevar uttan fyri húsið. Inni í lítla rúminum situr lítli drongurin enn stillisliga við borðið og spælir við teir báðar bilarnar. Vit hoyra, at ein bilur dettur á gólv. - Hanna – eg misti bilin – HANNA... rópar drongurin. - Ja, eg hoyri at tú sigur, at tú misti bilin. Hvat heldur tú, at vit skulu gera við tað? spyr Jóhanna pedagogiskt. - Tú skalt geva mær hann, sigur drongurin eitt sindur grenjandi og toyggir seg niður móti gólvinum. - Men eg haldi, at tú skalt gera tað sjálvur. - Nei, eg tími ikki. - Nei, tú tímir ikki. Men eg tími heldur ikki, svarar Jóhanna. Og soleiðis gongur prátið, spælið og dagurin sína gongd úti í Bólinum. Eins og í øllum øðrum barnagørðum, men kortini væl øðrvísi. Bara við at kenna einstaka barnið, kunnu vit bjóða hóskandi karmar og avbjóðingar, sigur Jóhanna Rubeksen, pedagogur. Mynd: Jens Kristian Vang