Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 19. oktober 2007 13 viðmerkingar – løgmaður vaskar hendur á Portalinum Eftir samgongufundin fyri hálvumørðum mánaði síðani, har m.a. málið um eitt valdømi var fyri, hevði tingmanning Sambandsfloksins fund harm, málið varð viðgjørt áðrenn fundin í lítlu samgongu og hvat formaður floksins skuldi svara vegna flokkin í hesum málinum. Meirilutin av tingmanning og lands- stýr-ismanning Sam- bandsfloksins gjørdi formanninum greitt á tingbólkafundi áðrenn fundin í lítlu samgongu um málið um eitt valdømi, at ongin avtala skuldi gerast um, hvussu atkvøðast skuldi. Síðani hevur verið frammi um eina avtalu sum gjørd varð og sum undirritaði áður havi sagt eg ikki taki undir við, um hon skuldi verið gjørd. Seinni í fleiri umførum hevur Kaj Leo Johannesen sagt alment bæði við meg og alment at ongin avtala er gjørd. Eg havi valt at líta á tað, sum Kaj Leo hevur sagt og gangi út frá, at tað sum tingmanningin avtalaði á innanhýsis fundi framvegis er tað sum galdandi er. Nú sær út til at løgmaður vaskar hendur í grein á Portalinum í viðtal um støðu Sambandsformansins, og tað er lítið mansligt, serliga tá havt verður í hugað at løgmaður mánadagin við Norðlýsið sigur, at tað ikki fyri liggur nøkur politisk semja í málinum um Føroyar sum eitt valdømi og eisini áður sjálvur hevur sagt at ongin avtalað er gjørd. Nú er ikki at hava kálvahjarta harra løgmaður. Allir vaska hendur um, hvør vildi og hvør ikki vildi hava málið um eitt valdømi fyri dagin, - sannleikin er, at allir flokkar vildu hava málið framm, men løgtingsformaðurin skuldi leggja málið fram. Alt annað er uttanumtos. Spurningurin er, hvør fremur Gerrymandering í hesum málinum – er tað ikki just minnilutin í rættarnevndini?? Ongin avtala frá Sambandsflokkinum Løgtingsmaður Johan dahl Trúði ikki eygnum oyrum tá eg hoyrdi, at landstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlaði at fáa eitt uppskot ígjøgnum, sum kann sparka beinini undan støkum uppihaldarum og lágløntum føroyingum. Hetta uppskotið, um tað væl at merkja verður gjøgnumført, kemur at raka tey hart, sum búgva í dýrastu økjunum kring landið, t.e. serliga í Havn, men eisini aðrastaðni. Tankin um at taka rentustuðulin til sethús burtur merkir, at fólk koma at gjalda upp til fleiri túsund krónur meira í húsaláni um mánaðin. Tað velst sjálvandi um, hvussu stórt lánið í húsunum er. Í løtuni er rentustudningurin 40%. Fyri tey, sum ikki hava ráð at gjalda lánini aftur skjótt, kundi hetta verið ein vanlukka. So leingi samfelagið ikki kann bjóða annan bústarmøguleika enn at fólk keypa síni egnu sethús við hjálp frá bankunum, eigur landstýrismaðurin í fíggjarmálum at hugsa seg væl um. Tankarnir um at taka rentustuðulin burtur frá fólki, sum eru noydd at sita í egnum sethúsum, tí eingin onnur loysn er til staðar, kemur at gera gapið millum ymisku samfelagsbólkarnar ella lønarklassarnar enn størri. Hetta kemur eisini í nógvum føri at koyra fólk á húsargang. Vit vita, at stakir uppihaldarar og fólk við lágum inntøkum í fleiri førum sita í egnum húsum, tí tey ongan annan møguleika hava fyri at fáa sær tak yvir høvdið. Summi halda hetta óiva vera ein uppfylltur dreymur, men fyri nógv er tað ein marra. Nógv fólk búgva til leigu í kjallarum ella í gomlum, illa umvældum húsum og gjalda okursleigu uttan nakrantíð at koma at eiga bert ein lítlan part av køkuni, umframt at tey liva í støðugum ótryggleika, tí tey eingin rættindi hava. Onga nútímans leigulóg. Tað er sera umráðandi, at politikkarar hugsa um at skapa ein tryggan bústaðarmarknað fyri øll. Eg hugsi serliga um, at stakir uppihaldarar, pensjónistar, einkjur/ einkjumenn, sjúk og brekað, at øll, eisini láglønt, kunnu fáa ein hóskandi bústað fyri rímiligan kostnað. At fáa húsarhaldið at hanga saman við einari inntøku er næstan ógjørligt. Oljan, “lekstetið”, dagstovnarnir, kringvarpið og ikki at tosa um maturin, alt kostar tað sama, um tú ert ein ella tvey at gjalda. Breyð og mjólk, sum eru dagligur kostur, er so dýrt, at børn ofta drekka sodavatn og eta keðiligt breyð. Ein hevur snøgt sagt ikki ráð at gera nóg nógv burturúr heilsugóðum kosti til tey smáu og tey, sum standa í vøkstri. Tá ið oljuavgjaldið varð lagt oman á kostnaðin fyri at hita síni egnu hús upp, var hetta ætlað sum ein máti at tálma oljunýtsluna. Men hvør hevur ráð at oyðsla við oljuni, tá ið bert ein inntøka skal gjalda hana? Ikki eg! Tá ið rentustuðulin gerst grundalagið undir undir vantandi bústaðarpolitikki! Maud Wang hansen Mangt er merkiligt Ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir, at Føroyar verða eitt val- dømi. Ein stórur meiri- luti av teimum, sum Før- oya fólk hevur valt á ting, ynskir eisini, at Føroyar verða eitt val- dømi. So málið er greitt. Skuldi ein trúð. Vit hava jú fólkaræði. Men mangt er merkiligt. Nú sær út til, at fólksins og løgtingsins vilji kanska ikki verður framdur kortini. Nakrir tingmenn eru farnir í víggj. Teir siga, at fólksins vilji skal ikki fremjast! Løgtingsins vilji skal ikki fremjast! Fyrr skal løgtingið upploysast! Veit hesin minnilutin, hvat endamálið er við fólkaræðinum? Tað er ið hvussu er at vóna, at meirilutin veit tað. sJúrður skaale Nakrir tingmenn harm­ ast øgiligt um, at sam­ gongan skal hanga í ein­ um klønum tráði, um uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi verður samtykt. Sannleikin er helst tann, at tað er sín persónliga sess á tingi, teir eru ræddir fyri at missa Tískil fara teir so langt sum at hótta við samgongu- sliti og nývali. Men í veru- leikanum er tað fólkaræð- ið, teir hótta, tá teir ikki góðtaka, at eitt uppskot verður samtykt, sum meiri- luti er fyri. Persónliga sakni eina góða frágreiðing upp á páhaldið um, at samgongan verður óarbeiðsfør, um upp- skotið um Føroyar sum eitt valdømi verður samtykt. Uppskotið hevur mær vit- andi einki við samgongu- skjalið at gera og hevur lítla og onga ávirkan á fíggjarlógina. Sum eg síggi málið, so eru nakrir tingmenn, ið als onga virðing fyri tí fólka- ræði, teir sjálvir eru ein partur av. Tingmenn í klønum tráð rúna sivertsen Kristiliga Sangkórið fer at venja Kristiliga Sangkórið byrjar venjingarnar aftur týskvøldið 23. oktober kl. 19.30 í KFUM. Tey heilsa, at øll eru vælkomin. Býráðslimurin í Havn, Høgni Mikkelsen, ger seg í lesarabrøvum í fjølmiðli- num síðstu dagarnar til moralskan yvirdómara við at skýra borgarstjóran í Havn ómoralskan. Høgni Mikkelsen skal fáa eina sakliga frágreiðing frá borg- arstjóranum, men fyribils fari eg at vísa á, at lesara- bræv hansara reisir spurn- ingin, um hvat tað er, sum kvalifiserar Høgna Mikk- elsen at vera moralskur yvirdómari. Er tað kanska hansara máti og moralur, sum hann slapp sær burturúr uppá, viðvíkjandi byggigølu síni við Løgmannabreyt? Er tað fríøki, hann skuldi havt gjørt í samband við sínar byggiverkætlanir, sum enn liggja órørd? Ella er tað hansara máti at ríka seg upp við bygging á almenna jørð? Eftir sum tú tosar um floksmoral, so trúgvi eg ikki, at sambandsflokkurin ella sambandsfólk taka undir við tær í hesum, so eg haldi, at tú skuldi tagt. Hetta vóru bert nøkur fá dømi um, hví eg meti hetta lesarabræv líka so fjákut sum so nógv annað, ið Høgni Mikkelsen borðreið- ir við. Meira seinni, um neyðugt. Hvat kvalifiserar Høgna Mikkelsen til moralskan yvirdómara? Borgarstjori í Tórshavnar Kommunu heðin Mortensen