Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 203 - 19. oktober 2007 Leygardagin 20. oktober kl. 14.00 letur Hovstunnilin upp alment. Hovstunnilin letur upp Hátíðarhald Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Skráin fyri dagin Við tunnilsmunnan hovsmegin: Kl. 14.00 Tvøroyrar hornorkestur spælir. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin. Jóannes Eidesgaard, Løgmaður, flytir fram røðu. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur nøkur orð. Snórurin verður skorin. Síðan fer bilafylgið gjøgnum tunnilin. Aftaná koma motorsúkklur, súkklur, rennarar og fólk til gongu. Kl. 15-17 Alment hátíðarhald í Gistingarhúsinum í Øravík við røðum, har landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur fyri. Landsverk bjóðar øllum kaffi og kransakøku. Kl. 17-19 Tvøroyrar kommuna og Handilsfelagið á Tvøroyri bjóða tunnilskøku, kaffi, bollar og ballónir í miðbýnum á Tvøroyri. Regluligt busssamband verður millum Øravík og Tvøroyri. Kl. 19.00 Livandi tónleikur í miðbýnum á Tvøroyri. Kl. 19.00 Veitsla fyri innbodnum í ítróttarhøllini í Trongisvági, har Landsverk er vertur. Kl. 23.00 Tunnilsdansur í ítróttarhøllini. 3T/LASIGLIRKLAV(AVNINILEYGARMORGUN Tað verður 85 ára gamli Poul Midjord í Hovi, sum saman við Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, verður fyrstur at koyra gjøgnum tunnilin. Poul Midjord var eisini tann fyrsti at koyra eftir nýggja vegnum millum Tvøroyri og Hov, tá ið vegurin var tikin í nýtslu fyri 50 árum síðan. Aftaná verður alment hátíðarhald í Gistingarhúsinum í Øravík, har øll eru vælkomin. R e p r o z Tórshavnar kommuna Vinnuleiðari Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til nýstovnaða Vinnudeild. Vinnudeildin Deildin er eitt úrslit av tí arbeiði, sum hevur verið gjørt seinastu tvey árini við at bøta um karmarnar hjá vinnuni í Tórshavnar kommunu. Deildin verður mannað við einum deildarleiðara og einum sam- skipara. Leiðarin fær ábyrgd av at byggja upp frá grundini eina vælvirkandi deild. Deildin vísir til kommunustjóran. Starvið byggir á samstarv við vinnuna og stovnar, ið varða av vinnuni, eins og nógv av arbeiðinum hjá deildini er nær tengt at øðrum deildum hjá kommununi. Arbeiðsuppgávur Uppgávurnar á deildini verða millum annað: t 7JOOVNFOOJOHPHTUSBUFHJ t "MNFOOWJÙVSTLJGUJTVNWJÙW½LKBWJOOVOJ t 4LBQBCVSÙBSEZHHBSMPLBMBSLBSNBSGZSJWJOOVOJ t -äTB LVOOBPHS²ÙHFWBVNN“HVMFJLBSPHUOBTUVS  sum Tórshavnar kommuna bjóðar vinnuni t 7JOOVS²ÙHFWJOH TFSMJHBUJM½WFSLTFUBSBS Tórshavnar kommuna bjóðar eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum deildarleiðara við hægri útbúgving á kandi- datstøði við viðkomandi royndum frá bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum eins og royndir sum verkætlanarleiðari eru ein fyrimunur. Góð samskiftisevni og góðir samstarvseginleikar eru ein fortreyt, eins og opinleiki fyri avbjóðingum og nýggjum møguleikum eisini er tað. Vit hugsa okkum, at tú dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og á enskum, er framsíggin, framsøkin og hevur úrslit at vísa á. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. november 2007 kl. 16.00. Merkið umsóknina „Deildarleiðari til Vinnudeildina“. Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, ella Jens Marius Poulsen, kommunustjóra, á tlf. 30 20 10.