Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 13 (1882-1924), Gerhard Henning (1880-1967) og Einar Utzon-Frank (1888-1955), harav síðstnevndi var lærari Janus Kambans á kunstakademinum. Utzon-Frank var bert tretivu ára gamal, tá hann gjørdist professari á kunst- akademinum í Keypmannahavn. Hann starvaðist í meir enn tríati ár sum lærari á kunst- akademinum og fekk tessvegna stóra ávirkan á eitt heilt ættarlið av myndahøggarum. Hann hevði sera gott innlit í listasøguna og fekk íblástur frá so ymiskum stílsløgum sum forngrikskari list og teimum rættiliga modernaðu lýsingunum av verkafólki hjá Constantin Meunier (1831- 1905). Ikki er tað av tilvild, at júst hesar báðar keldurnar til íblástur verða drignar fram úr rúgvuni, tí eg billi mær inn, at tær onkursvegna hómast aftur í stranga einfaldleikanum og sosiala áhugan í standmyndunum hjá næmingi Utzon-Franks: Janus Kamban. Drongur tekur seyð Hyggja vit aftur at tí lítlu perluni av eini standmynd í Eysturskúlanum, kann fyrst og fremst staðfestast, at hon er stoypt í bronsu, at hæddin er smáar 103 sentimetrar og at formatið er liggjandi. Í skapi er standmyndin lutfalsliga einføld. Bæði innihald og bygnaður eru lætt at lesa av við tveimum greitt avmarkaðum figurum. Ikki er gjørt tað stóra burtur úr staklutunum sum t.d. troyggjumynstri, knappum, skógvum, ull osfr. Standmyndin er rundleidd uttan hvassir kantar og tilfarsviðgerðin av dronginum og seyðinum er lutfalsliga einsháttað soleiðis at skilja, at allur yvirflatin hevur nøkulunda sama óslætta árinið, sum fangar ljósið á flykrandi hátt. Hóast bronsan er hørð, tykist standmyndin bleyt, lívrunnin og innbjóðandi at nerta við, eins og hon við síni rundu meginrørslu dregur áskoðaran inn í myndarúmið. Bronsumyndin er soleiðis skapað, at tú fært hug at ganga runt um hana at forvitnast eftir hvussu hon sær út aftanífrá, um javnvágin heldur. Og tað ger hon, hóast hon við fyrsta eygnakast tykist koppa. Kompositiónin er dynamisk, bygd kring eina greiða meginrørslu, ið gongur diagonalt frá høgra fóti hjá dronginum, fram til trýnið á seyðinum. Dentur er lagdur á, at fáa bronsumyndina at sýnast flúgvandi lætta, at geva okkum fatan av, at hon næstan sveimar uttan stórvegis stuðul frá soklinum. Vinstra lærið hjá dronginum hvílur tó niðurá og virkar sum miðaksi í standmyndini, hiðani síðurnar báðar javnviga í skapi av rættvinklaðum tríkantum, ið eins og segl á eini slupp standa út frá mastrini í hvør sína ætt í erva og í neðra. Hetta er ein at síggja til realistisk gerandislýsing, sum er gjølla hugsað og síðani í skapi strammað og einfaldað soleiði, at hon ikki longur avmarkar seg til at snúgva seg um eina ávísa hending og ein ávísan drong. Børnini og listin Listamaðurin hevur havt staðsetingina av verkinum í huganum, tá hann gjørdi hesa standmyndina og kanska hevur hann vónað, at skúlabørnini fóru at spæla rundan um hana í einum vøkrum atrium við blómum og vøkstri. Tað er møguliga tí standmyndin sær so bleyt og innbjóðandi út. Nú tykist standmyndin eitt sindur forfjónað, har hon stendur, í øllum føri ein kaldan sunnudag í oktober. Men vónandi er lív rundan um hana í skúlatíðini, tí so er eingin ivi um, at onkur alvi eina lítla stund gloymir alt um ipod og sms og sansar teir ófatiligu møguleikar, sum listin eigur til tess at transformera eina vanliga gerandishending, so at hon verður æviggjørd og lødd við einum poetiskum tóna, sum á abstraktan hátt rakar sjálvan essensin av barndómi. eina standmynd Sitandi kvinna, umleið 5300-4500 f.Kr. Allur yvirflatin er ruflutur og fangar ljósið á flykrandi hátt Constanin Meunier: Sáðmaður 1914 Standmyndin er bygd yvir eina diagonala rørslu Eisini aftanífrá hómast ferðin í rørsluni