Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti hundraðtals børn hvørja viku. Brøður og systrar úr øllum landinum settu bæði eina og fleiri vikur av hvørt summar til tess at vera við í verkinum. Samferðslan millum oyggjarnar og bygdirnar var vánalig við ringum vegum, trongum ferðaskipum, fáum tunlum og ongum undirsjóvartunlum. Unga fólkið í dag dugir illa at seta seg inn í umstøðurnar, sum tá valdaðu. Gávur og matur vórðu send vestur frá kendum sum ókendum, eins og í dag. Frá byrjan vórðu mong børn frelst og halgaðu Harranum lív sítt. Í dag eru mong av hesum børnum sjálv bæði pápar og mammur, abbar og ommur, sum prísa seg lukkulig fyri hetta tiltak. Brynleif fekk bert fýra ár í „Zarepta“ Men so hendi flogvanlukkan í Mykinesi, og Harrin tók Brynleif heim til sín. Tað var eitt dygt slag, fyrst og fremt fyri hansara næstu, men eisini fyri okkum, sum starvaðust saman við honum. Men Harrin mistekur seg ongantíð, og har vóru við tað sama bæði hendur og herðar, sum vóru til reiðar at føra verkið víðari. Hetta hendi í september í 1970. Eftir hetta átók Páll Poulsen sær leiðsluna av barnalegunum, sum øktust ár undan ári. Nýggj hús, ymisk ábyrgdarfólk og betraðar umstøður Í 1972 var so trongt í húsinum, at tríggjar smáttur máttu byggjast á økinum til starvsfólk og leiðarar. Í 1977 varð nýtt hús bygt í einari hædd, 42×13,20 metrar í stødd, og í 1978 varð ein hædd sett omaná. Nú vóru fleiri sovipláss. Nýggjur salur varð gjørdur í ovaru hædd í nýggja bygninginum, sum rúmar úti við 300 fólkum, og í niðaru hædd nýggjur køkur og nýggj matarhøll, sum tekur um leið 300 fólk. Talið á børnum og ungdómi var nú komið upp móti 1200, onkuntíð um 1500. Í 1976 komu Poul Færø og Símun Pætur á Torkilsheyggi í leiðsluna, við tað at Páll Poulsen fór til Grønlands eitt skifti. Í 1988 kom John í Skemmuni við í leiðsluna. Hann var fyrst saman við Poul Færø og síðan nøkur ár saman við Símun Pætur á Torkilsheyggi – fram til ár 2000. Eitt skifti var John í Skemmuni einsamallur í leiðsluni, men seinastu árini hevur Kirstin Samuelsen verið saman við honum. Umstøðurnar eru so við og við vorðnar frábera góðar við innandura svimjihyli, graslíkisvølli og spæliútgerð, eins og kano- og róðrarbátum at rógva við hjá børnunum og teimum ungu á vatninum og í ánni. Arbeiðið víðkar við øðrum legum og stevnum Umframt barnalegurnar hava ungdómslegur og bíbliuskeið verið hildin á hvørjum ári, síðani byrjað varð. Sum árini eru farin, er arbeiðið víðkað við legum fyri brekað, familjulegum, hjúna- legum, legum fyri einlig eins og kvinnu- og mansstevnum, o.s.fr. So statt hava allir aldursbólkar – frá børnum undir skúlaaldri til tey elligomlu – átt heima í „Zarepta“. Soleiðis hevur arbeiðið hildið fram øll árini, og talið á luttakarum og starvsfólkum í summarhálvuni hvørt ár er nú komið upp á um leið 4500 fólk. Um vetrarhálvuna hava sam- komurnar vikuskiftislegur nærum hvørt vikuskifti, so húsið verður so at siga nýtt til eitthvørt tiltak alt árið ígjøgnum. Sjálvboðin hjálp Eingin í „Zarepta“ arbeiðir fyri løn! Alt er grundað á sjálvboðið arbeiði. Børnini gjalda sjálvandi legugjald, sum eisini umfatar ferðagjaldið aftur og fram. Hvørja viku verða matvørur sum sjálvboðið arbeiði savnaðar saman í samkomunum kring landið, og bussur koyrir runt at heinta tær. Tá ið bussurin so kemur vestur og øll rúgvan verður savnað saman í „krukkuni“, stillar starvsfólkið seg rundan um rúgvuna, meðan onkur takkar Gudi fyri gávurnar. Tað er ein huggrípandi sjón! Nógvar søgur eru um bønarsvar, og hvussu Harrin hevur útvegað tað, ið tørvur var á – í tøkum tíma! Endamálið við legunum: Fyrsta og fremsta endamálið við legunum er: At vinna børn og ung fyri Kristus At styrkja børn og ung í trúnni á Kristus; síðani: At fremja gott samanhald millum allar luttakarar á leguni Spæl og likamsvenjing At leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur: - vera ásettum reglum lýðin - fremja siðiliga atferð - virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði. Eitt 40-ára undur! At hetta arbeiði hevur latið seg gjørt øll hesi árini, er eitt satt Guds undur, og tað er Harrin og ikki vit, ið eiga æruna fyri tað! „Zarepta“ hevur knýtt tey trúgvandi og samkomurnar saman sum einki annað og hevur havt stóran týdning fyri land og fólk okkara. Har eru mong lív bjargað, umbroytt og endurreist og mong heim signað. Mangir av trúboðarum okkara, sum nú starvast í fjarskotnum londum, kendu eisini fyrstu ferð kallið til tænastu fyri Harran – í „Zarepta“! Marin Malena í Beiti, Ruth á Lakjuni, Selma Kristiansen, Edith av Fløtum og Sylvia Olsen Dánial Nielsen Zarepta nýbygt í 1967. Ungdómslið við Brynleifi sum leiðara