fríggjadagur 19. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 • 19. oktober 2007
Vikuskifti
18
Hetta var bert ein av
mongum analfabet
iskum avgerðum. Við
grundgevingini “hann
er ein amerikonsk
innflutningsvøra”,
bannaði Che
jólamannin
Hvat hevði føroyingurin ikki
sagt, hevði onkur ørvitisfiskur
funnið uppá at smoygt seg í
eina t-skjúrtu avmyndandi ein
kynsøsandi Adolf Hitler?
Mytan um Che Guevara er
tølandi og uppgjørd. Tað er
ein søga um ein argentinskan
ríkmannadrong, sum var so skak-
aður av fátækradømi, at hann
varð ein Robin Hood soleiðis sum
hann bardist undir liðini á teim
fátæku, inntil CIA um síðir myrdi
hann.
Veruleikin um Che Guevara er
ein heilt annar. Sannroyndirnar
vísa, at hann var ein grimm
dreparamaskina við einum
farra av olmussu; ein maður,
sum opinskáraður ynskti,
at harðræðisstýrið hjá Mao
skuldi noyðast upp á restina av
heiminum. Ja, tá ið kubanska
missilkreppan leikaði harðast
á, bað og bønaði hann Sovjet-
samveldið um at sleppa kjarn-
orkubumbu á súreplabýin og
soleiðis orsaka verðsins enda.
Tað er rætt, at søgan um Che
byrjar við einari motorsúkkluferð
tvørvegis Suðurameriku. Gjógvin
millum hasa listafínu evropeisku
mentanina, hann kom frá, og
gorhungrandi ólukkuna, hann
kom til, kom óvart á hann. Og
sum ein annar Messias var hann
av røttum í uppisetri við orðum
av amerikanska óvananum at
sorla lokal landsstýri og innlima
einræðisharrar, ið ætlandi skuldu
kisuvaska amerikanskar fyritøkur.
Men aftaná lokna ferð kom
hann til ta niðurstøðu, at har
bert var ein loysn: áleggingin av
myndugleikatrúgvandi kommun-
ismu! Che Guevara valdi ikki
at síggja, at henda skipanin,
hvar enn hon er roynd, ger fólk
uppaftur fátækari og førir við
sær hungursneyð og ræðslu.
Sjálvur segði Che, at tað gekk
galið hjá Sovjetsamveldinum,
nei, ikki tá ið Lenin bygdi ein
løgreglustát og fór undir at
slakta øðrvísi hugsandi, men tá
ið Lenin—mitt í hópsvøltinum
voldaður av hansara politikki—
gjørdi av at hopa undan og
kortini loyva nøkrum fáaum
marknaðum inngongu. Hetta var,
sambært ikoninum hjá einum
fyrrverandi mentamálaráðharra,
núverandi kapitalisti og komandi
gudfrøðingi, “ein svikagerð”!
Tað vóru einans tvey lond, Che
veruliga prísaði: maoistiska Kina
og Norðurkorea hjá Kim Il sung.
Hann breggjaði, at har var ikki
nøkur ósemja ella nakar ójavni
í Norðurkorea, eins væl og tað
ikki var nakar munur á Maosa og
hansara heimsáskoðan. Í livandi
lívi lýsti hann formann Mao sum
dømið “alt Amerika má fylgja”.
Meðan Che druknaði í kenslum
soleiðis sum hann í Peking við
eldhuga tosaði um sína prísan
av Mao, var ein epidemi av
mammum nakrar fáar kilmetrar
haðani, og tvørturígjøgnum
kinesisku landslutirnar, ið kutaði
holdið innanlærs fyri at kunna
metta sínum hungrandi børnum.
Hetta, at skera av sær sjálvum,
var so vanligt, at kinesiski
kommunistaflokkurin setti gongd
á eitt átak at banna gerðini.
Óreingiligi einræðisharrin myrdi
70 milliónir fólk, tá ið samanum
kom; hvørt morð fagnað av
hansara mentaða geriljavini úr
Suðuramerika.
Sjálvandi, Chesa umberarar
bera seg at eins og hetta
var tað einasta valið, suður-
amerikumonnum stóð í boði: at tú
kundi antin vera fyri amerikanskt
álagdari marknaðarfundamen
talismu, ella fyri maoistiskari
kommunismu. Men tær nýtist ikki
at neyvkanna lívið hjá Che fyri at
síggja, at hetta er ein steyrrøtt
lygn.
Hansara dagbøkur vísa, at
hann gjørdist alsamt meira
forfardur sum hann varnaðist, at
nærum øll í nánd av honum ikki
stuðlaðu síni maoistisku visjón,
ið miðar ímóti at stjórna flestum
tættum mannalívsins. Fyrsta
konan, Hilda Gadea, var til dømis
sosialdemokratur. Hon vildi reka
einræðisharrarnar av stellingini
at verða avloystir av eini hóvligari
stjórn við blandingsbúskapi.
Che fekk berserksgang, hevði
hana fyri gjøldur og setti hana
í gapistokk sum “bourgeois”
áðrenn hann fór frá henni og
barninum.
Vanligi kubanin, sum hann
endaði at berjast við á Sierra
Maestre, vildi eisini hava
blandingsbúskap við regluligum
vali. Við andstygd skrivaði hann
í dagbókina: “Eg avdúkaði eitt
týðiligt antikommunistiskt lyndi
hjá flestum teirra.”
Tá ið Che og Fidelsa
geriljaherur—hvørs dagdvølja er
at lata samkynd verða skumpað
av onkrum høgum bergi—tóku
valdið í Kuba, fekk hann alt fyri
eitt ábyrgd av avrættingarliðnum.
Che sjálvur hevði eisini eina
dagdvølju—at lumpuskjóta
smádreingir við tí ætlaða úrsliti,
at aðrir smádreingir, saman
við vaksnum monnum við
smádreingjaheilum, hildu hann
vera ‘cool’. Altso, ein happari í
fremsta flokki.
Á Sierra Maestre hevði hann
staðið beint hjá og rullettu-
spælandi skotið “svíkjarar” í
høvdið, sinniliga noterað hetta
í dagbókina áðrenn hann av
sínum eintingum førkaði seg yvir
í eitt mannfólkakjak um hvørjar
kvinnur “vóru verdar at mogga”.
Aftaná hesa gamansferð við
hinum kyninum skipaði hann fyri
“rættargongu”, ið vardi nakrar
fáar tímar við sær sjálvum sum
einasta dómara.
Ikki tær at siga endaði hvør
teirra við at øðrvísi hugsandi
vórðu sett upp í rað og skotin.
Hansara almennu yvirlýsingar um
hesi brotsverk ímóti mannaættini
vóru bersøgnar. “Ókey, tað er
einræði”, geylaði hann ta einu
ferðina. Eina aðru ferðina goyði
hann: “Tað er kriminelt at hugsa
um tørvin hjá einstaklinginum.”
Hetta var bert ein av mongum
analfabetiskum avgerðum. Við
grundgevingini “hann er ein
amerikonsk innflutningsvøra”,
bannaði hann jólamannin. Og
tað, at skerja talið av almennum
toilettum, skuldi sambært hesum
lærda og kynsøsandi manni vera
“kollveltingarsligt”. Ein djarvur
arkitektur mutaði ímóti, “men
í kollveltingum fara fólk á vesi
eins oftani sum áðrenn”. Che
gjørdi eitt gleps: “Ikki tann nýggi
maðurin. Hann kann ofra seg.”
So líðandi gjørdist Che ein
ørkymlaður fanatikari; ein
maður, sum ikki vildi lurta
eftir skilaráðum ella øðrvísi
grundgevinum. David Mitrani,
ein fyrrverandi vinmaður, og sum
hevði ferðast við honum á hasari
gitnu motorsúkkluferðini, varð
skakaður, tá ið teir báðir hittust
í Havanna. Che tosaði um, at
teir nú máttu—og eg endurtaki
viðurkenda søgufrøðingin Andrew
Sinclair—“cultivate relentless
hatred of the enemy that [should]
impel us over and beyond the
natural limitations of man and
transform us into effective,
selective, violent, and cold killing
machines”. Mitrani helt hann
vera andstyggiligan.
Slíkur ørskapur, slík fanatisma,
rakk tó hæddini í oktober 1963,
tá ið hann í álvara talaði fyri eini
gerð, ið hevði endað alt lív á
jørð. Á amerikanskari síðu hevði
tú general Curtis Lemay, sum
bønaði Jack Kennedy um at í
stundini sleppa kjarnorkubumbu á
Moskva. Á sovjetiskari síðu hevði
Che Guevara sama leiklut. Hann
bønaði Khrushchev um at útvega
Kuba eina kjarnorkurakett, og
hann so gjørdi... og heimurin var
so tætt við eina kjarnorkutýning.
Tað, ið eftir var av lívinum,
syrgdi Che fyri at vissa øðrum
um, at hevði hansara fingur verið
á hasum reyða knøttinum, hevði
hann trýst. Tá ið Khrushchev
aftraði seg, gjørdist Che enn
einaferð ørur í høvdinum um
forsetans “svik”. Men um forsetin
hevði fylgt Chesa ráðum, hevði tú
ikki lisið hetta blað nú.
Ongar av hesum sannroyndum
hava verið disputeraðar av
søgufrøðingum. Men hetta eru
síðir, umberarnir hava syrgt fyri at
blaða kvikliga ígjøgnum. Heldur
hava teir valt at hildið seg til
romantiskar viðmerkingar um
hvussu Che umboðaði “falsloysi”
og “kollvelting”.
Men Che Guevara er ikki nøkur
frælsisfjakkandi halgimynd vegna
uppreistri. Hann var ein veruligur
persónur, sum myrdi eitt ótal av
veruligum fólki, sum stuðlaði eini
veruligari harðræðisskipan, sum
aftur myrdi milliónir av veruligum
fólki.
Hvussu hetta onkursvegna
er nakað at lifra fyri, enntá at
prísa, er heilt óskilligt. Hvat
hevði vanligi føroyingurin ikki
sagt, hevði onkur ørvitisfiskur
funnið uppá at smoygt seg í
eina t-skjúrtu avmyndandi ein
kynsøsandi Adolf Hitler?
Tessvegna eiga Torbjørn
Jacobsen, Oddvør Johannesen
og Árni Dahl—øll umberarir fyri
annaðhvørt Che ella hendingum
handan Jarntjaldið—so miriliga
at halda gák. Tí lifrar tú fyrst
fyri einum bølmenni sosum
Lenin, Mao ella Stalin, enntá
Castro, ella heldur tað vera í lagi
at vera í t-skjúrtu avmyndandi
Che Guevara, vísir tú hervið frá
tær rættin at tala eitt einasta
atfinnandi orð ímóti hesum
ørvitisfiski av einum Adolf-
fjeppara.
“Men”, muta umberarnir
ímóti, “eingin segði, at Che var
perfektur”! Nei, so er, men tað
er láturligi nobelprísvinnarin í
“friði”, Al Gore, og Unn í Dali, ið
sigur seg kunna tosa við Gud sum
djór, heldur ikki. Men um slíkir
ørvitisfiskar ikki eru “perfektir”,
tá mundi Che Guevara væl vera
minni “perfektur”—um tað,
at avrætta eitt ótal av ósekum
fólki framhaldandi skal telja fyri
nakað.
Míni ráð til tín er tí: fá tær
eina veruliga halgimynd at
prísa! Ayaan Hirsi Ali vildi verið
eitt gott boð. Og í mun til hasa
systematisku dreparamaskinuna
er hetta islamiska svarið uppá
Martin Luther við sítt fríska lív.
At prísa Che
Guevara er sjúkligt
Tinghellan
Agga Niclasen
meining@meyl.fo