fríggjadagur 19. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 19. oktober 2007
15
nøvn
Tað má sigast, at tey eldast
væl á ellisheiminum í Havn.
Í august vóru ein 101 og
ein 100 ára føðingardagur,
og
21.oktober
verður
Martha Matras 98 ár.
Tískil eru hesar tríggjar
avrundað 100 ár í miðal.
Hetta er ein kempualdur,
sum bert tey fæstu náa, og
tí er eisini orsøk til at gera
nakað
burturúr.
Sjálvur
havi eg kent Marthu nøkur
ár. Okkara kennskapur byrj
aði við, at FFblaðið gjørdi
eina samrøðu við systir
Marthu, Onnu Askham.
Anna var tá 102 ára gomul.
Hon búði á Ellisheiminum,
og tað vísti seg, at hon átti
eina ”lítlasystir” á heimin
um. Tað kom skjótt til sjónd
ar, at Martha eisini var
framúr skilagóð og hevði
eitt stak gott minni. Hon
kundi
greiða
frá
viðurskiftum, sum Anna
kanska ikki kendi so væl.
Tískil kom Martha eisini at
eiga sín part í teirri sera
forvitnisligu frásøgn, sum
kom burtur úr, um hvussu
tað var at vera barn og
ungur í Havn fyri nærum
100 árum síðani, beint eftir
at Petur Alberg skrivaði
sína dagbók, sum Miðvikan
er við at endurprenta. Sigast
kann, at søgan hjá Onnu
eisini fyri ein stóran part
var søgan hjá Marthu.
Anna doyði fyri tveimum
árum síðani, 104 ára gomul.
Men eg komi framvegis
javnan inn á gólvið á Ellis
heiminum, har tað búgva so
nógv skilafólk. Tá verður
høvið eisini nýtt at heilsa
uppá Marthu og at kunna
fáa eitt prát við hana.
Foreldrini úr Lorvík
og Kollafirði
Pápi Marthu var Jákup
Christian Mørkøre, sum var
ættaður úr Lorvík. Mamma
Onnu var Johanna Sofía f.
Niclassen, sum var ættað úr
Kollafirði. Tey bæði giftust
so í 1896, og tey búsettust í
C. Pløyensgøtu. Hetta er
beint við tað gamla dóm
húsið, so tey hava búð mitt
í Havn. Tey bæði fingu 9
børn, seks gentur og tríggjar
dreingir, har Martha var tað
sætta í røðini. Her kann
verða nevnt, at øll børnini
búsettust í Havn, og tað var
allar dagar gott samanhald
teirra millum. Tey gingu
fast túr og skiftust so um at
fara inn hjá hvørjum øðr
um.
Martha javngomul við
sjálvstýrisflokkin
Martha verður so fødd 21.
oktober 1909. Hvussu langt
síðan hetta er kann fáast ein
ímynd av við at hugsa um,
at hetta er árið Sjálvstýris
flokkurin verður formelt
skipaður, at reiðarafelagið
verður stovnað, at føroysk
skip fara regluliga at fiska
á suðurlandinum í Íslandi,
at Jákup Dahl søkir um at
sleppa at halda seinnaparts
gudstænastu á føroyskum,
at háskúlin flytur til Havnar,
og at fyrsta føroyska skald
søga Bábelstornið verður
prentað sum framhaldssøga
í Tingakrossi.
Martha hevur tí upplivað
stórt sæð allar broytingar í
landinum og ikki minst í
Havn. Her er nógv broytt,
síðan hon saman við vin
konuni Nellu (Dahl), plagdi
at fara við neytunum niðan
eftir Landavegnum!
Martha minnist 1.ver
aldarbardaga. Millum ann
að minnist hon skamtunar
kortini, og greytin tey
fingu, og sum minti um
sagarspønur.
Saftin
tey
fingu var rabarbusaft. Hon
var jú føroysk framleiðsla
og útlendsk saft fekst ikki.
Sum ung arbeiddi Martha
í Ullvøruhúsinum eina tíð.
Men húsið heima var stórt,
so eins og aðrar gentur
mátti hon vera heima og
hjálpa mammuni við húsar
haldinum.
Men í 1933 giftist hon
við Sámal Erik Matras av
Viðareiði. Hann var lærari
og serstakliga varð hann
kendur sum fimleikalærari.
Martha og Sámal Erik
búsettust í Havn, og í 1949
fluttu tey í egin hús í Dj. í
Geilsgøtu. Men longu fáar
mánaðar eftir, at tey vóru
flutt, fyrst í 1950, fekk
Sámal Erik heilabløðing og
lammaðist. Hetta broytti
umstøðurnar hjá Marthu,
sum nú mátti nýta alla sína
orku at passa mannin.
Martha sigur, at hetta var
ein tung tíð. Tað var eingin
hjálp fyri sjúkuni, og al
menni stuðulin til røktina
var tá sera avmarkaður.
Men tað sum lætti nógv um
her var tað serstaka saman
hald, sum var í familjuni,
og sum onnur tóku til.
Familjan kendi tað sum
sína ábyrgd at vitja og at
hjálpa til har tað kundi
hjálpast. Støðan hjá Sámal
Erik versnaði so líðandi, og
hann doyði í 1960.
Positiv og lívsjáttandi
Tey bæði fingu tvær døtur
Bjørg, f. 1935 og Jórun f.
1938. Bjørg var gift við
Hera Jensen, sum starvaðist
á Matrikulstovuni, og sum
doyði í 1995, og sjálv doyði
Bjørg í 2000. Jórun er gift
við Petur Ellefsen. Martha
eigur sjey ommubørn og
heilt fitt av langommubørn
um.
Hjá tí sum skrivar hesar
reglur hevur tað verið stuttl
igt at koma at kenna
Marthu. Hon er altíð so
positiv og lívsjáttandi at
práta við. Sum sagt býr hon
á ellisheiminum, og hon er
so takksom fyri tær um
støður, sum eru her. Tey
sum arbeiða eru so fitt, og
tað sama er við búfólkunum.
Og hóast ta mótgongd hon
hevur havt, so hevur hon
nógv at takka Gudi fyri.
Millum annað fyri, at hon
kortini fekk 16 góð ár í sín
um hjúnalagi, áðrenn mað
urin gjørdist sjúkur. Og hon
hevur annars havt mong
góð ár.
Og tað er altíð hugaligt at
kenna eitt slíkt fróðarfólk,
sum minnist so væl til. Hon
er ein sera vitandi kvinna
og hevur áhuga í øllum sum
rørist í samfelagnum.
Vit ynskja Marthu hjarta
liga tillukku við tí stóra deg
num í dag!
ó.
Martha Matras 98 ár
FRAMSÝNING
Fríggjadagin 19. oktobur
2007, kl. 16.00 verður
fernisering í Listaskálanum
í sambandi við, at Listasavn
Føroya skipar fyri framsýn
ingini Støð - Støður við
Inga Joensen listafotografi.
Á framsýningini verða 42
ljósmyndir og 3 myndrøðir
at síggja. Harumframt er
ein bók gjørd, ið Gunnar
Hoydal
rithøvundur
og
arkitektur hevur skrivað.
Bókin er 56 síður við teksti
á føroyskum, enskum og
donskum og við 37 mynd
um. Bókin kostar kr. 200,
men til ferniseringina verð
ur hon at fáa fyri kr. 150.
Ingi Joensen verður hjá
staddur á ferniseringini.
Ingi Joensen er føddur í
Havn í 1953. Í 1977 nam
hann sær útbúgving á deild
ini fyri tekning og grafikk á
Danmarks Designskole í
Keypmannahavn eftir fýra
ára skúlagongd. Hann hevur
verið á námsferð í londum
sum Spania, Italia, Frak
landi, Íslandi, Grønlandi og
USA. Hann hevur luttikið á
mongum framsýningum í
Føroyum
og
Danmark
umframt í Fraklandi, Italia,
Íslandi og Grønlandi. Síðan
1980 hevur Ingi Joensen rik
ið egna fyritøku, sum snið
gevur bøkur, heimasíður,
pakkitilfar og aðrar prent
lutir, og ger sjónvarpslýs
ingar og multimedia tilfar.
Hann hevur gjørt myndil av
havbotninum kring Føroyar,
stuttfilmin Taxi og barna
bókina Trøllið hjá pápa-
leysa. Eisini hevur hann
gjørt prýðingar í Hotel Før
oyum, Føroya Handilsskúla
og Strandferðslupakkhúsin
um. Í 1992 kom út bókin
Reflektión, ið snýr seg um
listina hjá Inga Joensen.
Við í bókini eru einar hálvt
hundrað viðgjørdar myndir.
Í nýggju bókini, Støð –
Støður,
sigur
Gunnar
Hoydal m.a.:
Í fyrstani ta strongu
svørt-hvítu
leiðina,
har
myndin er ein listarlig skip-
an av linjum og flatum í
ljósi og myrkri. Hjá honum
er seinni tað gátuføra
komið aftrat, lutir og lands-
løg hava fingið litir, tøgn
valdar, men aftan fyri tøgn-
ina eru tekin, sum gera vart
við seg og fáa mál fyri seg.
Eitt øðrvísi mál, sum bara
eygað og sinnalagið varn-
ast. Tað sjónliga goymir í
sær ein ósjónligan heim,
sum hevur aðrar týdningar
enn teir vanligu, og lista-
maðurin kann sum sansandi
vera,
samantvunnin
við
henda
orðleysa
heimin,
lokka fram týdningar á
markinum millum tøgn og
mynd.
Myndirnar standa navn-
leysar og orðleysar. Ein
hjallur við sjóvarmálan,
eitt gróthús í haganum, hús
mest sum frágingin í kava
ella skýming, okkurt kortini
við ljósi í onkrum vindeyga
til at standa ímóti illveðr-
inum, ið tekur seg upp.
Nógv einsemi er í myndun-
um, eisini teimum, har fólk
síggjast ganga ella standa,
sum hava tey einki at siga
hvørt við annað. Einsemið
á kirkjugarðinum, har grøs
og blómur royna at vinna á
gravsteinunum. Myndir eis-
ini innandura við leivdum
av onkrum, sum einaferð
hevur verið, hurðar tiknar
av leikindum, farvegir og
slóðir í lutum, sum bíða
eftir, at myndin verður tikin.
Sjálvt í royndunum við ljósi
og skugga eftir naknum
kroppi tykist tíðin at vera
steðgað. Her eru støðini,
sum
samstundis
gerast
støður í huganum á tí, sum
sær myndirnar. Tær eru
sum grafiskar tekningar,
ofta hækkaðar við litum,
soleiðis sum teir gomlu
meistararnir kundu hækka
onkran part av tekningini
til at gera vart við eitthvørt
serstakt og fáa javnvág í
heildina.
Framsýningin er opin:
19. oktobur – 16. des
embur 2007.
Listasavn Føroya er
opið:
Týsdag – sunnudag, kl.
14.00 – 16.00.
Mánadag er stongt.
Støð - Støður:
Ingi Joensen sýnir fram í Listaskálanum
Ingrid Joensen úr Mið
vági, andaðist týsdagin,
58 ára gomul. Jarðar
ferðin
verður
lýst
seinni.
Amalia
Østerø
úr
Skálafirði
vanliga
nevnd Malla, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
týsdagin 85 ára gomul.
Kistan fer úr kappell
inum fríggjadagin klokk
an 17 í Skála Kirkju.
Jarðarferðin
verður
sunnudagin
klokkan
14.
Tey, ið vilja minnast
Mallu kunnu lata eina
peningagávu til Eldra
sambýlið á Skála. Konta
í peningastovni
Andlát og jarðarferðir