Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 14 Hetta týdningarmikla barna- og ungdómsarbeiði í „Zarepta“ hevur hildið fram uttan steðg øll hesi 40 árini til mikla andaliga signing fyri stóran part av øllum Føroya børnum og føroyska samfelagnum til almikið gagn. Forsøgan Brynleif og kona hansara, Elsa, búðu í Danmark í fýra ár, áðrenn tey fluttu til Føroya. Har niðri komu tey í samband við felagsskapin Evangelisk Børne- mission og vóru við á barnalegum teirra. Barnaarbeiði var fyri tey eitt hjartamál, og tey arbeiddu millum børn á Nørrebrúgv, har tey búðu. Um hesa tíðina fekk Brynleif hugskotið og íblásturin til at fara undir barnalegur í Føroyum. Í 1965 komu tey so til Føroya og byrjaðu fyrstu legurnar við Áir tað summarið. ALV-húsið varð leigað fyri tvey ár. Tiltakið varð væl fagnað, og menn og kvinnur um alt landið tóku sera væl undir við arbeiðinum og stuðlaðu tí dyggiliga og fjølment bæði handaliga og andaliga við at geva og at hjálpa til. Fyrsta árið vóru til samans 50 børn í 10–14 ára aldri hvørja viku í fýra vikur, og árið eftir nærum tvífaldaðist talið, so at húsið gjørdist ov trongt. Grundstykki verður keypt í Vatnsoyrum Brynleif skilti beinan vegin, hann kom til Føroya, at eitt hús mátti byggjast. John Poulsen, skræddarin, fór tí til nakrar eigarar í Miðvági at vita, um teir vildu selja eitt stykki, sum teir áttu, norðan fyri Vatnsoyrar. Teir flestu játtaðu, og til samans gjørdist grundøkið nóg stórt til eini hús, ið egnaðu seg til barnalegur. Samkomurnar kring landið vórðu kunnaðar um verkætlanina, og gávur fóru at koma inn. „So skuldi tú ikki havt sagt ja…“ Grundstykkið varð fingið til vega, og eitt sindur av peningi var tøkur, men ov lítið til so stóra verkætlan. Brynleif, sum var bønar- og trúarmaður, heitti á Dánjal Nielsen í Vatnsoyrum um at standa fyri arbeiðinum at byggja „Zarepta“, og hann játtaði. Dora, kona Dánjals, greiðir soleiðis frá: „Eg minnist, at Dánjal segði við Brynleif, at hann sá tað møtimikið at fara undir verkið, tí hann mátti biðja arbeiðsfólk, sum skuldu hava løn hvønn fríggjadag, og tilfar skuldi keypast. Brynleif svaraði: „Ja, men so skuldi tú ikki havt sagt ja, tá ið tú ikki torir at byrja, fyrr enn peningurin er tøkur!““ Tá ið Brynleif var farin, segði Dora við Dánjal: „Eg haldi tað var rætt, sum Brynleif segði! Vit leggja tað fram fyri Harran!“ Farið verður undir at byggja So varð farið til verka! Spakin varð settur í 6. oktober 1965, men tá ið tað í 1966 gjørdist greitt, at ALV-húsið ikki fekst aftur í 1967, varð rættilig ferð sett á byggingina í Vatnsoyrum, og longu í juli 1967 varð húsið so frægt liðugt, at tað kundi nýtast til barnalegurnar. Brynleif og Elsa búðu um hetta mundið í Vestmanna, men fluttu síðani til Sørvágs. Dánjal gjørdi avtalu við timbur- handlarnar í Sørvági og fekk tilfarið rentufrítt, um tað varð goldið innan eitt ár, og 5%, um tað varð goldið innan tríggjar mánaðir. Tað mesta varð goldið innan tríggjar mánaðir. Dora hevði bókhaldið ta fyrstu tíðina. Peningur kom altíð rættstundis, og arbeiðsmenninir fingu løn sína hvønn fríggjadag. Arbeiðið varð grundað á sjálvbodna hjálp, meðan fakmenninir fingu løn fyri arbeiði sítt. Legurnar byrja í „Zarepta“ Tað var stórur dagur fyri okkum øll – 2. juli 1967 – tá ið húsið varð tikið í nýtslu og fyrstu børnini komu vestur. Húsið varð upprunaliga ætlað til at rúma 70 børnum, men skjótt vaks talið á børnunum so nógv, at næstu árini var trupult at hýsa teimum, somuleiðis leiðarum og starvsfólki. Hvør krókur varð brúktur, enntá ovastaloftið. Húsið var 30×10 metrar til støddar í trimum hæddum. Brynleif elskaði børnini og tey hann. Hann hevði serstøk evni at fanga áhuga teirra og dugdi so væl at seta gleðiboðskapin einfalt fram fyri tey og læra tey orð Guds. Nógv varð sungið, og gleðin var ómetaliga stór millum øll. Hjálpandi hendur og stórur offurvilji Tørvur var bæði á monnum og kvinnum at hjálpa til, ikki minst, tá ið hugsað verður um matgerðina í køkinum til ZAREPTA 40 ÁR Føðingardagur Z. Zachariassen Fyrstu barnalegur av sínum slagi byrjaðu í „Zarepta“ í Vatns­ oyrum fyri 40 árum síðani. Eldsálin aftan fyri tiltakið var Brynleif Hansen, sáli, úr Fuglafirði, sum longu tvey ár framm­ anundan saman við øðrum hevði skipað fyri væleydnaðum barnalegum í ALV­húsinum við Áir. Við tað at hetta húsið ikki fekst til leigu aftur, varð farið undir at byggja nýtt hús í Vatnsoyrum Brynleif Hansen