Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 203 - 19. oktober 2007 ] Pinkulandið í Mið- Evropa hevur aftur til hesa undankapping, fingið fleiri stig á kontuna Heri SimonSen heris@sosialurin.fo Fótbóltslandsliðið hjá Liktinstein hevur eina væl hepnari hond enn føroyska A-landsliðið. Teir fáa sigrar og javnleikir í hvørjari undankapping nú. Í seinastu undankapping bankaðu teir Luksemburg 4-0 úti, og 3-0 heima. Og best av øllum: Teir fingu 2-2 javnleik ímóti Portugal á heimavølli. Og tá javnaði Liktinstein í evstu løtu. Eitt stórt ár seinni var Portugal – í somu kapping - í HM-hálvfinaluni í Týsklandi. Liktinstein fingu also 7 stig í tí kapp- ingini. Minst líka gott hesuferð Og eisini hesuferð hevur lítla fullveldis-tjóðin, sum liggur millum Sveis og Eysturríki gjørt um seg. Gamaní, teir tapa ímóti teimum stóru og miðalstóru londunum, eins og okkara menn. Men ein sera avger- andi munur er tó at finna. Teir hava gjørt tað, sum før- oyska A-landsliðið ongantíð ger! Teir hava vunnið á teim- um næstminstu fótbólts- tjóðunum. Bert 28.000 fólk búgva í Liktinstein, men kortini hava teir vunnið 1-0 á Lettlandi heima. Teir hava vunnið 3-0 á Íslandi heima, og í Reykjavík vóru Liktin- stein óhepnir “bara” at fáa javnleik 1-1. 7 stig eru longu á kontuni aftur. 17. november hevur Liktinstein útidyst í Riga ímóti Latvia, og eingin torir at útihýsa, at teir vinna ella fáa javnleik. Tað skal verða teimum væl unt! Hava profilar Liktinstein hava eisini tríggjar profilar, sum spæla á einum høgum støði. Fyrst er at nevna Mario Frick, sum skeyt sítt landsliðsmál nr. 13 ímóti Íslandi miku- kvøldið. Mario Frick leikar við Siena í italsku Seriu A. Málverjin Peter Jehle leikar við portugisiska liðnum Boavista, sum næstan er á støði við Porto, Benfica og Sporting Lissabon. Og so hevur Liktinstein sterka leikaran Thomas Beck, sum leikar í bestu deildini í Sveis. Thomas Beck skoraði til 2-0 og 3-0 ímóti Íslandi. Hesir tríggjir, umframt heil- professionela liðið úr liktin- steinska høvuðsstaðnum; FC Vaduz eru grundstuðl- arnir undir góðu úrslitunum hjá Liktinstein. FC Vaduz leikar í næstbestu sveisisku deildini, og har eru nógvir útlendingar á liðnum. Men liðið er eisini við til at menna ungu talentini í Liktinstein. Útlendskar venjarar Liktinstein hevur havt 4 útlendskar venjarar. Týsk- aran Ralf Lohse, og sveis- arnar Hans Peter Zaug og Martin Andermat. Venjari nú er sveisarin Bidu Zaugg. Frimilin hjá liktinsteinska fótbóltssambandinum er at hava ein útlendskan kapasi- tet, sum venjara. Men kort- ini ein venjara, sum kann samskifta væl við liktin- steinsku landsliðsleikarnar. Føroyar hava tríggjar sigrar í vinardystum ímóti Liktinstein. 1-0 í Vaduz, 3- 1 á Tórsvølli, og 1-0 á Kýpros. Hesir dystirnir vóru leiktir um aldarskiftið. Men síðani tá hevur Liktin- stein ment seg við rúkandi ferð. Hava vit gjørt tað sama, kann onkur spyrja? Málmaðurin longir við GÍ til 2010 Geza Turi hevur longt sáttmálan við GÍ. 33 ára gamli ungverski málverjin trívist so væl í Gøtu, at hann sá einki til hindurs fyri at leingja sáttmálin hjá sær. Nú hevur GÍ so pappír upp á Geza Turi fram til 2010. Langsiktaða ætlanin hjá GÍ er at draga Geza Turi inn í málmans- venjingina hjá teimum yngru deildunum. Geza Turi hevur drúgvar royndir frá bestu deildini í Ungarn Tveir føroyingar eru í Fremad Amager Tveir blaðungir føroyskir fótbóltsleikarar eru í løtuni á vitjan í felagnum hjá Toda Jónsson, Fremad Amager. Ungu dreingirnar, talan er um, eru vestmenningurin Andrias Eriksen og vágamannin Eli Falkvard, ið báðir spæla í FS Vágum 2004, og teir eru ávíkavist 15 og 16 ára gamlir. Ætlanin er at teir skulu fáa íblástur til yrkisfótbólt. Liktinstein eru okkara veruligu fyrimyndir