Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 203 - 19. oktober 2007 ] Hvørt ár um mánaðarskiftið septembur/oktobur letur FØROYA BJÓR ein veðr til Sunda Byrsufelag at kappast um, og hendan kappingin er ein stórur dagur hjá skjúttunum, tí vinnarin fær veðrin til ognar. SKJÓTING Niels Petersen niels@sosialurin.fo Leygardagin 29. septembur var tann árliga Veðrakapp­ ingin skotin á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag norð­ an fyri Norðskála. Sunda Byrsufelag stóð fyri tiltaki­ num, men teir bjóðaðu syst­ urfelagnum Byrsumúla við til kappingina, hóast Byrsu­ múli ikki enn hevur reglu­ ligar venjingar. Gullvinnarar luttóku Í ár var serliga áhugavert at taka lut í kappingini, tí teir báðir álendingarnir, sum vunnu gull á oyggjaleikunum á Rhodos í summar, vóru við. Dagin fyri kappingina høvdu teir báðir harumframt frálæru, bæði fyri nýggjum og gomlum skjúttum, so tað vóru nógvir, sum fingu onkur góð ráð við sær heim tann dagin. Veðrið var av tí allarfagr­ asta báðar dagarnar. Byrjað varð leygarmorgun kl. 9.30 í 4 bólkum: Meistara­bólkur A­bólkur B­bólkur C­bólkur Sjálv kappingin bleiv eisini sera spennandi, jú longur leið út á dagin. Elitan Tað var skjótt, at elitan legði seg á odda: Teir báðir álendingarnir, Marius Joen­ sen, Magni Dam og Jóannis Joensen, og kappingin teirra millum var hørð til seinasta minutt. Tá ið trý umfør voru skot­ in, var Bengt Olof Lindgren av Álandi fremstur við 69 dúgvum av 75, Lennart hevði 66, og Marius hevði 63. Tá ið 4. umfar varð skotið, gekk ikki so væl hjá Lennart á 4. platti, hvar hann misti 5 av 6 dúgvum, og Bengt Olof bleiv nokk paff av hesum, tí tá misti hann eisini fleiri. Marius sá ein kjans at nærkast vinnar­ anum og skjeyt eitt meistar­ ligt umfar: 24 av 25 dúgv­ um. Men tað var ikki fyrren við tí allarseinastu dúgvuni, sum álendingurin Bengt Olof Lindgren misti, at tað gjørdist greitt, at Marius hevði vunnið kappingina. Hann og Bengt Olof stóðu líka í dúgvum, men av tí at Marius var bestur í seinasta umfari, vann hann kapping­ ina. Vinnari í A­bólkinum gjørdist Eirikur Elisson við 46 av 75 dúgvum, vinnarar í B­bólkinum Finn Ludvig við 33 av 75 dúgvum, og í byrjunarbólkinum Sigmund Petur Hansen við 27 av 75 dúgvum. Vinningurin Aftaná kappingina varð far­ ið eftir veðrinum, sum bleiv skotin og flettur. Veddað varð um vektina við at gjalda 20 kr. hvør. Tann sum gitti rætt, fekk puljuna. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, vann Marius eisini veddingina (68 pund). Síð­ ani varð veitsluhald í Eydn­ uni. Tað er greitt, at vónirnar at gera seg galdandi á oyggjaleikunum, sum verða á Álandi í 2009, eru rætti­ liga góðar, nú gullvinn­ aranir frá leikunum á Rhodos í summar fóru heim aftur sunnumorgunin sum av torvheiðum. Minst silvur er í væntu í Grønlandi Tað føroyska badmintonlandsliðið hevur megnað at spæla seg til semifinaluna eftir at hava vunnið móti Isle of Man og Gibraltar. BADMINTON Niels Petersen niels@sosialurin.fo Tað bleiv ein góður byrjunardagur hjá føroyska lands­ liðnum á Islands Badminton Event 2007 í Grønlandi. Við 3­2 sigri móti Isle of Man, kundu føroyingarnir skúgva til viks tað pressið, ið tey sjálvboðið høvdu lagt á seg sjálvi áðrenn kappingina. ­ Áðrenn høvdu vit eina hóming av, at Isle of Man var tað sterkasta liðið í bólkinum, og rætt var. Vit blivu pressaði út í ein síðsta og avgerandi dyst, fortelur før­ oyski landsliðsvenjarin Tobias Effersøe. Hann heldur á fram og fortelur at tá støðan var 2­2, skuldi Sigrun Smith og Aksel Poulsen spæla mix­double, fyri at avgera dystin til okkara fyrimun. Sjálvt um byrjanin var heldur trilvandi, vunnu vit tó ein tryggan sigur, við siffrunum 21­13 og 21­14. Tættir dystir Landsdysturin beyð annars uppá tveir tættir dystir. Tann eini fall í okkara lut, men hin seinni var til fyrimuns fyri mótstøðumennirnar av Isle of Man. Harra­double parið, ið var mannað av Aksel Poulsen og Flóvin Mikkelsen vunnu í einum heldur rótutum dysti, við siffrunum 21­15, 18­21 og 21­19, meðan vit tíverri taptu damu­singluna við Guri Poulsen, somuleiðis í trimum tøttum settum við siffrunum 18­21, 21­18 og 17­21. Lættari dystur Gibraltar voldu okkum ikki somu trupuleikar, sum Isle of Man gjørdi. Vit vunnu allir fimm dystirnar móti Gibraltar, og uttan at geva eitt einasta sett í nøkrum av dystunum. Liðið var mannað við somu leikarunum, men at síggja til var tað sum hamskift. Var fyrsti dysturin merktur av spenningi og ivasemi, var seinni dysturin sera róligur og frígjørdur. Spælararnir vórðu djarvari og tordu at spæla sítt egna spæl. Hálvfinalan Í hálvfinaluni bíða Gotland, sum í hinum bólkinum í kappingini, vann móti Falklandsoyggjunum, men taptu móti favorittunum úr Grønlandi. Hálvfinalan verður væntandi ein tættur dystur. Tey vænta úr føroyska ferða­ lagnum, at tað fellur til okkara fyrimun. Og tað hóast okkara besti harra­single spælari, Niclas Eysturoy, situr fastur í Íslandi vegna trupuleikar við flogfarinum. Fastur í Íslandi Niclas hevur verið á venjingarlegu, í Bulgaria, dagarnir frammanundan Grønlandsferðini, og skuldi væntandi bert missa tann eina dagin í Grønlandi, men soleiðis skuldi ikki vera. Hendan legan, talan var um, er liður í úttøku til Olympisku Leikirnir í 20012. Hvussu er og ikki, so hava føroysku badminton íðkararnir víst ein góðan profil á hesum leikunum, og megna tey at koma framvið Gotlandi í hálvfinaluni, so er finalupláss triggjað, ið eftir øllum at døma fer at vera móti vertunum úr Grønlandi.                                    Gullvinnararnir frá Rhodos tiknir á bóli: Veðrakappingin hjá Sunda Byrsufelag 2007 Meistarabólkurin; Frá vinstru: Lennart Akerblom, Marius Joensen og Bengt Lindgren.