Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 • 19. oktober 2007 Vikuskifti 17 kommunistaflokkunum. Tí lyfti Castro ikki ein fingur fyri at hjálpa sínum gamla vini, tá hesin reikaði hjálparleysur í frumskóginum í Bolivia, skrivar Patrick O’Donnell. Svikin av sínum egnu Kubanski søgumaðurin Jaime Suchlicki, ið starvast á lærda háskúlanum í Miami í USA, sigur, at lívið hjá Che var ein stórur ósigur, alt sum tað var. - Hann var útbúgvin lækni, men brúkti ongantíð útbúgvingina. Hann dugdi heldur ikki sum ídnaðarmálaráðharri og tjóðbankastjóri í Kuba. Tann búskaparpolitikkurin, sum hann stakk út í kortið, gjørdist ein vanlukka fyri kubanska samfelagið. Tað einasta, sum hann dugdi, var at berjast fyri kollveltingini so sum í Kongo og Bolivia, men tað gjørdi hann við at drepa onnur til frama fyri eina søk, sum onga framtíð átti, sigur Jaime Suchlicki við tíðarritið Veja. Heldur ikki í Bolivia fekk Che stuðul frá teimum, sum skuldu eitast at vera hansara felagar. Boliviski kommunistaflokkurin PCB valdi at svíkja hann og at fara í part við myndugleikunum. Fyrrverandi PCB-formaðurin Juan Coronel Quiroga viðgongur svikið: - Ja, vit sviku Che, tí PCB helti til Moskva, og har varð Che mettur sum tortskistur og sostatt fíggindi hjá marxismuni, sigur Qurioga, sum umframt at vera formaður í kommunistaflokkinum var vinmaður boliviska verjumálaráðharran. Avrættaður Tann seinasti, sum tosaði við Che, var kubanski CIA-agenturin Felix Rodriguez. Amerikanska fregnartænastan ætlaði ikki at taka Che av døgum, tí ameri- kanararnir vistu, at hann og Castro sótu ikki væl um sátt, og kanska kundi okkurt fáast burtur úr tí. - Men teir bolivisku myndug- leikarnir vildu hava Che tiknan av døgum. So tann 9. oktober fekk eg eini loynilig radioboð við tølunum 500 og 600. Tað fyrra talið var loyniorð okkara fyri Che. Tað seinna talið merkti deyði. Tá eg segði Che, hvørji boð eg hevði fingið, svaraði hann: - Tað man vera tað frægasta. Eg skuldi ongantíð havt latið tykkum taka meg á lívi. (Kelda: Aftenposten) Í Bolivia fekk almenningurin høvi til at skoða líkið av Ernesto Che Guevara. Bolivisku hermenninir høvdu vaskað líkið, og mong hildu, at Che minti um Jesus