fríggjadagur 19. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 203 - 19. oktober 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Prógv
12. oktober hevur Joan Højsted, Klaksvík, fingið prógv sum
sosial- og sunnheitshjálpari í Ålborg.
Føðingar
30. september fingu Malene og Símun Jacobsen, Hvalba,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3690 gr.
8. oktober fingu Maria á Lakjuni Simonsen og Bjørn
Simonsen, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og
vigaði 4700 gr.
12. oktober fingu Helena M. og Dávur P. Jaocbsen, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3400 gr.
12. oktober fingu Lise H. Ofstad og Bjarni Mikkelsen,
Velbastaður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði
3690 gr.
12. oktober fingu Elin Jacobsen og Sunleif Pattinson,
Funningsfjørður, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
3600 gr.
13. oktober fingu Fríða og Jógvan Højbro, Fuglafjørður,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4070 gr.
13. oktober fingu Turið og Aage Dyssegaard, Odense, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3858 gr. Hon hevur
fingið navnið Freja.
13. oktober fingu Sonja Hentze og René Müller Jensen,
Sahl, Bjerringbro, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3520 g.
15. oktober fingu Jannie Hammer og Bárður Højgaard,
Kollafjørður, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
3320 gr.
15. oktober fingu Gunnvør Jacobsen og Zakarias Bech, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3325 gr.
17. oktober fingu Birna Gaard og Magni Jakobsen, Argir,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4100 gr.
17. oktober fingu Anna Jóna Olsen og Leif Ellingsgaard,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4150
gr.
18. oktober fingu Petur og Judy við Gjónna, Fuglafjørður,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3150 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 20. oktober kl. 15.00, giftast í Skála kirkju
Beinta Karbech Hansen og Poul Andreas Hansen, Skála.
Veitslan verður fyri innboðnum í Bygdarsalinum á Skála.
Vinarligast seti hesa lýsingina í blaðið 18, 19 og 20 oktobur.
Leygardagin 20. oktober giftast í Vestervang kirke
í Helsingør Bette Rein úr Havn og Kasper Krebs úr
Helsingør. Brúdleypsadr.: Nørrevej 80, 3070 Snekkersten,
DK.
Leygardagin 20. oktober gifta
vit okkum. Vígslan verður kl.
13 í Oslo 3. korps Nordregate
25, Oslo. Døgurði verður fyri
innbodnum kl. 15.00. Brúdleyps
adr.: Frelsesarmeens Offiserskole,
Brendsrudtoppen 40, Oslo.
Wenche Walderaug, Ålesund og
Poul Heri Midjord, Vágur
Leygardagin 20.10.07 giftast
Maria Olsen, Gøta og Hjalmar
Dalbúð, Runavík. Vígslan verður
í Filadelfia í Gøtu kl. 13.00.
Veitslan verður fyri innboðin í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.
8. oktober fekk
Kristina eina lítla
systur, hon var 54 cm
long og vigaði 3975
g. Foreldur teirra
eru Rannvá Gásdal
og Dánial Haraldsen
og tey búgva øll í
Sørvági.
Mánadagin tann 22.oktober
verður Marin 75 ár.
Tað gleðast vit øll um.
Marin er fødd 22.10.1932.
Foreldur hennara vóru Petur
og Tomasia Rasmussen.
Hon er elst av fimm syskj-
um. Aftan á hana koma Pet-
ur Sigurd, Martha, og síðani
tvíburðarnir Sjúrður og Sól-
run.
Marin er av fittastu kon-
um, altíð blíð, prátingarsom
og innbjóðandi.
Tann 09.04-1962 byrjaði
Marin hjá P/f Poul Hansen.
Tað sigst, at hon byrjaði
sum avloysara fyri lítlusystir
sína Sólrun, sum tá fór í far-
loyvi. Ta tíðina, Marin
arbeiddi har var hon í bók-
haldinum, og eisini var
hennara arbeiðsøki inn- og
útgjaldingar,
kassin
og
avstemming. Hon var eitt
álitisfólk og fekk nógv á
skaftið, og mangan hevði
hon nógv at gera. Marin
gavst hjá P/f Poul Hansen
31.05-2000.
Um tú kemur á hennara
gátt á Gundadalsvegnum,
er tað altíð eitt smíl, sum er
tað fyrsta tú møtir. Síðani
kemur kaffi á borðið og
altíð eigur hon okkurt gott
at bjóða afturvið
Marin hevur eingi børn,
men ikki minni enn 39
ommu-og abbadiddubørn
Í kjallaranum í síni lítlu
íbúð trívist Marin væl.
Allarhelst man tað vera, tí
ikki er langt millum húsini,
og oman gjøgnum Gunda-
dal, búgva hannara trúgvu
vinkonur Anna, Hanna og
Anna. Tað er sera áhugvert
og stuttligt at síggja og
hoyra hesar frísku damurnar
sita og práta saman í fleiri
tímar. Mangan spáka tær
ein túr millum húsini og
hitta hvørja aðra til ein
drekkamunn, hugnaligt prát
og stuttligar søgur. Onkuntíð
sita tær og spæla Gekk, og
tá er lív í stovuni.
Men eisini man tað vera
ommudiddusonur hennara,
ið hon er so ógvuliga góð
við, sum ger at henni dámar
so væl, at búgva í Gundadali.
Mangan fær hann okkurt
gott frá henni, og fleiri eru
morgnarnir har tey hava
sitið og práta, og etið morg-
unmat saman, niðri í henn-
ara lítla heita køki.
Góða mostir og ommu-
didd. Vit ynskja tær hjarta-
liga tillukku á tínum 75 ára
degi.
Takk fyri allar hugnaligar
løtur, alla hjálp og gesta-
blíðni, ið tú gevur okkum.
Sum sól á myrkum degi
Tú gevur okkum gleði
Tú er ein gyltur klettur,
við heitum hjarta, og kundu
vit ikki verið teg fyri uttan.
Takk fyri alla gleði, tú
gevur ommudiddusoninum
og okkum.
Kærar heilsur
Vit trý á loftinum
Sunnudagin 21. oktober
2007 verður ein kendur Sør-
vingur, Finnbogi Niclasen
60 ár. Finnbogi er føddur
og uppvaksin á Tvøroyri,
sonur til Niels hjá Rudolf
og Ellu í Øðravík, hann er
næstyngstur av átta systkj-
um, har tvey ikki eru mill-
um okkum meira.
Barnaárini vóru traðkað
á Tvøroyri, og saman við
øllum tí ein drongur av
bygd gjørdi, var áhugin fyri
tónleiki eisini til steðgar, og
ikki minst at gloyma tvey
ting, sum Finnbogi gekk
nógv uppí, spældi til dans í
nøkur ár saman við Óla Ják-
up Lindberg, Rudolf Nicla-
sen sála, og fleiri øðrum, og
skótaarbeiði, hetta vóru dag-
ar sum vit framvegis gleðast
um.
Finnbogi tók realprógv í
Tvøroyrar skúla, og eftir
lokna skúlatíð varð farið til
Íslands at arbeiða og seinni
varð farið til skips eisini.
Í seinnu helvt av trússinim
fór Finnbogi út at sigla sum
stýrimansnæmingur
hjá
Maersk.
Í 1970 var farið á stýri-
mans- og skipsføraraskúla í
Havn, og í 1972 var so aftur
fari í útisigling.
Í 1973 kom hann so at
sigla við tí fyrsta bingju-
skipinum hjá Maersk Svend-
borg Mærsk, og var við í
allari mennigini av bingju-
skipum
hjá
reiðarínum,
men familjan og børn drógu
heim, og í 1979 fekk hann
so starv hjá Statens Luft-
fartsvæsen sum leiðari av
Vága Floghavn, og rekur
hann hetta starv framvegis,
eisini eftir at flogvøllurin er
blivin føroyskur, og kann
eg ímynda mær, at hann er
spentur um at fara ígongd
við tær útbyggingar, sum
nú liggja fyri framman á
Vága Floghavn.
Undir útbúgving í Havn
fann Finnbogi so konu úr
Nólsoy, Edna dóttir Jákup
og Gunhild Joensen, tey
eiga trý børn og seks abba
og ommubørn sum tey eru
ógvuliga glað fyri.
Edna og Finnbogi hava
stóran áhuga í urtagørðum
og at dyrka grønmeti, og er
urtagarðurin hjá teimum
eitt satt prýði.
Nú eftir at hava búleikast
í nærum 30 ár í Sørvági,
kann mann gott siga at hann
er Sørvingur, kanska ikki
heilt tí at suðuroygarmáli
hevur hann ikki gloymt.
Finnbogi er virkin í fleiri
felagsskapum,
stovnaði
saman við øðrum Lions
Club Vágar – dansifelagið
Upp á tá og dámar honum
væl fótbólt serliga tá ið SÍ
spælir.
Góði vinmaður, vónandi
fær tú ein góðan dag, eg
hoyri at tú er burturstaddur
føðingardagin, men ætlar at
halda dagin seinni.
Heilsan
Ein vinmaður
Finnbogi Niclasen seksti
Marin Kristina Hentze Rasmussen 75 ár