Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 203 - 19. oktober 2007 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Eitt valdømi best fyri framtíðar Føroyar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað hoyrist greitt og týðiliga í løtuni, hvussu ábyrgdarleyst fleiri føroyskir politikarar vilja umsita landskassans inntøkur – eitt nú við at brúka pening á fíggjarlógini til eitt prosjekt fyri og annað eftir - uttan langtíðarætlanir, vánaligar raðfestingar ella ongi boð uppá, hvussu landskassin kann útvega sær fleiri inntøkur og spara útreiðslur. Hetta verður gjørt hóast Føroyar ikki eru eitt peningaríkt land, fáa sum peningagávu 1,3 mia.kr. til at reka samfelagið fyri og hava avmarkað tilfeingi bæði á sjógvi og landi – men prosjektini og íløgurnar skulu gerast, kosta hvat tað kosta vil. Vórðu stýringar- metodurnar hjá tí almenna brúktar í privatum fyritøkum, so yvirlivdi ikki ein tann einasta. Tað er at undrast yvir, at tað ikki ger mun, til hvørja politiskt ideologiska síðu hesir útreiðslukrevjandi politikarar hoyra til (fólkaflokkin ella javnaðarflokkin) – og nakað, sum teir hava til felags er td. at føra lokalpolitikk, eru fakliga illa fyri, hava ongar vinnulívsroyndir og nakrir eru 80'arapolitikarar. Hoyri fólk í Føroyum alment siga, at tað skulu fólk við heilavillu (óð í høvdinum) til at fremja framstig – jú, men máti skal verða við. Hugsi um Tyskland, Frakland og USA, har arbeitt verður við skipaðari gransking, innovatión og á høgum dygdarstigi – ivist stórliga í, um teirra framgongd kemur frá heilavillum fólkum, skilaleysum prosjektum og inkompetentum skipanum. Sjálvandi kunnu vit ikki grundað framburð í sam- felagnum og vinnuni á heilavillar politikarar og prosjektir. Innan íløguvirksemi verður sagt um ileggjarar, at teir kunnu verða risikoaversir, tvs. vilja ikki taka stórar váðar, tá teir plasera kapital, meðan nakrir íleggjarar vilja taka stórt risiko og satsa soleiðis upp á stór avkast ella stór tap. Nakrir serligir íleggjarar eru risiko- perversir, tvs. at teir hava so nógvan kapital at ráða yvir, at teir kunnu gera stórar íløgur uttan at møguligt tap hevur nakra ávirkan á teirra fíggjarligu viðurskifti og harafturat er líkamikið við avkasti ella tapi – tað er ein sportur at brúka pening. Perversir merkir her at verða avlagaður ella forkvaklaður við atliti til at forvalta kapital. Fleiri føroyskir politikarar hava sama atburð sum risikoperversir íleggjarar, við nýtslu av peningi, sum teir enntá onki eiga í, men tvangsinndraga frá borgarunum og kunnu søpla burtur – uttan at skula standa til svars fyri, hvat fæst fyri peningin, hvat peningurin alternativt kundi verði brúktur til o.a. Nakrir løgtingslimir halda uttan iva, at landskassin, sum teir umsita vegna borgaran, hevur so nógvar pengar, at tað er líkamikið, hvat avkastið og úrslitið er fyri samfelagið at brúka almennan pening. Tað hildu eisini politikarar í 1980'unum – úrslitið gjørdist ein búskaparlig katastrofa og fólkafráflyting. Hesir somu løgtingsmenn, sum stýrdu í 1980'unum leggja upp til enn einaferð at føra føroyska samfelagið út í eina kreppu og oyðileggja møguleikarnar fyri framtíðar menning av samfelagnum og vinnuni. Sami atburður vísir seg at verða galdandi í fleiri av komununum. Í veruleikanum svarar ein vánalig útnyttan av inntøkunum á fíggjarlógini til vánaliga umsiting av náttúrugivna tilfeinginum – her fiskur. Fyri at seta almenna peninganýtslu í perspektiv kann td. nevnast, at ein almenn íløga uppá 700 mió.kr. svarar til eina veiðu og framleiðslu upp á umleið 25.000 tons av fiskakjøti (prísur/kg. 28 kr.), og væl meira, tá allir framleiðslufaktorar eru avløntir. Tað verða so ikki løgtingsmenn, skrivstovu- fólk o.o., sum koma at veiða og framleiða hetta – tey verða heldur njótarar av slíkum íløgum. Tá td. veiðimenninar í løgtinginum ikki virða hesi samanhang, hví so undrast yvir, at vanligi ungi føroyingurin á landi hevur ein kravmentanilitet, sum er ómettiligur og er líkaglaður, um fiskað verður nakað ella onki – fleiri løgtingslimir ganga á odda at stuðla uppundir ein ósunnan hugsunarhátt, har lítið samband er millum krøv og innsats. Vanligi borgarin (undantikið serligir samfelagsbólkar) má til eina og hvørja finna seg í at fáa beløning og livistandard eftir innsatsi og framleiðslu og onki annað. Tað sær eisini út til, at allar rationellar og fíggjarligar mekaniskur verða settar til viks í løgtinginum og roynt verður at manipulera við skipanum, sum undirgrava samfelagsbúskapin og ta menning, sum skal til, fyri, at vit kunnu klára okkum sum siviliserað og demokratiskt samfelag - eisini um 10-20 ár. Dømið upp á manipulatión við almennum skipanum er ætlanin hjá einum tingmanni at skipa undirsjóvartunnilin til Sandoynna sum eitt alment partafelag – eitt partafelag, sum eigur at verða rikið á vinnuligum grundarlag, men verður eitt svart hol í jørðina fíggjarliga og sum landið skal oysa pening í. Hetta svarar til, at onnur almenn partafeløg aftur kunnu setast á fíggjarlógina við stuðulsupphæddum. Sakni løgfrøðisligar metingar um slíkar skipanir og ein bein- harðan journalistik í sambandi við politiska arbeiðið bæði hjá landinum og í kommununum. Stýrisskipanin má endurskoðast skjótast gjørligt og setast mugu í verk skipanir við m.a. almennari hoyring soleiðis, at løgtingslimir kunnu standa til svars fyri teirra avgerðum, eins og øll onnur við leiðsluábyrgd o. a. Harafturat skal tað lógarásetast hámark fyri lántøku til landskassan, hámark fyri halli á fíggjarlógini o.a. Eisini skal verða landsstýrinum álagt at gera avtalur um rakstrar- og íløgukarm við allar kommunurnar á hvørjum ári. Risikoperversir politikarar og landskassin REIdAR NóNFjALL Føroyar sum eitt valdømi tykist nú at gerast veru- leiki. Tað liggur í kortunum eftir mongu úttalilsini seinastu dagarnar. Tað eru og vilja vera ymiskar meiningar um hetta mál, og í gjár staðfesti løgtingsformaðurin í samrøðu við nýggju Rás 2, at málið hevði fingið drúgva viðgerð bæði í fólkinum, millum serfrøð- ingar og millum politikararnar. Givið er at verður tað ikki tikin avgerð nú um at gera Føroyar til eitt valdømi, so fer málið antin í gloymibókina ella fer tað fylla alt kjakrúmið komandi valskeið og flyta fokus frá mongu týðandi samfelagsmálunum. Høvuðsatfinningarnar móti uppskotinum hava verið, at alt ov lítil tíð hevur verið til at viðgera tað, at tað eigur ikki at verða sett í gildi beinan- vegin, at tað fer at elva til enn meira miðsavnan, og at vit kunnu rokna við at síggja flest tingfólk úr høvuðsstaðnum. Eftir okkara tykki er tíðin komin til at taka hesa avgerð. Vit fara tá vónandi at fáa eitt meira pro- fessionelt lið av tingfólki, sum skulu til at síggja alt landið sum eina heild og ikki sum smærri øki, ið stríðast móti hvørjum øðrum. Hetta krevur tó eisini, at kommunalu eindirnar gerast færri og sterkari. Føroyar sum eitt valdømi fer so eisini at seta heilt nýggj krøv til politikarar- nar. Føroya løgting fer tá at verða mannað av landspolitikarum, sum allir hava skyldu til at virka fyri alt hetta landið og ikki bara fyri sína heimbygd ella bý . Hetta er nettup tað, sum hevur manglað í føroyskum politikki. Hetta er ørsøkin til, at vit ikki hava kunnað stungið út í kortið ein landsplan, sum hyggur eftir, hvussu vit útbyggja hetta samfelagið frægast fyri flest og soleiðis at vit sleppa undan teimum so afturvendandi og eyðkendu dupultfunktiónunum. Har politikararnir eru slopnir at oyðsla við avmarkaðu ressursunum. Føroyar sum eitt valdømi kann tískil gerast nett- upp tað, sum kann samansjóva hetta oyggjalandið og tryggja, at okkara ressursir og kreftir verða brúktar skilabest. Framtíðar politisku Føroyar skulu fevna um sterkar og harvið eisini profess- ionelt væl riknar kommunur og so eitt Føroya Løgting, sum tryggjar, at fíggjarliga orkan verður umsitin á best forsvarligan hátt. Tíðin, har bygda- og kommunalpolitikkur verður rikin á landsins hægsta stað má vera eitt liðugt kapittul. Tað hava vit kommunurnar til. Avgerðin at samtykkja hesa neyðugu og skilagóðu broyting burdi ikki at fingið avleiðingar fyri tað flokspolitiska samstarvið. Tí hon eigur at verða mett sum eitt yvirornað mál, sum tey, ið ikki taka undir, mugu góðtaka og síðani virka út frá hesum nýggja veruleika.