fríggjadagur 19. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 203 - 19. oktober 2007
skaldskapur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Gunnar Hoydal gav í gjár út
skaldsøgu sína, Í Havsins Hjarta.
Bókin er eitt stórverk á 500
síður, sum við støði í persónligu
søguni hjá rithøvundanum letur
føroyska samfelagið í 20. øld í
ein skaldligan ham. Trý ættarlið
ferðast til og frá lítla
oyggjalandinum mitt í havinum,
sum fer ígjøgnum stórar
búskaparligar, hugsjónarligar og
mentanarligar rembingar.
Hesa vikuna kom eisini ein
upprunað føroysk
barnaskaldsøga út, hetta er Gott
Hugflog, Hugo eftir Rakel
Helmsdal. Søgan um Hugo
liggur fjart frá sosialrealistisku
og samfelagsligu skaldsøguni hjá
Gunnari Hoydal. Í býnum Port
Janua enda hugríki Hugo og
vinir hansara í einari spennandi
søgu, sum vísir seg at hava
rótfesti í einum meira ráum og
samansettum veruleika enn eitt
vanligt barn kann ímynda sær.
Bæði sum menniskju og
rithøvundar eru Gunnar Hoydal
og Rakel Helmsdal sera ymisk.
Men tey brenna bæði fyri tí góða
skaldskapinum, og tey hava bæði
eitt serligt útsýni og opinleika,
sum kanska kemur av, at tey
bæði eru hálvt um hálvt føroysk
og donsk, og tey bæði hava búð í
heilt øðrum mentanum.
Skrivandi ættin
Nógv kundi verið at trivið í
burtur úr skaldsøguni hjá
Gunnari Hoydal. Vit kundu tosa
um føroyska málstríð,
fólkaatkvøðuna í 1948, reiðarar
sum útflyta vánaligan fisk,
útisetalív í Keypmannahavn,
býarstýri í Havn og
vinnulívsmenn sum gera sær
dælt at kreppu.
Men inni í hugnaligu stovuni
við klassiskum donskum
møblum og ráari føroyskari list
lata vit øll hesi áhugaverdu mál
liggja og velja heldur at práta við
stilla, men bersøgna rithøvundin
um tað at vera rithøvundur.
- Tað hevur altíð verið nógv
skriving í familjuni, og tað at
lesa og skriva eru altíð verið
nakað sjálvsagt, sigur Gunnar
Hoydal
Nýggja skaldsøgan er full av
forteljandi og skrivandi fólki.
Vit hava gomlu konuna, sum
fortelur søgur í roykstovuni, og
konsulin, sum altíð fortelur somu
søgur á ballum í Havn.
Langabbin, presturin Jørgen,
skrivar fittar søgur um bygdafólk
í Sandi, skyldmaður fylgir í
somu sporum og skrivar ósannar
søgur um fremmand fólkasløg.
Og tann góði skaldskapurin er
umboðaður av pápanum og
øðrum føroyskum rithøvundum
sum Janus Djurhuus og William
Heinesen, og útlendskum
stórskaldum sum Ernest
Hemmingway og Pablo Neruda.
Byrjaði tíðliga
Sjálvur byrjaði Gunnar Hoydal at
gera nakað við skrivingina, tá
hann sum ungur drongur gekk á
kostskúla í Sorø Akademi, har
fleiri føroyskir rithøvundar
høvdu gingið, millum annað
Jørgen Frantz Jacobsen.
- Meðan eg gekk har, komu
brøvini hjá Jørgen Frantz
Jacobsen út, og eg var sera
hugtikin av hansara skriving,
greiðir Gunnar Hoydal frá.
- Hann fortaldi um nakað sum
eg kendi til, bæði tað lokala og
tað heimsopnað, og hann var
eisini hálvt um hálvt føroyingur
og dani sum eg sjálvur og dugdi
at greiða frá tí føroyska út frá
einum øðrvísi sjónarhornið, sigur
Gunnar Hoydal.
Rakel Helmsdal var eisini ung,
tá hon hugsaði um seg sjálvan
sum rithøvund fyrstu ferð.
Sosialurin hevur eisini vitjað
hana í samband við nýggju
bókaútgávuna. Og inni í
hugnaliga og farvuríka køkinum
við føroyskt gjørdum møblum,
merkist bæði barnsliga hugflogið
og breittfevnandi
persónmenskan.
- Eg havi altíð fortalt søgur, og
longu sum 12-13 ára gomul visti
eg, at eg vildi vera rithøvundur.
Sum lítil fann eg altíð upp á
søgur, og tá eg fekk høvi at
skriva frístíl í skúlanum, elskaði
eg at fara í holt við onkra
spennandi søgu, sigur hon.
Ikki lønandi starv at skriva
Men hóast hon ætlaði sær at vera
rithøvundur, so væntaði Rakel
Helmsdal ikki at kunna liva av tí.
- Mamma var yrkjari, tað var
hennara samleiki, men hon
arbeiddi sum læknaskrivari.
Rakel Helmsdal hevur í dag tann
framíhjárætt, at hon hevur fingið
eina trý ára starvsløn frá
Mentanargrunni Landsins. Men
hon arbeiðir eisini kvartað tíð á
Jarðfeingi.
- Eg elski at skriva, tað er tað
eg dugi best, og har føli eg at eg
kann gera mun. Men eg haldi
álíkavæl fast í eitt gott og trygt
vanligt arbeiði.
Gunnar Hoydal valdi sær
lívsstarv uttan fyri skaldskapin,
um tó ikki heilt uttanfyri listina.
Hann var fyrsti býararkitektur í
Føroyum, tá hann í 1960unum
flutti heim til starv í Tórshavnar
kommunu.
Byggilistin kom av áhuga, men
eisini tí hann visti, at tað bar ikki
til at liva av skaldskapi.
- Tað var óhugsandi bara at liva
av skaldskapi, sigur Gunnar
Hoydal
Pápin, Karsten Hoydal var ein
slóbrótari innan føroyskan
skaldskap við sínum fríu,
órímaðu yrkingum. Men hann
var eisini landbúnaðarfrøðingur
og hevði nógv álitisstørv í
Føroyum og uttanlands.
Listin í søguni
Góður skaldskapur er, sambært
Gunnari Hoydal, er annað og
meir enn bara ein frágreiðing.
- Har má vera ein kjarna, sum
ber út um einstøku søgurnar. Tá
tú lesur stórar rithøvundar leggur
tú merki til, at tað er ein serlig
kensla ella ein serlig rødd, sum
gjøgnumsúrgar alt.
Hjá teimum best gávaðu kemur
hendan røddin møguliga av sær
sjálvum, men ofta er hon ald
fram við nógvari skriving, heldur
Gunnar Hoydal.
- At vera rithøvundur er eitt
djúpt álvarsamt arbeiði, tí tú
mást gera alt fyr at tað skal sita
væl og samstundis lyfta seg upp
um smáu søgurnar, sigur hann og
greiðir frá um pápa sín,
Hoydal og Helmsdal
Hesa vikuna komu tvær upprunað føroyskar bøkur út.
Onnur er stórfingna lyklaskaldsøgan, Í havsins hjarta, hjá
Gunnari Hoydal, og hin er spennandi barnaskaldsøgan,
Gott hugflog, Hugo, hjá Rakel Helmsdal. Sosialurin hevur
hitt tey bæði til prát um tað at skriva í Føroyum, um
góðan skaldskap og tað ikki at vera sæddur ella hoyrdur.