fríggjadagur 19. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Demokrati er
strævið – serliga
viðhvørt...
Enn einaferð veldur uppskotið
hjá løgtingsformanninum
um Føroyar sum eitt valdømi
høvuðbrýggj.
Nú er tað komið hartil, at
tað tykist vera meiriluti á tingi
fyri uppskotinum. Men tað
vil minnilutin ikki. Minnilutin
sigur, at hann hevur fingið
lovað, at minnilutin skal fáa
meiriluta, meðan meirilutin
sigur, at hann ikki hevur
lovað minnilutanum at verða
meiriluti.
Og hvat ger man so, um
man ikki fær sín vilja? Jú,
man brúkar makt. Man tekur
hvørkratak um alla ta politisku
skipanina og sigur, at um
tit ikki gera sum vit vilja, so
knúsa vit alt sundur – vit
leggja uppskot fram um nýval!
Og nýval kann tað jú saktans
blíva, tá andstøðan í samgong
uni og tann ordiliga andstøðan
kasta saman – bæði fyri at
vinna politiskum mótstøðufólk
um neisir – og fyri at forða
uppskotinum at blíva samtykt.
Fyri at vera eitt sindur órein,
so kunnu vit kanska eisini siga
– at hetta hjá summum eisini
er fyri at nøra um egnan búk.
Man ikki onkur tingmaður
vera bangin fyri ikki at verða
afturvaldur, tá upplandið
verður so stórt sum allar
Føroyar?
Nógv í útjaðaranum eru
bangin fyri, at ov nógv havn
arfólk verða vald á ting, um
landið verður eitt valdømi.
Hetta man kortini fara at vísa
seg at vera ivasamt. Kaga
vit gjøngum listan við val
úrslitinum frá seinasta vali, so
sæst, at fleiri bygdatingfólk
liggja framman fyri tingfólk í
Havn í atkvøðutali. Hvør kann
heysta meira kring landið er
sjálvandi ilt at meta um, men
felagas óttin fyri ov nógvum
havnarpolitikarum man fara at
gagna útjaðaravalevnunum.
Men vit sleppa kanska
undan øllum hesum – hesa
ferð, um minnilutin fær
meiriluta. Men tað kann fara
at svíða.
Hetta ber alt boð um,
at demokratiið er strævið
– serliga viðhvørt...
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Eg havi siglt øll míni bestu ár, og
eg eri framvegis útróðrarmaður,
nú eg eri farin um tey sjeyti fimm
árini. Heilsan hevur verið góð, og
mær dámar sera væl lívið sum
útróðrarmaður. Eg ætli mær at rógva
út, so leingi heilsan er til tað.
Soleiðis sigur Ebbe Rasmussen,
sum burtur av hevur róð út úr Hesi
seinastu 20 árini.
Tað eru serliga leiðirnar í Vága
havinum, hann hevur troytt, og lítið
man vera at ivast í, at hann kennur
hesar sum sín egna buksulumma.
Eg avreiði fyri tað mesta í
Miðvági, onkuntíð á Toftum, og
viðhvørt fari eg til stuttleikar á flot
onkran dagin og selji til marked í
Havn. Í Vágsbotni fært tú altíð okkurt
áhugavert prát, tí nógv fólk ferðast
fram við bryggjukantinum.
Í gjár, tá vit hittu hann, var hann
júst í holt við at fletta nakrar seyðir.
Jú, tað gongur væl at fletta, men
eg orki ikki so væl at tumma longur.
Armarnir eru slitnir, sigur hann.
Sum 15 ára gamal fyri seksti árum
síðan fór Ebbe umborð á Gamla
Smyril, sum hevði dampmaskinu. Har
var hann í eini tvey ár.
Eg fór umborð sum messur, men
endaði á dekkinum.
Eftir tíðina við Smyrli, fór hann
við sluppini HM Stanley, sum var
heimahoyrandi í Vági. Skipari var
Kristian Joensen, róptur Koyti. Hann
var av Bakka í Vági.
Eg fekk soleiðis um endan av
slupptíðini. Vit fóru fyrst á Suður
landið á saltfiskaveiði við snøri, og
síðan til Grønlands við línu, har vit
fingu tríggjar ferðir upp í skipið. Vit
landaðu tvær ferðir í Grønlandi og
høvdu eina last heim við okkum um
heystið.
Ebbe sigur, at teir høvdu fimm
íslendingar umborð sum egnarar í
Grønlandi.
Hetta vóru óføra kvikir menn, og
vit høvdu góðan fiskiskap. Tað vóru
eisini onnur føroysk skip, sum høvdu
íslendskar egnarar við hetta árið.
Hann sigur, at á heimferðini úr
Grønlandi fingu teir brek á motorin,
og tí sigldu teir bara við lítlari ferð.
Tað var hálv sjaskut, og vit
høvdu ímóti allan vegin. Ferðin úr
Føroyingahavnini og heim til Reykja
víkar, har vit skuldu seta íslending
arnar av, tók heili 18 samdøgur. Vit
vóru 19 mans við HM Stanley, og eg
minnist, at maturin byrjaði at ganga
undan.
Spurdur, um hann sum ungur
hugsaði nógv um, at teir kanska fóru
at gerast í uppisetri við mati, sigur
hann:
Nei, tað haldi eg ikki. Longu tá
hevði tú hoyrt so nógvar sjómans
søgur um ymiskt, sum monnum
hevði verið fyri, so eg kann ikki siga,
at hetta fyribrigdi var heilt ókent í
mínum hugaheimi.
Eftir túrarnar við sluppini, fór Ebbe
at rógva út við 30 tonsaranum Njørði,
sum hestmenn áttu.
Vit royndu bara við línu, mest
undir Føroyum, men vóru kortini einar
tveir túrar um summarið í Íslandi á
saltfiski. Vit vóru einir átta mans við
Njørði, og vit egndu umborð.
Í eini 2 ár var hann við Njørði,
sum seinni fór at sigla fyri Torshavns
Mælkeforsyning & Margarinfabrik.
Teir sigldu norður í Sundalagið,
og eg haldi, at hestmenn seldu bátin,
tá tann siglingin helt upp at.
Nú fór Ebbe við týska saltfiska
trolaranum Viking sum flekjari,
og her sigldi hann í tvey fylgjandi
summur.
Vit vóru einir 89 føroyingar við
hesum skipi sum flekjarar. Hetta
dámdi mær væl, og eg haldi, at tað
gekk betri og betri við málinum,
sum tíðin leið. At enda gekk tað
hampiliga væl at skilja og gera seg
forstáiligan, sigur hann.
Viking royndi fyri tað mesta í
Grønlandi, men skipið var eisini ein
túr í Barentshavinum, meðan Ebbe
var við.
Hetta var um tað mundið, tá
missioner Bæk var í Føroyingahavn
ini. Henda eina túrin, vit skuldu til
Grønlands, skuldu vit hava sonin
hjá honum, Bjarna Bæk, sum tá var
blaðungur, yvir í Føroyingahavnina
við okkum. Men hvat hendir? Tá
ið vit hava siglt eitt lítið samdøgur
ella so, fær skiparin boð frá reiða
rínum um, at vit í staðin skulu í
Barentshavið at royna.
Hann sigur, at her vóru eingi
onnur ráð til at taka enn at leggja
inn á Havnina við Bjarna, so
hann ikki endaði við teimum í
Barentshavinum!
Tey næstu 11 árini var Ebbe
við bátaskipi í Føroyingahavnini í
Grønlandi, sum tað varð rópt, tey
fyrru árini við Marité og tey seinnu
við Hvítubjørn.
Vit fóru yvir við bátum, 10manna
førum og onkrum seksæringi og
fiskaðu og saltaðu upp í skipið.
Hann sigur, at teir vanliga fóru yvir
um mánaðarskiftið mai/ juni og komu
heimaftur seint um heystið.
Nógvur toskur var at fáa í
Grønlandi, og hetta var soleiðis
eitt spennandi lív, sum mær dámdi
ógvuliga væl. Vit fiskaðu ikki sunnu
dag. Tá høvdu vit frí og fóru kanska
upp á land at hyggja okkum um. Vit
lógu vanliga, har eingin bygd var,
og einastu fólkini vit sóu, var onkur
ferðandi, sum onkuntíð kom fram við.
Tað kom eisini fyri, at onkur legði at
borði hjá okkum.
Ebbe sigur, at honum dámdi hetta
lívið í síni heild sera væl.
Jákup á Dunga í Sandavági
førdi Marité, og seinni førdi sonur
hansara, Svabo, Hvítibjørn.
Hestmaðurin vísir á, at Marité var
tiltikin lensari, sum hann tekur til.
Tað merkir, at skipið bar seg ógvuliga
væl í undangongu.
Hetta komu vit eisini av álvara at
merkja. Fyrsta ódnin, eg veit um, sum
er navngivin – ódnin Flora – fekk
fatur í okkum, tá vit á heimferð vóru
staddir eystur úr Kappanum.
Hann sigur, at hetta var seint í
sekstiárunum.
Vit høvdu ódn undan, men so gott
sjóskip var Marité í undangongu, at
ikki so mikið sum ein fjøl brotnaði í
teimum fýra bátunum, vit høvdu á
dekkinum.
Tá nýbygningurin Fame kom, fór
Ebbe við honum á rækjuveiði.
John Dam førdi skipið á fyrsta
túrinum. Hetta var ein spennandi tíð.
Vit fiskaðu fyri tað mesta í Grønlandi
og fingu heilt væl burtur úr. Onkran
túr vóru vit við Svalbard, men har
vóru rækjurnar smáttfallandi.
Ebbe var eisini við Fame eftir,
at skipið varð selt til Kanada, og
soleiðis var hann við rækjuskipinum í
eini 45 ár tilsamans.
Eftir tíðina umborð á Fame, keypti
Ebbe sær sum 5758 ára gamal sína
egna bát og fór at rógva út.
Og tað hevur hann gjørt øll árini
síðan.
Tey fyrstu árini var fiskakjallari
í Hesti, og tá kundi tú sleppa av við
veiðina í bygdini, men nú er langt
síðan, at tann møguleikin ikki var
longur.
Ebbe og sonur hansara Sverri eiga
ein 33 fót Aqua Star bát saman, men
sonurin arbeiðir í Havn og er bert við
pápanum, tá hann hevur frí.
Eg eri soleiðis fyri tað mesta
einsamallur á útróðri, og tí royni eg
nú eisini bara við snellu. Svensku
snellurnar í bátinum dámar mær
ógvuliga væl, sigur útróðrarmaðurin,
Ebbe Rasmussen, sum ikki ætlar sær
at leggja útróðurin á hillina, so leingi
heilsan er góð.
Ebbe Rasmussen í
Hesti hevur verið
útróðrarmaður í nógv
ár, men hann hevur
ikki bara róð út undir
Føroyum. Hann hevur
eisini róð út í Grøn
landi, hevur verið við
týskum trolara og við
nýsmíðaðum føroysk
um rækjuskip
- Heilsan hevur verið góð, og eg ætli mær at rógva út so leingi, sum eg orki, sigur 75 ára gamli Ebbe Rasmussen
í Hesti. Mynd: Snorri Brend
18 dagar úr Grønlandi til Íslands
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
eirikur@sosialurin.fo